Ovurstór einsamøll og afturlatin andlit. Krunkasvørt bakgrund, krunkasvartir skuggar. Og so brádliga hesar blóðreyðu spreingingarnar, sum eins og skríggja út úr málninginum.
Hóast myndirnar ikki eru nógvar í tali, fylla tær hvønn krók á nýggju framsýningini hjá Øssuri Johannesen í Listaglugganum. Hvussu tú so roynir at snúgva tær, lata píndu og ræðsluslignu sálirnar teg ikki í frið eina løtu. Og tað er listamaðurin fullgreiður yvir, tí sum hann sigur
- Reaktiónirnar á mínar málningar eru ofta rættiliga ekstremar. Summi kenna seg álopnan av teimum, meðan onnur mest sum søkka saman í gráti.
Granskar sálina
Onkustaðni har - á markinum ímillum tað, tú illa vilt rúma og tað djúpt kensluliga, ríða málingarnir hjá Øssuri Johannesen á síni ferð í menniskjaliga sálardýpinum.
- Tað eru eftirhondini nógv ár síðani eg vinkaði farvæl til ytra heimin og í staðin byrjaði at granska sálina. Ytri heimurin er bara við sum symbolir úr náttúrini í tann mun, tey styrkja eint ávíst huglag. Eg máli ikki tað, sum eg síggi, men tað sum eg føli - og kanska onkur annar kennur seg aftur í kenslunum, sigur Øssur Johannesen.
Men meðan ytri heimurin verður verandi uttanfyri, er hann ongantíð longri burturi enn tey menniskju, listin onkursvegna rakar. Tí eru eisini altíð glottar at hóma, tí menniskju kunnu steðga á, hugsa seg um, broyta meining og kanska eisini heimin, hugleiðir Øssur Johannesen.
Ódnin og tónleikurin
Tí er tað heldur ikki heilt av tilvild, at listamaðurin í hesum døgum gevur eina dupultfløgu út við heitinum "Indianaraandar kundu bjarga jørðini". Eisini í tónleikinum á fløguni vigar Øssur Johannesen millum tað meditativa og tað víðgongda við sterkum íblásti úr indianskari mentan og filosofi.
- Indianarar hava gjøgnum øldir víst okkum, hvussu væl tað ber til at liva við virðing fyri og í harmoni við náttúruna. Allíkavæl hava vit ikki dugað ella viljað fata tað, og nú kemur tað okkum aftur um brekku. Men eg trúgvi framvegis uppá, at 'indianaraandar kundu bjargað jørðini', sum heitið á fløguni boðar frá, sigur Øssur Johannesen.
Tónleikurin á fløguni er í stóran mun improviseraður, og hon er upptikin eftir bert tveimum kvøldum.
- Júst tá upplivdi eg, at tónleikurin støðugt streymaði ígjøgnum meg, og tí tóku vit fløguna upp mest sum í einum. Harður stormur leikaði á hesi bæði kvøldini, so eg lat vindeyguni upp og lat ljóðið av ódnarveðrinum blanda seg við tónleikin, sigur Øssur Johannesen og leggur afturat.
- Kanska hetta er ein roynd at vísa, at eins og indiánararnir, kunnu vit eisini brúka náttúruna til at skapa nýggjar harmoniir. Um vit ikki megna tað á annan hátt, kunnu vit altíð royna gjøgnum listina, sum er hjartaslátturin í tilveruni - eins og náttúran eisini er tað.
Fakta
Listaframsýning:
Fimm stórir og 4 smærri oljumálningar eru við á framsýningini hjá Øssuri Johannesen í Listaglugganum á Niels Finsensgøtu 25 í Havn.
Framsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 15 og er opin fram til 10. november í upplatingartíðunum hjá Listaglugganum.
Dupultfløga:
Nýggja dupultfløgan hjá Øssurin Johannesen hevur heitið "Indianaraandar kundu bjarga jørðini".
Øssur Johannesen spælir øll ljóðførini sjálvur á teimum átta instrumentalløgunum, sum eru við á fløguni.
Rasmus Rasmussen hevur tikið upp og ljóðblandað.