Brynja seg til túsundáraskiftið

Í Vági hava tey í yvir 30 ár skipað fyri stórfingnari nýggjársveitslu og er hetta veitsluhald vorðið kent um alt landið. Henda árliga hending hevur havt við sær bæði borðhald, skemtiframførslur og tættir, umframt bál og kyndlagongu. Nú ár 2000 nærkast, eru vágbingar farnir undir stórfingnar fyrireikingar

Í Vági eru tey von at gera burturúr, tá tey bjóða einum nýggjum ári vælkomnum.

Nú nýggj øld og nýtt ártúsund nærkast, eru nýggjársnevndin og kommunan farin undir fyrireikingarnar til nýggjárshaldið.

Vestanfyri sandin í Vági er fiskapláss. Har koma fólk vanliga saman nýggjársaftan at skjóta fýrverk, síggja stórfingnað fýrverkið hjá nýggjársnevndini og síggja kyndlaberarar seta eld á bálið.


Ikki alt avdúkast

Nú eru fólk frá nýggjársnevndini og kommununi farin at fríðkað fiskaplássið, ið er skapað sum tríhyrningur. Stabbar eru stoyptir um økið, har keta skal festast ímillum.Økið er steinsett og ætlandi verður steinsetingin varðveitt.

Tað sigst, at nýggjársaftan verður eitthvørt forvitnisligt avdúkað á staðnum, men enn er ikki kunngjørt, hvat hetta er.


Meira enn fyrr

Vágsbygd hevur ofta verið søgd at hava verið á odda, tá um nýggjárshald ræður og mangar bygdir hava tikið táttin upp eftir vágbingum.

Um gjørligt, so ætlar nýggjársnevndin at gera meira burturúr í ár, enn áður.

Talan verður um størri kyndlagongu og eisini mundandi meira og munadyggari fýrverk.

Vanligt er at síggja útisetar og vágbingar, ið búgva norðanfjørðs til nýggjárshald í Vági. Eisini er vanligt at síggja fólk úr grannabygdunum og eisini koma fólk longri leið.

Hesum hevur nýgjársnevndin eisini tikið hædd fyri, nú farið verður inn í ár 2000.

Vanliga hevur borðhald og veitsla verið í fullsettum VB húsi, men fyrireikararnir vænta nógv fólk í ár og er veitslan tí flutt í høllina.


Landsins bestu skemtarar

Ikki kann sigast annað, enn at vágbingar hava verið væl fyri, tá tað snýr seg um undirhald.

Nærum øll árini hava Robert McBirnie, Niels Petur Nolsøe og Petur Dahl Nolsøe staðið á palli í VB húsinum og væntandi gera teir tað aftur, tá 1999 skal leggjast aftur um bak