landsliðsvenjarin
Tað var sjónligt eftir dystin, at okkurt var áfatt. Smáprátandi stóð Henrik Larsen í gongini, og so hvørt, sum spælararnir komu út, vórðu onkrar smávegis heilsanir givnar.
Tá føroyski liðskiparin, Óli Johannesen, kom úr skiftirúminum, var heilsanin tó ikki tann vanliga. Alt fyri eitt varð Óli togaður til síðis, og so kundu gitingarnar bara fara fram um, hvat teir báðir tosaðu um.
Sáttmálin steðgar
Nú er tó greitt, hvat stóð á skránni í prátinum teirra millum. Við evstamark okkara vóru almennu boðini enn ikki komin frá FSF, men beint sum hann var lendur í Kastrup, kundi Henrik Larsen vátta, at hansara dagar sum landsliðsvenjari eru um at verða taldir.
- Tað er rætt. Sáttmálin við FSF verður ikki longdur.
Men tú hevur sjálvur áður sagt, at tú fegin heldur fram í starvinum?
- Ja. Tað havi eg, og tað vildi eg eisini gjarna. Eg haldi meg framvegis hava nakað at geva liðnum, og eg haldi eisini, at møguleikarnir í liðnum at mennast enn meira eru góðir. Men sum eg havi skilt tað, so halda tey í FSF, at tíðin nú er búgvin, soleiðis at tað verður ein venjari, sum er fast búgvandi í Føroyum, sum skal taka sær av landsliðnum. Og í fótbóltsheiminum er tað jú so, at tað eru leiðslurnar og ikki venjararnir, sum gera av, hvør situr í sessinum. So tað er heilt fair, sum hann tekur til.
Tað kundi givið eina ábending um, at navnið á nýggja landsliðsvenjaranum er Jógvan Martin Olsen, men hetta var so ikki nakað, sum Henrik vildi tosa um.
- Tað má so vera upp til FSF - og ikki mín - at gera av.
Men sum hjálparvenjari gjøgnum nógv ár hjá bæði tær og Allan Simonsen er tað væl ein venjari, sum tú kennir væl. Er tað ein eftirmaður, sum tú vildi viðmælt, um tú vart spurdur.
- Tað fái eg slettis ikki svarað uppá. Jógvan Martin og eg hava samstarvað væl, men eg kenni ikki so væl til aðrar venjarar, so tað ætli eg mær ikki í nakra diskussión um.
Úrslitini telja
Enn eitur føroyski landsliðsvenjarin tó Henrik Larsen, og hann staðfestir eisini, at hann framvegis fer at standa við stýrisvølin seinastu tríggjar undankappingardystirnar.
- Tað ætli eg mær, og sjálvandi vóni eg, at vit klára at skapa okkurt gott úrslit í hesum. Júst úrslitini eru annars tað einasta, sum eg ikki havi verið so væl nøgdur um hesi fýra árini, sum eg havi verið venjari. Eg haldi, at vit hava ment okkum nógv, og til dømis móti Kypros kundu vit væl vunnið dystin. Men tað hevur kanska ov ofta verið nær við og næstan, og helst hevur liðið tørv á kensluni av at vinna ein dyst.
- Men í øllum førum, so vóni eg, at arbeiðið kring landsliðið heldur fram í sama duri. Eg eri ikki eitt sekund í iva um, at tann kósin, sum hevur verið løgd, hevur verið tann rætta, og hóast eg ikki longur verið venjari, tá seinni dysturin móti Ísrael er av, so vóni eg sjálvandi framvegis, at menningin hjá føroyska liðnum heldur fram, staðfestir Henrik Larsen at enda.
Jógvan Martin stendur næstur
Spurningurin er so, hvør næsti landsliðsvenjarin verður, og skal metast eftir útsagnunum hjá Henrik, so tykist Jógvan Martin Olsen vera rættiliga upplagdur.
Hann hevur nú í átta ár verið hjálparvenjari hjá liðnum, og tí kennir hann liðið betri enn tey flestu. Hartil kundi tað líkst einari innkoyringsperiodu, tá Jógvan Martin í ár varð settur í fulltíðarstarv hjá FSF. Í øllum førum var tað samtundis ein effektivur háttur at blokera fyri øðrum venjarastøvurm hjá Jógvan Martin. Nakað sum toftamaðurin helst sjálvur eisini hevur verið vitandi um.
Og ikki minst, so benda útsagnirnar um »at venjarin skal vera fastbúgvandi« á, at talan verður um ein føroying. Fakliga eru kanska nakrir, sum tá kunnu sammetast við Jógvan Martin, men sum sagt, so fara royndir hansara við landsliðnum her at geva honum ein fyrimun fram um aðrar føroyskar venjarar. Men júst tann spurningin fara vit helst at frætta meira um komandi vikurnar og mánaðirnar.