milliard í almennum íløgum um árið tey næstu fimm árini. Í síðsta enda er tað skattgjaldarin ella veljarin, sum er garantur fyri, at alt hetta verður goldið antin so ella so. Í mínum hugaheimi er tað líka [...] framkomnan matvøruídnað í Føroyum, sum verður kappingarførur við aðrar. Og sum eg nevndi frammanfyri, so eiga íløgur til frama fyri tey eldru, tey sjúku og tey brekaðu, og tað vil siga í almannaverkið og h [...] fyri durum, er tað vanligt, at flokkar og politikkarar geva veljarum sínum gylt lyftir av ymiskum slag. Tað mest vanliga er, at flokkarnir í andstøðuni, royna at yvirbjóða flokkarnar í samgonguni, og
lesa í bókum, men ikki akkurát í skúlabókum, kemur tað stutt og greitt frá Gesti. Góður lærari Skúlin í Funningsfirði er ein av smáu bygdarskúlunum í landinum. Og her hava børnini gingið og trivist í mong [...] hitta hinar næmingarnar. Gestur er í mangar mátar heppin. Í flokki hansara er bert tann eini næmingurin umframt hann. Tað er Samson Mikkelsen sum býr í Søldarfirði. Tað hepna hjá teimum báðum er, at teir [...] Men tað er kortini eitt einstakt sum dregur hugin niður, og tað er heimaarbeiði. - Skúlin er fínur, men tað eru skúlatingini sum mær ikki dámar. Mamma sigur við meg, at eg skal gera tey. Og tað má eg
fyri at tað skal ganga upp; men tað royni eg at sleppa undan. Griksku leikirnar fór eg at týða, tí Zakarias Wang bað meg. Tað bleiv jú lisið í fornaldarfrøði í Studentaskúlanum, men so skjótt tað var umsett [...] hugsað so nógv um. Tað er bara so. ? Tað gevur lítið av sær, og tú kanst illa liva av tí, so tað er ikki orsøkin. Tað má bara vera áhugin, sum drívir verkið. Áhugan fyri Shakespeare fekk eg sum sagt tíðliga [...] haldi ikki endiliga, at tað er neyðugt at gera tað, tí nógvar týðingar eru so mikið góðar, at tær saktans kunnu brúkast. Tað eru sjálvandi nógv mál, sum eg havi týtt úr, men tað hevur ikki verið nakar
trygdarnet til tey, sum ikki eru líka heppin sum eg. Várið og samhaldsfestið gera hetta til eitt gott og trygt land at búgva í. Summarið, við sínum fjálgu løtum, og longum døgum, har tað ber til at ganga [...] um ójavni ikki kemur í - hvørt tað er líka hugaligt at vera verandi í landinum. Og um vit ikki ansa okkum, verða vit rakt av einum politiskum vetri - har alt lív í landinum verður rikið burtur. Heldur [...] nakar bati fer at vera í nærmastu framtíð. Fjøllini standa enn, firðir, havið og brimið eru har enn, men tað menniskjaskapta vælferðarsamfelagið - sum hevur týdning, og ger tað vert at liva her - stendur
sundur í samband og sjálvstýri, og tað var eisini í hesum árinum, at Tingakrossur kom út fyrstu ferð og sama ár varð parlementarisman sett í gildi í Danmark. Fólkatalið í Føroyum var 15.230 og í Havn búðu [...] søgubók, sum minnist og veit um eina heila øld at siga. Í stuttum kann sigast, at meira er hent í lívstíðini hjá Onnu enn í øll hini 1000 árini, Føroyar hava verið bygdar. Her kann nevnast, at tað var í 1901 [...] rokkið so høgan aldur í nýggjari tíð. Teir eru Jógvan Hansen í Vestmanna, sum eisini gjørdist 104 ára gamal og Drikka á Fløtti við Gjógv, sum gjørdist 105 ára gomul. Anna Askham er fødd í 1901, og er hon ein
Einki Prix Føroyar uttan at dømingin í kappingini fær okkurt glepsið. Soleiðis er aftur hesaferð, og á heimasíðuni Pop.fo verður í hesum døgum kjakast um, hvussu dømingin í kappingini er og kanska átti at verið [...] persónlig viðurskifti eru, sum tala fyri, at einstaki dómarin er ógegnigir. Hetta verður gjørt til hvørt umfar, sigur Fróði Vestergaard. ? Tað finst nokk einki úrslit, sum øll folk í Føroyum eru samd um, men [...] innleiðandi umfarið í Prixnum sóknaðist eftir eini grundgeving frá dómarunum um, hví teir døma, sum teir gera. ? Tað er undrunarvert og margháttligt, at fyrireikararnir ikki krevja, at tey, sum døma, saman skulu
Fámjinsvegurin varð tikin í nýtslu seinast í tríati árunum og fyrst í fjøruti árunum, varð lítið hátíðarhald Vesturi á Fløtti í Fámjin, har eitt nú navnframi Jens Oliver Lisberg vaks upp. Í hesum hátíðarhaldi [...] . Nú frættist og tað sæst eisini, at vegurin Fámjinsmegin verður gjørdur einbreytaður oman í tann gamla vegin. “Tíðin krevur tvíbreytaðan veg” og einki annað. Vit eru í 2024 og ikki í 1930-árunum, tá ið [...] r, at bilverja verður sett upp bæði Ørðavíkarmegin og Fámjinsmegin og at eitt slitsterkt lag av asfalti verður lagt á vegin í tunlinum, og ikki eitt bíligt slitlag, sum varð lagt inni í nýggja tunlinum
Fyrr í dag vann U-19 landsliðið hjá monnum í hondbólti seg í fjórðingsfinalu í HM endaspælinum í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia. Í kvøld hevur KÍ megnað størsta avrik í føroyskari fótbóltssøgu [...] á odda, og tá kendist tað sum um, at mótbrekkan var øgilig: -Tað er mentaliteturin og hugburðurin, sum er avgerandi. Verjuspælið er væl skipað, og tað er grundarlagið undir tí, sum vit avrikaðu. Eg havi [...] skoraði hann tvey og so eitt í brotssparkskappingini. Og í kvøld skoraði hann bæði KÍ málini, og tað var vorðið sum mál. Árni Frederiksberg man vera kendur um alt Europa, og aftur í kvøld syrgdi hann fyri,
húsunum, og tað gevur fólki møguleika at sita við orðunum framman fyri seg, meðan lurtað verður eftir sangunum – júst sum tað plagdi at vera. Tað er eitt væl mannað og fjølbroytt lið, sum spælir og syngur [...] – Tað er eitt lív, eg ikki fekk livað. Tað er ein sangur, eg ikki fekk skrivað. Tað er ein pláta, eg noyddist at gera. Tað er ein tónleikamentan, sum altíð vil vera. Soleiðis skrivar Steintór Rasmussen [...] heildarútgávu, sum í fyrsta umfari fæst sum fløga, men seinni eisini sum lp-pláta. Útgávan er sum vera man eisini tøk á talgiltum miðlum. Hetta er eitt sjáldsamt stórverk, sum man vera kærkomið
ávíst huglag. Eg máli ikki tað, sum eg síggi, men tað sum eg føli - og kanska onkur annar kennur seg aftur í kenslunum, sigur Øssur Johannesen. Men meðan ytri heimurin verður verandi uttanfyri, er hann [...] onnur mest sum søkka saman í gráti. Granskar sálina Onkustaðni har - á markinum ímillum tað, tú illa vilt rúma og tað djúpt kensluliga, ríða málingarnir hjá Øssuri Johannesen á síni ferð í menniskjaliga [...] ga sálardýpinum. - Tað eru eftirhondini nógv ár síðani eg vinkaði farvæl til ytra heimin og í staðin byrjaði at granska sálina. Ytri heimurin er bara við sum symbolir úr náttúrini í tann mun, tey styrkja