Hon minnist eina ólavsøku serliga væl

- Ein maður gekk framvið og eg hoyrdi, hvussu synd hann tók í mær við øllum børnunum og stórum búki til fótbóltsdyst í Gundadali. Hesum havi eg ofta flent eftir, sigur Sunneva Joensen

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Eg rokni við, at tá tað nú er koyrandi til Havnar í ár, so fari eg á ólavsøku.

Tað sigur Sunneva Joensen.

Hvussu heldur tú ólavsøku?   

- Mær dámar sum helst tey allar flestu at ganga oman og niðan og hitta fólk, sum tú ikki hevur sæð í longri tíð - ja, kanska ikki í fleiri ár.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni. 

- Tað er ringt at seta orð á, tí her eru nógv ymisk tiltøk – eitt nú tivoli at fara til saman við ommu-og abbabørnum, og midnáttarsangurin er nakað heilt serligt.

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

- Eg minnist nógvar ólavsøkur, men eina minnist eg sera væl. Tá gekk eg full upp undir hendur og hevði tvey onnur smá við mær, samstundis sum eg skuldi ansa tveimum smáum hjá beiggja mínum. So, har var eitt í vogni, eitt í búkinum og hini trý hildu í vognin.

Sunneva sigur, at hon henda dagin á ólavsøku var til fótbóltsdyst í Gundadali.

- Ein maður gekk framvið og eg hoyrdi, hvussu synd hann tók í mær við øllum børnunum og stórum búki. Hesum havi eg ofta flent eftir, sigur hon brosandi.

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni?

- Nei, nú tað aftur verður gingið oman og niðan eftir Áarvegnum og ikki alt er niðri á Skálatrøð, haldi eg sum heild, at ólavsøkan er akkurát, sum hon skal vera, sigur Sunneva Joensen.