Jon Jonsen og Silvia Lauritsen
Fyrrverandi datamatikaralærarar á Føroya Handilsskúla
Handilsskúlastjórin hevur alment sagt, at hann ikki vil úttala seg um, hví datamatikaralærararnir hava sagt seg úr starvi á Føroya Handilsskúla í Havn. Orsøkin til hetta afturhaldni er, at málið er persónligt, sigur hann. Fyri okkum lærarar er hetta mál als ikki persónligt. Fyri okkum handlar málið um kvalitet í einastu KT-útbúgving í Føroyum. Vit føla tað sum samfelagsskyldu at siga frá, tá vit meta, at hesin kvalitetur verður misrøktur. Vit loyva okkum tí at svara tí, sum stjórin hevur ført fram alment.
Stjórin hevur sagt, at hann ikki hevur hoyrt um trupulleikarnar fyrr enn í fjølmiðlunum.
Lærararnir vóru t.d. í arbeiðssteðgi í eina heila viku í apríl mánaði og stjórin var væl vitandi um støðuna.
Stjórin hevur sagt, at samskiftið við lærararnar hevur verið nóg gott.
Kann eitt samskifti vera nóg gott, um ikki báðir partar halda tað?
Stjórin sigur seg hava tosað nógv við lærararnar.
Stjórin hevur ongantíð tosað beinleiðis við lærararnar, meðan trupulleikar hava verið. Hann hevur einans sent teimum nakrar teldupostar. Teldupostar sum eru ógvuliga sigandi og sum staðfesta tað lærararnir hava lært tey lesandi: at teldupostur er Guðs gáva til vánaliga leiðslu og skaðiligt samskifti.
Stjórin skrivar t.d. til lærararnar: "Tað er ófatiligt, at ein slík útbúgving er er sett í verk á so leysum grundarlag og við almennum skattapengum". Hetta talar fyri seg. Tað leysa grundarlagið stjórin sipar til her, er m.a. teir manglandi lestrarplanirnir, sum annars eru lógarkrav. Hesir manglandi lestrarplanir er ein av grundunum til, at lærararnir hava sagt seg úr starvi. Skúlin hevur meldað klárt út, at peningur ikki eru til hesar lestrarplanir.
Hetta merkir tó ikki, at útbúgvingin altíð hevur virkað undir so leysum grundarlag. Lestrarplanir hava fyriligið til allar flokkar higartil, men ikki til núverandi flokk, sum byrjaði lesturin samstundis, sum stjórin tók við leiðsluni.
Fyri nøkrum árum síðani evalueraði tað danska undervísingarministeriið tær donsku datamatikaraútbúgvingarnar, sum tann føroyska útbúgvingin svarar til. Teir donsku skúlarnir revideraðu útbúgvingarnar við nýggjum lestrarplanum, har hædd var tikið fyri teim ráðum evalueringin mælti til.
Hesa revidering kennir leiðslan tó onki til, tí at útbúgvingarleiðarin, sum hevði innlit í hetta, bleiv sagdur úr starvi og skúlin gjørdi onki fyri at varðveita nakra vitan um útbúgvingina. Núverandi leiðsla veit tí onki um datamatikaraútbúgvingar og víðari KT-lestur annars og hvat hetta er og krevur í mun til miðnámsútbúgvingar. Stórsti trupulleikin er tó, at leiðslan ikki er greið yvir, at henni manglar vitan.
Stjórin hevur sagt, at lærararnir hava fingið allar neyðugar fundir og at skúlin hevur hjálpt lærarunum at skapa betur umstøður.
Eru tað veruliga lærararnir sum "fáa" fundir og "skúlin sum hjálpir lærarum" at skapa umstøður? Er tað ikki skúlin, sum hevur ábyrgd fyri at skapa umstøðurnar og harvið skúlin, sum hevur fundirnar fyri neyðini?
Hetta sigur nakað um tann hugburð, sum hevur rátt á skúlanum. Tá lærararnir hava gjørt vart við, at tað var neyðugt við einum undirvísingarhøli (ja, tað hevur veruliga verið neyðugt ferð aftaná ferð), er tað skúlin, sum hevur hildið seg gjørt lærarunum eina tænastu við at fáa eitt høli til vega. Initiativ til alt tað, sum skúlin hevur ábyrgd fyri at skapa, hevur ligið hjá lærarunum. Hetta gongur so leingi, sum leiðslan dugir at siga "takk", men tá tøkkin verður vend til, at lærararnir verða kallaðir krevjandi, er tað ikki stuttligt longur.
Stjórin hevur sagt, at talan er um ein fastan lærara og ein hjálparlærara.
Hetta vísir hvussu lítið skúlin kennir til arbeiðið hjá lærarunum. Lærararnir hava altíð arbeitt sum eitt team við javnari ábyrgd fyri undirvísingini.
Lærararnir hava í langa tíð bíða eftir at fingið setunarskriv sum svara til tveir fastar team-lærarar og ta revideraðu útbúgvingina.
Tað nærmasta, sum lærararnir eru komnir nøkrum setunarskrivi, er eitt uppskot frá skúlanum, har allir teigar incl. starvsheitið var fylt út við spurnarteknum.
Tá lærararnir siga, at arbeiðsumstøðurnar ikki eru forsvarligar, er ikki bert talan um ítøkilig materiel ting so sum hølir, lestrarætlan og aðrar rammur. Talan er eisini um menniskjanslig virði, sum hava verið ógjørlig hjá lærarunum at fingið eyga á. At hesi virði ikki eru til staðar og onki annað enn pengar og fasada eru huganum hjá leiðsluni, er oyðileggjandi fyri kvalitetin á undirvísingini og harvið útbúgvingini. Hetta er ikki nøktandi í longdini.