– Tað er eitt lív, eg ikki fekk livað. Tað er ein sangur, eg ikki fekk skrivað. Tað er ein pláta, eg noyddist at gera. Tað er ein tónleikamentan, sum altíð vil vera.
Soleiðis skrivar Steintór Rasmussen, sum í dag gevur út LP við tónleikinum av útgávuni frá í fjør, »Eftir Klaksvíksvegnum«.
– At hesin dagurin upprann er eitt sindur stórt í míni verð. Ein klassiskur húsi og ein pláta við tólv skeringum er veruleiki. Egin orð og løg á mínum kæra móðurmáli ...
Vinyl-elskarar kring landið!
Eg veit ikki hvssu nógvir plátuspælarar eru í Føroyum og hvør ynskir sær júst hesa LP ina. Men afturvið livandi sangi í TUTL háborgini í hjartanum av høvuðsstaðnum, verða klokkan 16.30 í dag 250 plátur av EFTIR KLAKSVEGNUM til sølu fyri 250 krónur eintakið. Og hetta verður tað.
Takk tit, sum vilja stuðla og dyrka tónleikin og leggja vinyl á plátuspælaran.
##med2##
Niðanfyri endurprenta vit grein úr Sosialinum 24. september í fjør:
STEINTÓR FERÐAST EFTIR KLAKSVÍKSVEGNUM
Steintór Rasmussen hevur útgivið nýggja fløgu,
har nógv verður gjørt burtur úr tónleiki, húsa
og framleiðslu. 12 nýggir sangir eru á útgávuni Eftir Klaksvíksvegnum, har eitt stórt og fjølbroytt
lið av tónleikarum og sangarum luttaka
Eyðun Klakstein
Steintór Rasmussen er aktuellur við
nýggjari útgávu, og hann fer allan vegin. Hann hevur framleitt eina góða, gamaldags fløgu við 12 sangum, har nógv verður gjørt burtur úr tónleiki, húsa og framleiðslu.
Tað er langt ímillum hesar útgávur nú á døgum, tí talgilti heimurin leggur upp til, at tónleikarar framleiða einstakar sangir, sum verða útgivnir á netinum.
Steintór hevur valt at ger eina heildarútgávu, sum í fyrsta umfari fæst sum fløga, men seinni eisini sum lp-pláta. Útgávan er sum vera man eisini tøk á talgiltum miðlum. Hetta er eitt sjáldsamt stórverk, sum man vera kærkomið í føroyskum tónleiki.
Steintór Rasmussen hevur skrivað teir 12 sangirnar á útgávuni, og hann ferðast víðahvar í yrkingunum.
Heitislagið »Eftir Klaksvíksvegnum« er ein heilsan til heimstaðin. Klaksvíksvegur er høvuðsæðr í Klaksvík – av posthúshorninum, sum er nú er ein rundkoyring uttan posthús, og út í móti gomlu Klaksvíkini. Leiðin liggur framvið eitt nú Christianskirkjuni, Apotekinum, Føroya Bjór og Roykstovuni: Eftir Klaksvíksvegnum tú mongum gevur ans / Her hava menn og kvinnur trinið lívsins dans / Ein fiskimannabýur har mín tónleikur varð til / Eitt heim við nógvum andlitum eg altíð elska vil.
Steintór hugleiðir um býin, har hann hevur búð og virkað stóran part av lívinum, og beinraku eygleiðingarnar siga søguna um ein fjølbroyttan og broyttan bý: Og bøllarnir teir róptu men ongum gjørdu mein / Tað vóru nakrir vísarar av hinum slagnum ein / Tú vitsti um ein børsara sum koyrdi taxabil / Í býnum tystar sálir og mangan verri skil.
Steintór hevur skrivað ein sang um og til lærarar, og fleiri munnu hava sæð eitt hugtakandi video, sum er gjørt til sangin. Lærarasangurin hugleiðir um gerningin hjá einum av mest sentralu samfelagsbólkunum: Eg siti tí sum lærari og undrist hvønn ein dag / Um alt eg havi upplivað lisið hoyrt og sæð / Gævi mær var unt at lata kyndilin eg
bar / Til næmingar ið vilja lýsa upp og finna svar.
Sjey kendir lærarar kring landið syngja hvør sítt ørindi av sanginum, og tað er við til at geva sanginum bæði tign og tyngd.
Steintór yrkir eisini um kærleika, um lívið og tíðina, um Føroyar, jørðina
og stjørnurnar. Allar yrkingarnar eru prentaðar í húsunum, og tað gevur fólki møguleika at sita við orðunum framman fyri seg, meðan lurtað verður eftir sangunum – júst sum tað plagdi at vera.
Tað er eitt væl mannað og fjølbroytt lið, sum spælir og syngur á útgávuni.
Steintór Rasmussen er høvuðspersónurin, tí hann hevur skrivað sangirnar, og hann syngur við á fleiri teirra. Annar lyklapersónur er Kim Hansen, sum hevur framleitt nógvar av sangunum.
Nógv fólk luttaka á ymiskan hátt. Umframt Steintór syngja eitt nú Asta Højgaard, Kim Hansen, Páll Brim, Hallur Joensen, Bárður á Lakjuni, Rakul Ró Steintórsdóttir, Pætur við Keldu og kórið Tarira.
Tónleikarar eru eitt nú Kim Hansen, Josva Debes, Jóhannus á Rógvu Joensen, Ragnar Finsson, Angelika Hansen, Jákup Zachariassen, Erik Biskopstø og mong onnur.
Umframt vanligu poppljóðførini, so sum trummur, bass, gittar og ljómborð, eru eisini nógv onnur ljóðføri, ið krydda sangirnar – alt frá trompet og saksofon til harmonikku og fiól.
Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað tónleikin.
Innskot og Tutl hava útgivið fløguna.