Tað verður bosniska liðið, Borac Banja Luka sum KÍ møtir í triðja undanumfarinum í Europa League.
Fyrri dysturin verður leiktur á Tórsvølli komandi hóskvøld.
Borac Banja Luka tapti í kvøld á heimavølli 0-1 og samanlagt 2-4 fyri PAOK úr Grikkalandi.
Returdysturin hjá KÍ í Bosnia Hersogovina verður leiktur hósdagin 15. august.
Fyri tveimum árum síðani tapti Borac Banja Luka aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping fyri B36 í fyrsta undanumfarinum í Conference League.
##med2##












