Ein fantastisk verkætlan

-sum má fáa skjóta og positiva viðgerð sigur landsstýrismaðurin í Vinnumálum um ætlanina hjá Jákup á Dul Jacobsen

Stóratjørn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Eins og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri og Høgni Hoydal, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum halda ætlanina hjá Jákup á Dul Jacobsen at fremja eina risastóra byggiætlan í Hoyvíkshaganum verða sera kærkomna, so heldur landssstýrismaðurin í Vinnumálum, at hetta er ein fantastisk verkætlan, sum má fáa skjóta og positiva viðgerð.

-Hetta er ein verkætlan, sum sannførir okkum í Vinnumálaráðnum um, at Føroyar eru eitt áhugavert íløguøki. At tann politikkurin, sum hevur verið rikin tey seinastu árini, kann eggja íleggjarum til slíkt átak, sigur okkum, at vit hava nakrar karmar, sum hóast alt eru rímuliga nøktandi. Og ikki minst tá vit hava stungið út í kortið ein nýggjan vinnupolitikk, so lagar tað uppundir hesa ætlanina hjá Jákup á Dul Jacobsen, tí málið er at lata okkara samfelag upp, so íleggjarar burturi sum heima kunnu síggja møguleikar fyri, at tað verður rensl í samfelagnum.

Og landsstýrismaðurin ásannar, at tað at Jákup á Dul er komin higar við hesum útbyggingarætlanum - at tað eru tey, sum síggja møguleikar í samfelagnum - er eitt gott dømi um, at vit eru á rættari kós, og tað frøðir hann almikið.

Bjarni Djurholm sigur seg tí kunna taka undir við hesi verkætlan við opnum sinni og stórum spenningi, og hann vónar, at Jákup á Dul Jacobsen røkkur sínum máli.

Hann sigur víðari, at sæð út frá einum landspolitiskum sjónarmiði, so er einasta tilgongd tey hava í løtuni, møguleikin hjá stigtakaranum at ogna sær lendi, og tað er nakað, sum stovnur undir Vinnumálaráðnum tekur sær av. -Eg veit, at hann fær skjótt og positivt svar.

Landsstýrismaðurin sær tað sum sera kærkomið, at Jákup á Dul á henda hátt eisini kann vera við til at eggja øðrum at gera tað sama og at venda eygunum móti hesum samfelagnum.

Javnbjóðis øðrum
-Hetta samfelagið skal vera javnbjóðis øðrum samfeløgum, har tilboðini vaksa og eru margføld, og tí er neyðugt, at vit tryggja okkara ungu fólkum, sum hava lært og arbeitt aðrastaðni, at tey kunnu koma aftur til eitt samfelag, har tey kunnu liva og trívast. Vit øll eru so mobil í dag, at man fer har, sum møguleikarnir eru, bæði arbeiðsliga og sosialt. Tað er eisini ein uppgáva hjá politiska myndugleikanum, at fólk trívast í gerandisdegnum. Hetta er tí eitt ótrúligt átak til tess at kunna javnstilla okkum við teir høvuðsstaðir og lond, sum vit í dag kappast ímóti. Hetta er eitt positivt átak, sum fer at vísa seg at vera neyðugt, skulu vit halda fast uppá tað unga og virkisfúsa men ógvuliga mobila fólkið, sum livir í landinum.

Alternativið verri
Uppá fyrispurning um hann sær nakað minus við hesi verkætlan eitt nú í sambandi við eina størri miðsavnan sigur Bjarni Djurholm, at alternativið kann vera verri. -Miðsavnan hendir kortini, og um miðsavnanin, sum vit síggja í dag kann vera styrkt við hesi byggingini, so skapar tað eisini møguleikar. Og at tú hevur betri samferðslumøguleikar kann gera, at fólk kring alt landið fáa gagn av hesum.

Landsstýrismaðurin leggur tó aftrat, at tað verður so ein politisk uppgáva at tryggja tey veiku økini, soleiðis at tey eisini verða partur av menningini.

Hvat sigur landsstýrismaðurin so til, at hetta kann tykjast ógvusligt og øðrvísi enn tað vit eru von við í Føroyum?

-Vit skulu síggja tað positiva í tí. Fjølbroytni í byggingini er eisini við til at skapa eitt spennandi umhvørvi, og tað er eisini avmarkað, hvørjar víddir vit hava at byggja á, og tí verður eisini neyðugt at fara uppeftir heldur enn at spjaða okkum úteftir. So tað síggi eg ikki sum nakran trupulleika.

Tað er Búnaðarstovan undir Vinnumálaráðnum, sum skal taka støðu til umsóknina frá Tórshavnar Kommunu vegna umsøkjaran. Sær kunnugt sigur landsstýrismaðurin, so arbeiðir stovnurin við umsóknini.

-Vit eru spurdir um hetta og okkara svar er, at tað skal arbeiðast skjótt við hesum, tí málið má ikki koma í drag.

Tað er ein fastur prísur fyri at keypa jørð. Prísurin fyri ódyrkaða jørð liggur um 50 kr. fermeturin. Hetta málið verður avgreitt eins og øll onnur mál av samsvarandi slagi sigur landsstýrismaðurin við Portalin.