Waagstein ? tann ljósi listamaðurin

Kunnu vit siga at Waagstein er tann ljósi listamaðurin? Tann sum sigur søgur við listini? Hann, sum í ljóði og penslastrokum hevur frøtt mangt mansbarnið? Jú, hann er tað. Klaksvíkingar! Sleppið ikki endanum her, men setið hetta saman og gevið hetta út í bók, skrivar Frits Johannesen:

Nógv vatn er runnið í á síðan Jógvan Waagstein kom út í tún at ganga Norðuri í Vági. Hann menti seg væl bæði í barnaárum, ungdómsárum og mandómsárum í list - málningalist og tónalist. Hetta var burður so dyggur, at hann rakk út um landoddarnar og fór við boðskapi sínum heilt til Bretlands. Mongum sýntist hetta at vera nyttuleyst at fáast við tónleik og mála. Í dag kann verða sagt, at hann hevur givið mongum ríka løtur bæði í tónleiki og í málningalist - frøtt og glett fólk flest.

Klaksvíkingar tóku saman um Jógvan Waagstein um vikuskifti og bóru hann fram í sangi og tónleiki, framsýning og fyrilestri. Hetta sømir seg mentanarfólki, og serliga eiga vit at hugsa um hetta og taka undir við tí, tá ið hetta er úti á bygd, tí hetta er ein partur, sum er við til at menna bygdirnar.


»Jaki« og Waagstein góðir umboðsmenn?

Var hetta fyri tráti árum síðani, fórt tú inn til Klaksvíkar við Polaris við ?Jaki? í stýrhúsrútinum. Hetta var ein góður fartur. Hann var ein góður umboðsmaður fyri Klaksvíkina. Hann á sín hátt og Jógvan Waagstein á sín hátt Jaki var ristur tær í hugan frá barnsbeini av og somuleiðis Waagstein. Fleiri av løgum hansara vórðu sungin í skúlanum og her nam tú við tónaskaldið. Meðan tú ferðaðist við Jaki, bæði norðurum og inn til Klaksvíkar, lærdi tú Jaki at kenna.

Nú verður farið um Lorvíkina við einum fari, sum er fleiri ferðir størri enn Polaris. Dávur Winther stóð á brúgvarendanum og tók ímóti, og bjóðaði hann ein kaffimunn, áðrenn farið varð í kirkjuna at lurta eftir Klaksvíkskórinum og eini klaverkvartet, sum spældi tónleik av Waagstein, ið Pauli í Sandagerði hevði lagt til rættis fyri klaver, fiól, viola og cello.


Kvøldmáltíð

í Harrans húsi

Kristjankirkjan er ein kirkja - fjálg, tignarlig og listarliga gjørd. Einki monomentalt yvir henni, men smílir til tín, fyrst tú hevur sett fótin innum. Her sat Alex Sólstein og fílaði saman við Jens Christjan Guttesen á cello og Ludmilu Berezina á fiól, og Helga H. Gerðalíð á klaver. Pauli í Sandagerði hevði gjørt fyri henda hóp. Pauli fevnir víða. Hann smæðist ikki burtur í síni gongd, at útseta og tónseta sjálvur. Hann hevði tilevnað hesa røð av løgum fagurliga og ikki toygt løgini, at tey mistu sítt festið. Um tú rópar hetta romantiskan tónleik, eltir hetta ikki hansara flog, at flutt verður burtur frá uppruna málinum, men snøkt sagt listarliga gjørt. Tá ið tónleikurin verður til list slepst ikki longur? og list var tað hjá Jógvan Waagstein og list var tað hjá Paula. Sigast skal eisini at hópurin var ikki burturblíður. Hví skuldi hann tað? hetta er fólkaogn og klingaði hetta væl hjá hesi kvartet. Onkuntíð verður hugsað um kamartónleik, sum rúmar so nógvum, tí átti hetta havt størri festið í tónleikalívi okkara. Jú tú vart boðin til eina kvøldmáltíð í Harrans húsi við tónleiki og sangi.


Grør um gangandi fót

Klaksvíkin hevur nógv at bjóða. Í mong ár hava klaksvíkingar havt gott hornorkestur, kór í KFUM, Emmaus og Bethesda. Klaksvíkar sangfelag hevur ligið svart í nøkur ár, og nú bragdar aftur. Tað er raknað við aftur undir heitinum: Klaksvíkskórið, Meinhard Bjartalíð stjórnar. Ikki skulu vit gloyma teir Seytjan sangararnar, sum hava sungið seg inn í hvørt mansbarnið her á landi. Jú tað grør? Grør um gangandi fót.

Matiné - framførsla tíðliga á degi. Hetta var so seinrapart og var heitið á hesum ikki av leið. Lat tað fara. Hugtakandi var at hoyra Klaksvíkskórið bera løg av Waagstein fram undir málninginum hjá Joachim Skovgaard: Hin stóra kvøldmáltíðin. Væl var sungið. Eitt lyriskt kór- snoðið, avmált og ljómaði sera væl og rak tónarnar hjá Jógvan Waagstein væl í rætt. Ikki var tað boðskapurin í myndini hjá Joachim Skovgaard, ið dróg teg hendan vegin, men ljóðið av litum frá Jógvan Waagstein, førdi teg um Lorvíksfjørðin til hesa musikalsku máltíð - tilevnað í orði og ljóði. av sangarum, kórleiðara, tónleikarum og tónasmiði. Hvíld var í tónunum og friður yvir løtuni.


Kingobók Waagsteins

aftur í Klaksvík

Eftir hesa løtu bjóðaði Dávur til háborðs. Ikki eiti á blíðskapi - ein mentanarlig kvøldmáltíð, ið setti seg í sinni. Tá ið trinið varð inn um aftur hjá Dávur og Arnfríð, stóð ræstkjøtroykurin úr ovninum í næsarnar, og væl krassaði. Ja, tú vart væl havdur hesa løtu, meðan tú vart í Klaksvík.

Eftir hesa frálíku ?kvøldmáltíð? varð leiðin løgd oman í Norðoya fornminnisfelag, har sum tann gamli monopolhandilin frá 1837 hevði verið. Her helt skyldkonan, Freydis Poulsen fyrilestur um Jógvan Waagstein. Ja, ikki annað skal sigast, at hetta var væl úr hondum greitt. Freydis er fróðar kvinna, sum veit so væl, at hon átti at fingið heiðurdoktaraheitið. Hans Erland í Brekkunum tók orðið, tá ið Freydis var liðug. Hann nam við uttanlandsferðirnar hjá Waagstein og handaði klaksvíkingum Kingobók, sum Sámal Michael Joensen, faðir Jógvan Waagstein hevði átt. Hans Erland er giftur við Sannu, dóttir Miu og Jóhan. Mia er dóttir Jógvan Waagstein Henda bók hevði verið alla sínar dagar í heiminum hjá Jógvani, men helt Mia, at nú skuldi hon norður aftur at verða. Sanna, langabbadóttirin, handaði Alex Sólstein, langabbasoninum, bókina og var hetta ein góður endi á hesi samkomu.


Søgulig málningaframsýning

Í Býráðshøllini var listaframsýning. Her hingu 61 listaverk, sum Jógvan Waagstein hevur málað. Hetta vóru málningar, sum privat áttu. Málningarnir hava stórt siðsøguligt virði, tí nógv er broytt í landslagnum síðani Jógvan Waagstein málaði málningarnar. Allir eru natúrligir og eru merktir av Jógvansa hond, summir támir og róligir, eitt sindur pastellkendir, men aðrir sterkir við livandi og sterkum liti. Málningurin nr. 5 ?Vestanfyri á Suðuroynni? málaður 1922 var ein stoltur málningur. Henda málning átti Elinborg Nolsøe. Málningurin lýsti millum hesa fjøld av myndum. Waagstein hevur givið hesum hólmi í myndini eitt sermerkt, skulpturelt skap við livandi, ísáddum litum. Kínt og strokið flatum og skapi, so hetta var ein heitur málningur millum øll hesi verk.

Forvitnisliga pastellmyndin av Brúnarenda í Fuglafirði -1941, við kantsteinum á vegjaðaranum (ogn: Appolonia og Finnur Kjølbro) var til skjals. Aftanfyri sært tú Lorvíksfjall og Blankskála. Kantsteinarnir skera myndina í pettir, men hóast tað, so er hetta ein frálík mynd, tí á myndini eru tríggjar neytakonur, sum koma inn av Ytra dali og leggja lag á myndina bæði tekniskt og geva myndini skaldskap, so innsúðurin og útsúðurin í myndini er frálíkur.

Myndin: Sluppir fyri teym var eisini ein frálík mynd (ogn: Tórshavnar kommuna). Hana kundi tú bólkað saman við tí fyrstu umrøddu myndini - ljós og sterk. Í myndum og skaldskapi hevur føroyska sluppin givið føroyingum góðan íblástur. Hesin málningur frá 1919 var borin í heim, tá ið sluppurnar áttu dagin og løtuna. Her lógu sluppirnar á firðunum kring landið og smátutlaðu sína millum tann líðulanga veturin. Ikki er tað so løgið, at hetta hevur givið íblástur til myndlistina. Tað svarta, hvíta, tað bláa, tað gráa, tann grásvarti fjørukanturin og tann øskulitti vetrarfuglurin mymraðu fyri bygdafólkinum allan veturin. Fólk sótu framman fyri vindeyguni og fylgdu við. Sjómenninir ristu løturnar í hugan frá farna ári, og óvitarnir lótu tankarnar fara við fullum seglum á víðum havi við onkrum av hesum sluppum, sum lógu fyri teym, meðan konurnar og tey gomlu stúrdu eitt sindur fyri komandi fiskiári, tí so nógv var forborgið í hesi tilveru. Tað vóru so nógvir, ið fóru av stað, ið ikki komu aftur.

Henda myndin var ikki døpur. Hon var ljós livandi, beint tvørs av tí dialektikska, sum kundi verið tikið fram, sum jú tú sært hjá mongum føroyskum listamanni. Nei, her var ljós. Ein góður dámur lá yvir hesari mynd.

Fleiri myndir kundu verið tiknar fram, men hesar vóru valdar á hesari ferð til Klaksvíkar henda leygardag 27 novembur 1999.

Kunnu vit siga at Waagstein er tann ljósi listamaðurin? Tann sum sigur søgur við listini? Hann, sum í ljóði og penslastrokum hevur frøtt mangt mansbarnið? Jú, hann er tað. Klaksvíkingar! Sleppið ikki endanum her, men setið hetta saman og gevið hetta út í bók, tí so frálíkt var hetta. Hetta er tykkara og okkara ogn. Her er gróður. Grør um gangandi fót, men svultin er sitandi kráka.