ómissandi felagar í autokratiskari samgongu í komandi heimsskipan, har depotar órevsaðir kunnu gera tað, teimum lystir. Kortini eru tað tey um okkara leiðir, ið yppa øksl, ja enntá summi, sum bera í bøtuflaka [...] Viktor Orbán, Robert Fico, Erdogan, sum heldur hondina yvir Hamas og politiskum fraktiónum í Europa. At summi í Føroyum yvirhøvur sáa iva um, hvar vit hoyra heima geopolitiskt er óskiljandi - sum bert kann [...] fyrrverandi KGB-agentur, og hansara harkalið hava øll sín uppruna í Sovjet, sum var eitt djúpt korrupt einaræði, sum at enda sakk í søgunnar øskudunga. Hóast fallið, so hildu netverkini fram, og lógu
kvinnur í politikk. Mítt svar er ja. Hví? Tí kvinnur hava nakrar eginleikar sum samfelagið hevur tørv á, og sum ov nógvir menn í flokki ikki megna at lyfta, umframt at tað er ein sjálvfylgja í vanligari [...] enn kvinnur, menn høvdu so sanniliga eisini havt tørv á einum skeiði um politikk. Men politikkur í Føroyum í dag er ein mannsverð, eitt kall til kallar og millum kallar. Tí kann tað verða trupult hjá kvinnum [...] kvinnum í politikk? Skulu vit hava aðra valskipan ella kanska bara eitt valdømi? Semjur? Spurningarnir eru nógvir, semjurnar fáar og ivamálini stór. Kjakið á Løgtingi og millum politikarar melur ofta í kring
til, at hetta kann tykjast ógvusligt og øðrvísi enn tað vit eru von við í Føroyum? -Vit skulu síggja tað positiva í tí. Fjølbroytni í byggingini er eisini við til at skapa eitt spennandi umhvørvi, og tað [...] Hoydal, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum halda ætlanina hjá Jákup á Dul Jacobsen at fremja eina risastóra byggiætlan í Hoyvíkshaganum verða sera kærkomna, so heldur landssstýrismaðurin í Vinnumálum, at [...] fyri, at tað verður rensl í samfelagnum. Og landsstýrismaðurin ásannar, at tað at Jákup á Dul er komin higar við hesum útbyggingarætlanum - at tað eru tey, sum síggja møguleikar í samfelagnum - er eitt gott
Tað tykist alt í løtuni at renna upp í eina suggesión, at: “Vit fáa ikki okkara fólk heimaftur, og tað almenna má gera nakað ítøkiligt”! Seinastu viku var orðaskifti í Sjónvarpi Føroya – løgið orðaskifti [...] her er bæði talan um heilt nógvar íløgur og gjøgnumførda vitan, ivasamt er, um hetta í heilatikið kann gerast í Føroyum, samstundis sum ein fiskimaður og skipari við dyggum og drúgvum royndum avdúkaði, at [...] orðaskifti - har verturin, Ingólf Olsen, hevði fatur í Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Sjúrði Skaale, politikara. Tosað varð um at fáa vælútbúnar føroyingar aftur úr útlondum, serliga úr Danmark.
eg havi skilt tað, so halda tey í FSF, at tíðin nú er búgvin, soleiðis at tað verður ein venjari, sum er fast búgvandi í Føroyum, sum skal taka sær av landsliðnum. Og í fótbóltsheiminum er tað jú so, at [...] liðið tørv á kensluni av at vinna ein dyst. - Men í øllum førum, so vóni eg, at arbeiðið kring landsliðið heldur fram í sama duri. Eg eri ikki eitt sekund í iva um, at tann kósin, sum hevur verið løgd, hevur [...] Hann hevur nú í átta ár verið hjálparvenjari hjá liðnum, og tí kennir hann liðið betri enn tey flestu. Hartil kundi tað líkst einari innkoyringsperiodu, tá Jógvan Martin í ár varð settur í fulltíðarstarv
Eva fór fram millum stásiligar veteranar og ráðharrar og fekk svørð í hond. Hon reiggjaði svørðinum og stakk tað inn í eina rivu í pottinum og spenti á, so eldurin kyknaði aftur.. Alt hetta hendi sjálvsagt [...] eldurin undir Triumfboganum í París kyknar (Mynd: M.T.) Mynd2 Eva (í miðjuni) og familjan hyggja at sjónbandaupptøkum av hendingini, tá 10 ára gamla Eva gjørdist partur av stórhending í París (Mynd: D. Olsen) [...] familju koyrdu niður gjøgnum Europa. Men túrurin inni í sjálvum franska høvuðsstaðnum, París, skuldi gerast søguligur fyri 10 ára gomlu Evu. Eldurin í málmpottinum Eva, syskini og foreldrini Flemming og
skalt í holt við tað, tí tað er ein longri mannagongd, sigur Peturbjørg, sum heldur ikki fær nakran serligan peningaligan vinning burturúr. Í ár hevur hon verið í holt við framleiðsluna síðan í januar [...] gjørt páskaregg í frítíðini, hevur hon starvast í Kiosk Aktiv. Nú er kioskin seld, og hon veit ikki rættiliga, hvat framtíðin býðir. Hølini hon leigaði í Bøgøtu til páskasøluna, hevði hon bert í tveir mánaðir [...] sera væl umtókt, og 800 kilo av sjokolátu í páskareggum varð skjótt skrætt vekk. Síðan hon seldi síðsta páskareggið, hevur telefonin hjá Peturbjørg kimað út í eitt, og ikki øll, sum hava ringt, hava verið
Onkur var hvassari í sínum orðalagi, enn onnur í kjakinum, tá nýggja bókin ”Føroya mál á manna munni” hjá André Niclasen varð løgd fram í Miðlahúsinum fríggjadagin. Nýggja bókin er ein av fáu skipaðu royndunum [...] royndunum at finnast at førda málpolitikkinum í Føroyum. Fótbóltsdystir á kvæðamáli Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær í Miðlahúsið, og nógv ymysk sjónarmið komu fram á fundinum. Niðurstøðan tóktist [...] yvir ein kamb. Havandi í huga, hvussu ússaligur málburðurin í fjølmiðlunum ofta er, helt hesin áhoyrarin tað vera neyðugt, at onkur talar at. Ein annar áhoyrari var skjótur at tríva í meir hóvliga tráðin
aftur í tíðina, eru amboðini til tað, tí slíkar kanningar kann Landsstýrismálanevndin seta í verk. Løgmaður vísir eisini á, at kærupunktini frá gamla formanninum í Framtaksgrunninum, fevnir seg í høvuðsheitum [...] somuleiðis biðið Majken Johansen, løgfrøðing, sum eisini hevur verið dómari í Føroyum, um at meta um tilfarið og hon er samd í niðurstøðuni í kanningini. Ikki mítt borð Men nú staðfestir Sjúrður Rasmussen eisini [...] hava serliga ført fram, at hon hevur tvey lýti. Í fyrra lagi verður fýlst á, at kanningin bara fevnir um tíðarskeiðið, sum hendan samgongan hevur sitið. Í øðrum lagi verður átalað, at tað er Sjúrður Rasmussen
Fótbóltur Hóast Fenerbache í løtum líktist nøkrum so sjáldsomum sum turkiskum summargestum í Føroyum, so kundi eingin sál vera í iva um, hvat betra liðið var á Tórsvølli týskvøldið. Talan var um seinnu [...] helst besta løtan, sum B36 átti í dystinum. Í øllum førum, um tosað verður um møguleikar. Um tað var ósketni frá gestunum, sum bar hetta við sær, skulu vit lata vera ósagt, men í øllum førum fekk B36 tveir [...] B36 tó sum kalda pøs. Herbert í Lon Jacobsen, sum ikki tóktist hava sín besta dag, var óskettin við afturlegging, og so kundi Tuncay runda Jákup, áðrenn hann legði bóltin í meskarnar. Og seinni hálvleikur