hevur sagt, at hann ikki hevur hoyrt um trupulleikarnar fyrr enn í fjølmiðlunum. Lærararnir vóru t.d. í arbeiðssteðgi í eina heila viku í apríl mánaði og stjórin var væl vitandi um støðuna. Stjórin hevur [...] Handilsskúla í Havn. Orsøkin til hetta afturhaldni er, at málið er persónligt, sigur hann. Fyri okkum lærarar er hetta mál als ikki persónligt. Fyri okkum handlar málið um kvalitet í einastu KT-útbúgving í Føroyum [...] samskifti. Stjórin skrivar t.d. til lærararnar: "Tað er ófatiligt, at ein slík útbúgving er er sett í verk á so leysum grundarlag og við almennum skattapengum". Hetta talar fyri seg. Tað leysa grundarlagið
undir at lesa oddagreinina í Dimmu fyri mánakvøldið, sum hevði yvirskriftina "Svangaskarð ella Tórsvøllur", men eftir loknan lestur, var mær greitt, at Svangaskarð er "ein torn í kjøtinum" hjá leiðsluni á [...] leikvøllurin á Svangaskarði, sum gjørdi tað gjørligt, at Landsliðið kundi spæla sínar heimadystir her í Føroyum? Og er tað ikki á Svangaskarði at landsliðið hevur fingið síni bestu úrslit? Og sum skilst er landsliðið [...] um er tað teir eru komnir at síggja og uppliva. Einans eitt stadion uppi í fjøllunum. Leiðarin á Dimmu hevur hug at taka synd í gestunum sum vera beindir inn á Svangaskarð, tí har er onki at bjóða áskoðarunum
at verða sammettar við íløgur í nýtt Suðuroyarskip, íløgur í ferjulegu í Suðuroynni, broytingar av ferjuskáa í Tórshavn og íløgur í eykaferju til Strandferðsluna - alt í alt einar 400 milliónir krónur [...] Skopunarfjørð, ábótum á havnalagið á Sandi og í Hvalba, og um, hvat tað kostar at hækka tunnilin ímillum Hvalba og Tvøroyri og, hvussu stórar íløgurnar verða í hóskandi ferju at sigla ímillum Sand og Hvalba [...] verður læstur fastur, ella minkar, og at møguleikarnir fyri at knýta Suðuroynna tættari at restina av Føroyum trúliga verða útsettir 20-30 ár. Tað er ógvuliga sannlíkt at undirsjóvartunnil til Sandoynna, saman
nú fer í holt við at hava lið í spinning er, at hetta ítriv er vorið sera væl umtókt í londunum uttan um okkum, eins og hon helt, at tað er tørvur á einum størri útboðið av kropsvenjingum í Føroyum. Eisini [...] leiðbeinarum frá, hvussu farast skal fram, tá næmingarnir skulu »spinna«. Vælumtókt í Danmark Spinning er eitt frítíðarítriv, sum í londunum kring okkum er vorið sera væl umtókt seinastu árini, og til tess eru [...] ikki at vera í góðari venjing ella at duga at dansa fyri at kunna »spinna«. Elsa Maria greiður frá, at einasta útgerðin tú skalt hava við er eitt handklæiði umframt eitt ílat at hava vatn í, tí tað er sikkurt
sum gjørdi kvøldið til eitt rættuligt hugnakvøld, við tað at Hotel Føroyar í sambandi við tiltakið hevði nøkur góð tilboð í matstovuni. Salurin var so at siga fullsettur, tá byrjað varð, og tey knappliga [...] ljós fullu saman í eina eind, og áskoðararnir kundu rætttuliga sita og njóta tað heila. Áðrenn áskoðararnir fóru heim, fingu øll hvør sín gávuposa, har klædnapløgg av ymsum slag vóru í. Harumframt vórðu [...] latin av ymsum føroyskum handlum eisini í hesum posum. Tilsaman var talan um 300 gávukort, sum vórðu lutaði burtur, so ein fittur partur av áskoðarunum fingu í posa og sekk, tey bæði kvøldini, ið framsýningin
politikkari. Edmund Joensen hevur eitt langt lív í politikki. Nógv ár á Føroya Løgtingi, fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum, fyrrverandi Føroya Løgmaður í stutt tíðarskeið, og umboðar nú Føroyar á danska [...] tey, ið hava upplivað meira enn eina búskaparkreppu er tilvitað, at henda eisini leggur at landi í Føroyum, bert seinkað av sjóvarfallinum. Eg fari ikki at endurgeva búskaparligar forsøgnir, tí hesar kunnu [...] nøkrum øðrum, til nakran sóma. Hinvegin kann framferðin nýtast til at seta politisku ábyrgdarkensluna í perspektiv. Búskaparligu rembingarnar, ið hava rakt heimin, eru ávegis, og partvíst komnar til Føroya
ellisheim og heim fyri minnisveik koma í Vági beinanveg, og her er mest sum alt klárt. Nógv annað er at taka hond um í Suðuroynni, tí oyggin er tann stóri útjaðarin í Føroyum og aldursbýtið er skeivt. Tað ræður [...] Hann fegnaðist eisini, tá hann kom til valstaðið í Trongisvági at hitta miðlaumboð fyri sjónvarpið og Rás 2, tá endaliga úrslitið á størsta valstaðnum í Suðuroynni bleiv kunngjørt og tað var greitt, at [...] møguleika at seta búgv í Suðuroynni. Rokna vit runt, at suðurleiðin kostar 100 milliónir árliga, so kunnu hesir pengarnir forrenta nokkso nógv, sigur Jacob Vestergaard. - Ætlanin um eftirskúla í Hvalba skal eisini
yvirnátta á Herberginum, økist í hvørjum. Í fjør yvirnáttaðu 1274 fólk har, meðan talið í ár longu er farið upp um tey 1100. Tá árið er av, fer talið at verða munandi hægri enn í fjør. - Tá vit byrjaðu við [...] heimleysu í Føroyum økist, men framvegis kunnu tey onga hjálp fáa frá myndugleikunum, tá tey standa á gøtuni uttan hús og heim. Fleiri og fleiri fólk leita sær hjálp á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn [...] menn og kvinnur eru fyri seg, men ofta verða vit noydd at leggja fólk á gólvið í rúminum, har vit eta. Átrokandi við hjálp Í leygardagsblaðnum høvdu vit samrøðu við Martin Eliassen úr Klaksvík, sum ongastaðni
hava ringa ávirkan á lívið hjá einum tannáringi heima í Føroyum. Tó eiga hesi kendu at ansa sær. Tey eru vitandi um, at alheims slaturpressan altíð er í hølunum á teimum, og um tey gera okkurt býtt, so veit [...] leiklut í lívinum hjá persóninum, og hetta ger, at talan nærmast verður um eina avgudadyrkan. Tað finnast óteljandi dømir um, at ungfólk eru komin illa fyri, tí at tey hava lagt so nógva orku í at "dyrka" [...] niðurundurkomin í rúsevnismisnýtslu, umframt at hann er kendur fyri at oyðileggja kømurini á teimum gistingarhúsum, ið hann vitjar á sínum konsertferðum kring allan knøttin. Tað skal eisini havast í huga, at
allari list í Føroyum, trongur, og tí hava nógv góð listafólk, tónleikarar, yrkjarar, myndlistafólk, frásøgufólk, o.o. í hesum døgum ókeypis verið við at mynda nøkur hugnalig og fullsett kafé-kvøld í gamla meiaríi [...] lutað býarbørnum sínum. Hetta seinasta árið hevur kommunan rættiliga verið í ?spanderbrókunum?. Milliónirnar, sum hava rullað í ta nýggja fótboltsstadionið, Tórsvøll, hava næstan ongan enda tikið. Og har [...] sum gongur so við lív og sál upp í Tórsvøll, sum ávísir harrar, - eru teir nevndir, so eru teir kendir), til at velja at pumpa allar milliónirnar vit (ikki) hava til yvirs í fótbólt? Er tað enn tann gamla