Fótbóltur
Hóast Fenerbache í løtum líktist nøkrum so sjáldsomum sum turkiskum summargestum í Føroyum, so kundi eingin sál vera í iva um, hvat betra liðið var á Tórsvølli týskvøldið. Talan var um seinnu uppgerðina hjá føroysku meistarunum móti turkiska stórfelagnum, og eftir 4-0 í Istanbul mundi heimaliðið væl og virðiliga kenna sín leiklut: Tann hjá lítlu músini, sum roynir at sleppa livandi frá kettuni.
Dýr mistøk
Heilt livandi slapp B36 ikki, tí 0-5 er uttan iva ein avsmurningur, sum vil nakað. Tølini undirstrikað eisini munin, sum var millum liðini, men tað skerst ikki burtur, at teir hjá heimaliðnum iðraðu seg rættiliga nógv um tey bæði fyrstu málini. Ikki minst tí B36 stóran part av fyrra hálvleiki tóktist at hava so hampuligt tamarhald á dystinum.
Gamaní var sjónligt, at Fenerbache ikki hevði ætlanir um at leggja alt ov nógv fyri á Føroya-ferðini. Teir trýstu sjáldan veruliga á ferðilin, og hóast teir til tíðir sýndu sera skjótt og gott samanspæl, so var avrikið eisini merkt av, at einstaklingarnir ov ofta royndu seg í sjálvdrátti. Einar tvær ferðir høvdu teir tó verið heilt nær við. Fyrru ferðina eftir stórt mistak frá Jákupi Mikkelsen, sum tó gjørdi skaðan góðan aftur, og síðani tá Alex úr 18 metrum dundraði á tvørtræið.
Beint fyri steðgin fekk B36 tó sum kalda pøs. Herbert í Lon Jacobsen, sum ikki tóktist hava sín besta dag, var óskettin við afturlegging, og so kundi Tuncay runda Jákup, áðrenn hann legði bóltin í meskarnar.
Og seinni hálvleikur var ikki gamal, tá B36-mistak aftur varð revsað. Hesa ferð ætlaði Santos at skerma bóltin útav, men kviki Yozga vann nærdystin, og so setti hann kós móti málinum. Jákup hálvbjargaði fyrstu royndina úr spískum, men í aðru atløgu varð potað inni við nærmara stólpa.
Kreftirnar uppi
Eitt mál hvørju megin steðgin var ikki tað, sum B36 hevði størsta tørvin á í brekkuni, sum longu var brøtt at ganga. Tað tóktist merkja spælið nakað, men kortini var løtan eftir seinna málið helst besta løtan, sum B36 átti í dystinum. Í øllum førum, um tosað verður um møguleikar.
Um tað var ósketni frá gestunum, sum bar hetta við sær, skulu vit lata vera ósagt, men í øllum førum fekk B36 tveir gyltar møguleikar at minnka um munin. Fyrru ferðina lobbaði Sylla tó við síðuna av bæði Recber og málinum, tá hann hevði strítt seg leysan, og í aðru atløgu varð Hanus Thorleifsson tacklaður somikið ógvusliga í skotløtuni, at hann noyddist skaddur av vøllinum, og tað var dyggur smeitur fyri B36.
Ein smeitur, sum eisini gjørdist serstakliga dýrur seinasta korterið ella so. Við Hanus uttan fyri misti B36 ein av rennisterkastu spælarunum á liðnum, og tað gav at bíta, tá kreftirnar hjá liðfeløgunum vóur um at ganga undan. Hartil gjørdi hetta, at B36 at kalla eingi alternativ hevði, tá Sylla nakað seinni mátti skiftast út. Loysnin varð, at Fróði Benjaminsen varð fluttur niðan í álopið, og so restaði eisini krumtappurin og stýrimaðurin á miðvøllinum.
Og so skramblaði púrasta saman seinastu tíggju minuttirnar. Tapið var kanska óneyðuga og í øllum førum keðiliga - stórt, tá hugsað verður um, hvussu nógva orku B36 støðugt hevði nýtt. Men júst hetta sama hevði so eisini við sær, at nú var ikki meira.
Misjavnar kenslur
Mótstøðumenninir vóru eisini nóg kaldir til bara at drepa dystin fullkomuliga, og so kundu teir nøgdir fara til hús. Teir lovaðu nógv mál á Tórsvølli, og tá alt kom til alt, so gjørdu teir eisini hetta. At B36 sjálvir góvu teimum tey bæði fyrstu, og at hini trý komu móti dystarenda, fara søgubøkurnar ikki at siga nakað um. Tær staðfesta, at B36 samanlagt tapti 9-0 fyri Fenerbache, og tað er tað.
Og júst hetta tóktist eisini tyngja huglagið eftir dystin nakað, tó at teir hvítu allir sum ein kunnu ganga upprættir. Tikið verður ofta til, at tað er eingin skomm at tapa fyri einum betri liði, og í so máta var uppgávan hjá B36 einamest at avmarka tapið. Hinvegin stendur eftir, at B36 sum fyrsta føroyska liðið hevur vunnið seg víðari í europisku meistarakappingini, og tað saman við fíggjarliga vinninginum av hesum er avgjørt nakað, sum bæði spælarar og leiðarar munnu gleðast um.