Her fyri var jólasølustevna í Vági, har mangt forvitnisligt var til bæði eygu og oyru. Johan í Kollafirði Rúnarbant serliga ungu lurtararnar allar 3 dagarnar á sølustevnuni. Eisini básurin hjá Suðuroyar [...] Suðuroyar Heimavirki hugtók. Gomlu reiðskapirnir, so sum rokkurin, eiga í dag heiðurspláss á søvnum. Á stevnuni sótu kvinnur og virkaðu føroysk pløgg og mong steðgaðu eina løtu við hugnaliga básin.
var borin í heim tann 25. September 1922 suðuri í Vági, og her vaks hann eisini upp. Sum so mong onnur tá, fór eisini hann til Danmarkar at taka students-prógv. Gekk á Rungsted. Hetta var í 39, og var [...] fór upp í bretska herin. Gjördi tá millum annað hertænastu í Týskalandi. Men ov langt verður at greiða ævisögu hansara út í æsir, tí hann fór víða og upplivdi meira enn flest onnur. Hann tók prógv í búskapafröði [...] mangt, sum vit, ið yngri eru valla kunnu skilja í dag. Longu meðan hann var á Rungsted kom hann í samband mótstöðurörslina, og seinni kom hann sær upp í sjálvt mótsöðuarbeiðið? serliga innan ta illegalu
Nógv vatn er runnið í á síðan Jógvan Waagstein kom út í tún at ganga Norðuri í Vági. Hann menti seg væl bæði í barnaárum, ungdómsárum og mandómsárum í list - málningalist og tónalist. Hetta var burður [...] sýntist hetta at vera nyttuleyst at fáast við tónleik og mála. Í dag kann verða sagt, at hann hevur givið mongum ríka løtur bæði í tónleiki og í málningalist - frøtt og glett fólk flest. Klaksvíkingar tóku [...] varð í kirkjuna at lurta eftir Klaksvíkskórinum og eini klaverkvartet, sum spældi tónleik av Waagstein, ið Pauli í Sandagerði hevði lagt til rættis fyri klaver, fiól, viola og cello. Kvøldmáltíð í Harrans
Streymoynna, við danska dramabólkinum Impuls, verður í kvøld kl. 20.00. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 06.00 bøn, kl. 21.00 ungdómsmøti, í morgin kl. 06.00 bøn, kl. 17.00 landsbøn. Sunnudagin [...] Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 har »ung úr Leirvík« skipa fyri. Eisini verður pizza á skránni. Øll eru vælkomin. Nebo, Toftir Johannes Frants Poulsen, trúboðari í Venezuela, [...] kl. 18.00 evangeliskt møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadag kl. 20.00 bønarmøti. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 14.00 sunnudagsskúli og kl. 17.30 bøn, kl. 18.00 møti við Kenneth Madsen
sambandsflokkinum í Suðuroynni, vildi Alfred Olsen, løgtingsmaður hava at vita frá fundarfólkinum, hvønn týdning tey hildu, at tað hevði fyri Suðuroynna at ein oljuútgerðarhavn verður í Suðuroynni. Alfred [...] arbeiða, tí tað er so stutt ímillum. Og verður oljuvinnan løgd í Suðuroynni, fer sama mynstur at taka seg uppaftur, segði verkfrøðingurin úr Vági. Hann helt, at tað var neyðugt, at politisk avgerð varð tikin [...] markeraði seg til frama fyri Suðuroy í oljumálinum. Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur spurt allar flokkarnar, hvørja støðu teir hava til, ein ein oljuhavn verður løgd í Suðuroynni. ?Sambandsflokkurin hevur
hædd fyri, nú farið verður inn í ár 2000. Vanliga hevur borðhald og veitsla verið í fullsettum VB húsi, men fyrireikararnir vænta nógv fólk í ár og er veitslan tí flutt í høllina. Landsins bestu skemtarar [...] burturúr í ár, enn áður. Talan verður um størri kyndlagongu og eisini mundandi meira og munadyggari fýrverk. Vanligt er at síggja útisetar og vágbingar, ið búgva norðanfjørðs til nýggjárshald í Vági. Eisini [...] Í Vági eru tey von at gera burturúr, tá tey bjóða einum nýggjum ári vælkomnum. Nú nýggj øld og nýtt ártúsund nærkast, eru nýggjársnevndin og kommunan farin undir fyrireikingarnar til nýggjárshaldið. Vestanfyri
at hava sæð eina mynd úr Vági í Sosialinum, har trupulleikar høvdu verið hjá einum 20 tonsara at fingið kajpláss. Myndina, víst varð til, hevur Sigmundur Olsen tikið og stendur í Dimmalætting 1. desember [...] desember, yvir greinini Gorbachev vitjar í Vági. Skrivað hevur Sigmundur Olsen. Av tí at Hergeir Nielsen løgtingsmaður misskilti meg, og onkur annar hevur gjørt vart við, at orðini kundu lættliga misfatast, vil [...] vil eg gera púra greitt, at tey vóru ætlaði í sama positiva anda, sum myndin og teksturin undir henni boða frá. Á løgtingi 3. desember Kári P. Højgaard
Verður tað selt fríggjadag í Vági, sleppa fiskakeyparar norðanfyri ikki upp í part, so tá kann hampiliga stórur prísmunur vera á, tí tá fæst fiskurin bíligar í Vági. Men aðrar dagar í vikuni er ikki talan um [...] miðalprísurin higartil í ár verið 2,47 krónur hægri, enn hann var í fjør. Í fjør var miðalprísurin á øllum fiski, sum varð avreiddur til uppboðssøluna, 11,03 krónur fyri kilo. Men higartil í ár hevur hann verið [...] in á toski 1 hevur verið 17,85 krónur í ár, í fjør var hann 15,23 fyri kilo. Toskur 1 er toskur yvir sjey kilo. Hægsti prísur á toski 2, er 23.50 higartil í ár, í fjør var hann 18,50 fyri kilo. Toskur
komið somikið áleiðis við eldrasambýlinum í Vági, at teir eru farnir undir at reisa og ætlandi verðir reisigildið í morgin. Eftir ætlan skuldi arbeiðið vera liðugt í februar næsta ár, men er seinkað umleið [...] umleið 2 mánaðar, orsakað av nógvum spreingiarbeið. Men væntandi verður liðugt í apríl.
Í blaðnum mikudagin nevndu vit, at í Vági eru fyrireikingar til nýggjárið farnar í gongd og kommunan og nýggjársnevndin fríðka økið, har fýrverk og bál vanliga er nýggjársaftan. Talan er um gamalt fiskapláss [...] Ætlandi verður eisini okkurt serligt avdúkað á staðnum seinni, men hetta verður kunngjørt seinni. Í greinini mikudagin eydnaðist okkum ikki at hava mynd av fríðkaða økinum, men her verður bøtt um hetta