Kenda gullbikinin, sum persónurin Leia prinsessa hevði í Star Wars filminum "Return of the Jedi" er seld á uppboðssølu fyri 175.000 dollarar, sum svarar til 1,2 milliónir krónur.
Star Wars búnin frá 1983, sum sjónleikarinnan Carrie Fisher var í, er millum kendastu búnarnar í allari heimsfilmssøguni.
Tað skrivar BBC.
Fyri tær 1,2 milliónirnar fekk keyparin fulla búnan, sum er settur saman av bikiniformaðu messingplátunum, armringi, mjadnarketum og armbandi.
Sølan fór fram á uppboðssølu hjá uppboðssøluhúsinum Heritage Auctions í Dallas í amerikanska statinum Texas.
Gulllitti prinsessubúnin Leia er ein av tilsamans tveimum, sum vóru gjørdir til framleiðsluna av filminum.
Tað er ikki greitt, hvør keyparin er.
Á uppboðssøluni fekk ein miniaturútgáva av rúmdarskipinum "Y-Wing Starfighter" hjá høvuðspersóninum Luke Skywalker eisini nýggjan eigara, skrivar Variety.
Rúmdarskipið er við í fyrsta Star Wars filminum frá 1977, og miniaturútgávan hevur verið brúkt til at filma ávísar nærmyndir.
Modellið varð latið keyparanum fyri ein prís á 1,55 milliónir dollarar, sum svarar til 10,65 milliónir krónur.
Ein stavur, sum sjónleikarin Daniel Radcliffe brúkti til upptøkurnar av filminum "Harry Potter og fangin í Azkaban", varð seldur fyri 52.000 dollarar, sum svarar til 357.000 dollarar, meðan ein hamari, sum varð brúktur sum rekvisitt í filmsrøðini "Thor", varð seldur fyri ein upphædd svarandi til DKK 557.000.
Tilsamans vóru umleið 600 lutir, sum luttakararnir kundu bjóða uppá uppboðssøluna.
- Eins og Heritage Auctions ferð eftir ferð hevur gjørt, savna vit nakrar av teimum týdningarmestu mentanargripunum, sum ongantíð áður eru savnaðar á einum stað, segði varastjórin í uppboðssøluhúsinum, Joe Maddalena, undan uppboðssøluni á heimasíðu.
/ritzau/











