Hon er sostatt elsti núlivandi føroyingur, og okkum vitandi hava bert tveir aðrir føroyingar rokkið so høgan aldur í nýggjari tíð. Teir eru Jógvan Hansen í Vestmanna, sum eisini gjørdist 104 ára gamal og Drikka á Fløtti við Gjógv, sum gjørdist 105 ára gomul.
Anna Askham er fødd í 1901, og er hon ein livandi søgubók, sum minnist og veit um eina heila øld at siga.
Í stuttum kann sigast, at meira er hent í lívstíðini hjá Onnu enn í øll hini 1000 árini, Føroyar hava verið bygdar.
Her kann nevnast, at tað var í 1901, at okkara politiska skipan varð býtt sundur í samband og sjálvstýri, og tað var eisini í hesum árinum, at Tingakrossur kom út fyrstu ferð og sama ár varð parlementarisman sett í gildi í Danmark. Fólkatalið í Føroyum var 15.230 og í Havn búðu 1.656 fólk.
Anna er framvegis púra klár, og hvønn dag situr hon uppi og bindur. Minni hennara er heilt ótrúligt. Hon minnist kongavitjanini í Havn í 1907 - fyri 98 árum síðani. Tað var í hesum árinum, at brennivínslógin varð samtykt við fólkaatkvøðu, og valrættaraldurin var 25 ár. Vegurin niðan í Hoydalar var eisini gjørdur hetta árið. Men fyrsti bilurin kom ikki fyrr enn í 1922, tá Anna var blivin forlovað!
Tað at ferðast var ikki bert sum at siga tað. Skuldi Anna til Kollafjarðar at vitja ommuna og abban var farið við róðrarbáti, inntil mjólkarbáturin "Ruth" kom í 1908. Tað var stórt framstig sum munaði.
Vatn var innlagt í húsini í 1898, men el var einki fyrstu nógvu árini. Petroleumslampur vóru nýttar bæði inni og úti. Anna minnist eisini tíðindatænastuna undir 1. heimsbardaga. Telegramm við tíðindum frá krígnum vórðu sligin upp á Restorffs portur, har sum Hafnia er nú, og so var at skriva av og bera tíðindini heim.
Í 1915 varð Anna konfirmerað av Jákupi Dahl, og í 1925, ella fyri 80 árum síðani giftist hon við Símuni Askham, sum hon hevði verið trúðlovað við síðan 1917. Jákup Dahl vígdi tey bæði og væl kom burturúr. Eftirkomaratalið er í dag væl omanfyri 100.
Sum skilst hevur Anna verið ein merkiskvinna. Hon fekst sum ung við at fotografera. Hetta var sjáldsamt konufólkaarbeiði tá á døgum, og hon framkallaði eisini myndirnar sjálv. Røsk var hon sum fáur. Tað segðist, at tá hon hevði so nógv at gera, at hon ikki helt seg hava tíð at sova, so kundi hon leypa eina nátt um uttan víðari. Hon hevur eisini verið ótrúliga røsk at binda upp á síni, og tað ger hon framvegis.
Anna býr á Ellisheiminum í Havn, og høvi verður at heilsa upp á hana hendan dagin millum kl. 15 og 17.










