ikki sleppa í skúla fyrrenn í fyrsta lagi eftir summarfrítíðina í 2006. Men nú ber ósemja í býráðsmeirilutanum eftir øllum at døma í sær, at henda risastóra verkætlanin kemur upp aftur meira í drag. Á b [...] stýrisskipanina hjá kommununi. Sambært grein 25 í lógini kann kommunustýrislimur, sum hevur eina øðrvísa fatan av einum máli, krevja at fáa serstøðu sína í stuttum viðmerkta í gerðabókina. Hvørki borgarstjóri [...] um fyrr í ár í sambandi við kæru frá minnilutanum um ymisk brot á kommunustýrislógina, heldur Jan Christiansen kortini fram við at venda og snara lógum og reglum sum best ber til í yrki sínum sum borgarstjóri
persónar inni í mær, svarar Hans Jacob Glerfoss sjálvur spurninginum. Listamaðurin, sum var føddur í Mikldadali seint í tríatiárunum, stendur í einum rúmi á loftinum í húsinum hjá dóttir síni, sum býr í Leirvík [...] búgva í Danmark, so skuldi tað verða vestanfyri og ikki eystanfyri, greiðir hann frá. Endin var eisini, at tey búsettu seg í Danmark, og seinastu sjey árini hava tey búð har norðuri í jútlandi, í Hirtshals [...] vænta, at tú finnur alt í sama líki. Soleiðis er lívið ikki, sigur hann. Hann tekur eina sigarett burturúr pakkanum og stingur hana í munnin. Hann festir sær í og sendir roykin út í rúmið. ? Lívið er ein
kom til mín og segði, at eg hevði eitt frálíkt mál, og hann ivaðist ikki í, at eg hevði sloppið til teatrið, um eg hevði lært at sungið. Hann ráddi mær til at taka tímar í sangi á Bergen Musikkonservatorium [...] ungdómurin í Havn hevði. Eins og í dag var fótbóltur eisini eitt av tí sum áhugi var fyri. Her kann til stuttleika endutakast frásøgn frá ársveitslu hjá HB í 1906. ------------------------------ Gildið í fót [...] var sýslumaður í Sandoyar Sýslu. Hann var limur í Tórshavnar býráð 1909-16 og formaður 1909-13. Hansara Úrvalsrit komu út í 1932. Mesta tilfar í hesi bók eru greinir, hann skrivaði í Baldursbrá. ----
bleiv viðgjørdur í bólkum. Allir fýra bólkarnir førdu fram, at meiriluti var fyri at varðveita kappingina í verandi líki. Formaðurin í Havnar Bóltfelag, Gunnar Mohr, segði, at ein vansi í løtuni er, at gloppið [...] áhugin rættiliga kveiktur í 1978, tá ið TB og HB leiktu Ísafjarðarsúlufinaluna. Tey stóru feløgini kunnu kanska finna saman í onkrum øðrum høpi, segði HB-formaðurin. Formaðurin í KÍ, Svend Jacobsen, segði [...] feløgunum. Hann tekur ikki undir við sjónarmiðinum, tí at hann ivast í, um dómarar spekulera í fyrimunum fyri sínum egna felag, men tí tað hevði hóskað seg betri, kanska serliga fyri áskoðararnar. Leiðara- og
Ólav Hátún. Ólavur var í nógv ár lærari í tónleiki og týskum her á Læraraskúlanum, og Hjalmar hevði í síni tíð tímar í smíð her á skúlanum. Teir tríggir, sum høvdu verið lærarar í Svínoy undan Hjalmari [...] Hans Andreas Djurhuus, sum var lærari í sjey ár í Sandavági og síðani í trý ár á Tvøroyri, áðrenn hann í 1919 gjørdist lærari við realskúlan í Havn, og eisini hevði hann tímar á Læraraskúlanum. Tað var [...] november í 1923 kom ein 22 ára gamal bíggjardrongur til Svínoyar. Har hevði hann fingið starv sum einalærari. Í Svínoy vóru tá 39 hús, og har búðu 204 fólk. Bygdin hevði stútt havt lærara síðani í 45 ár (síðani
Serlæknar tíma ikki at starvast í Føroyum. Men hví er tað so torført at fáa serlæknar settar í starv í Føroyum? ”Tað tekur 10-15 ár at gerast serlækni, og sostatt ert tú ofta í seinnu helvt av tretivinum, [...] at læknarnir skulu kenna seg skyldugar at starvast í Føroyum. Tað snýr seg um at gera tað attraktivt at starvast í Føroyum, sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum. Men hvussu gera vit tað, spyr Viku [...] eitt greitt svar uppá, hvat tær bagir. Uppfylging er í summum førum ein býur í Russlandi, meðan tilboð um screening eisini tykist at vera trupult at seta í verk. Nógvar eru orsøkirnar, men rótin til trupu
úr heimssøguni? Ella givið honum grundskeið í vanligum fólkaskikki? Í tí sambandi kundi formaðurin eisini tikið í oyruni á teim gomlu moskvakommunistunum í flokkinum og tráspurt teir, hvørja støðu teir [...] groteskur pástandur? Jú, sanniliga. Men tað mest tragiska av øllum hesum er ikki pástandurin í sær sjálvum - sum í grundini ikki er ein pástandur, men ein staðfesting. Tíverri hevði Johan Mortensen 100 [...] undantaksloyvi í SvF. Í einum Sosiali í fjør gramdi javnaðarformaðurin seg m. a. um, at "tað gongur ikki dagur frá Guði, uttan at Jóannes Eidesgaard fær onkra skarnbyttu oman yvir seg". Hevði ynskt, at bæði
sum hevði móttikið milliardir og aftur milliardir í “afturberingum” frá føroyska skattaborgaranum, heilt frá tí, at vanlukkuligi ráfiskagrunnurin bleiv stovnaður í 1975, til alt fór fyri bakka í stóra [...] selur ferðaseðlar og rekur ferðavinnu innanlendis í Føroyum í kapping við aðrar. Atlantsflog er nú eisini farið í holt við at reka hotelvinnu, og onki er í vegin fyri, at Atlantsflog fer undir annað virksemi [...] Tað illa nokk kvøttur í samgongulimum. Tað er jú alkent, at teir allar flestu fyri langari tíð síðani eru endaðir í fólkafloksleypinum. Onkur lítil ljósglotti er tó viðhvørt at hóma í sambandsflokkinum, har
Richard Danielsen Í morgunlestrunum í farnu viku fær Marjun Bæk prestur tað til, at hesir báðir eru ikki heilt álítandi í frásøgnum sínum. Hetta er ikki fyrstu ferð at Marjun Bæk ger seg inn á skriftirnar [...] bert í evangeliið hjá honum, kap. 1 versini 3-4. Viðvíkjandi Jónasar profetii hevur júst nú um dagarnar staðið grein í bløðunum um, hvat kendur norskur bíbliulærari sigur um hatta, ums. eftir John í Skemmuni [...] skriftirnar. Ilt er at síggja, hvat tað er fyri ósamsvar, hon finnur í Ápostlasøguni 15 og í Galatiabrævinum 2. Í báðum førum eru Pætur ápostul og Jákup, hálvbeiggi Jesusar, samdir við Paulus um, at ikki mátti
mstøðurnar, er tað at undrast á, at hetta í veruleikanum letur seg gera. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at nýtt meiri tíð og lagt størri orku í at fara í smálutir við eini skrá. Hetta kundi givið [...] ljóðar undarligt í oyrunum hjá okkum deyðiligu, men Haydn hevði eisini her nóg mikið av tónum til eitt vakurt verk. Adagio - Presto Orkestrið legði trygt og varisliga frá landi. Silvitni í træblásaraljóminum [...] men skjótt gjørdist róðurin frægd fyri eygu og oyru. Andante Tað er óivað í hesum satsi, at klokkan kemur inn í myndina. Stevið í satsinum minnir ikki sørt um ein Bornholmara. Træblásararnir hava stóran