Nýggjárstríhyrningur

.

Í blaðnum mikudagin nevndu vit, at í Vági eru fyrireikingar til nýggjárið farnar í gongd og kommunan og nýggjársnevndin fríðka økið, har fýrverk og bál vanliga er nýggjársaftan.

Talan er um gamalt fiskapláss, og grivið er niður á steinsetingina, sum partvís skal varðveitast.

Ætlandi verður eisini okkurt serligt avdúkað á staðnum seinni, men hetta verður kunngjørt seinni. Í greinini mikudagin eydnaðist okkum ikki at hava mynd av fríðkaða økinum, men her verður bøtt um hetta.