Føroyingar ilt við at koma aftur

Lat teir føroyingar koma aftur, sum hava nakað at tilføra okkum og ynskja at koma. Lat teir útlendingar koma higar, sum kunnu geva okkum nakað

Tað tykist alt í løtuni at renna upp í eina suggesión, at: “Vit fáa ikki okkara fólk heimaftur, og tað almenna má gera nakað ítøkiligt”!

Seinastu viku var orðaskifti í Sjónvarpi Føroya – løgið orðaskifti - har verturin, Ingólf Olsen, hevði fatur í Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Sjúrði Skaale, politikara. Tosað varð um at fáa vælútbúnar føroyingar aftur úr útlondum, serliga úr Danmark. Føroyar hava eitt brain drain, tí hesir ikki koma aftur.

Ofta verður sagt niðursetandi: “Fiskur, fiskur og aftur fiskur, latið okkum menna vitanarvinnuna, oljuvinnan er við gáttina, fíggjarheimurin breiðir seg fyri okkum, neyðugt er, at tað almenna ger nakað fyri at fáa vælútbúgvin fólk heimaftur, tí so fáa vit eitt nýmótans samfelag”! Men enn er føroyska fiskivinnan høvuðsvinnan við lít!

Samstundis gevur fiskavirkisvinnan á landi í løtuni hall, ilt er at koma á fremmandan marknað og í útlendskar handlar við detailvørur. Skip hava ilt við at klára seg, og so “vinna nøkur ov nógv”, tí má gerast okkurt við fiskiloyvini, okkara samfelagsbú-skapur er viðkvæmur, tí hann er so einstáttaður. Nakað er í øllum hesum, men ov bíligt er bara at einfaldgera hetta.

 

Føroyskar fyritøkur við succes

Meðan henda suggesjón-líknandi støðan fyrilitarleyst verður blást út í almenna rúmið, síggjast fleiri fyritøkur stinga seg fram, ikki minst uttan fyri Føroyar. Nemi bert við nakrar fáar: Eik-banki fær nú víðfevnt fótafesti í útlondum, Formula Føroyar saman við m.a. FT rennur seg fram, Faroe Petroleum og Atlantic Petrolium keypa partar í øðrum londum, Bitland saman við Vinnuhúsinum fáa tungar og kendar gestir at vitja, Atlantic Airways økir um sítt virksemi við góðum úrslitum o.s.fr.

Her búnast frískir akrar á fleiri økjum, bæði landafrøðiliga og í vinnugreinum.

Ein av spurningunum frá Ingólfi Olsen: ”Hvat hendir um 100 ár?” Sjálvandi standa gestirnir púra forfardir, av einum so víðgongdum spurningi, hvat skulu tey svara? Jú Sjúrður Skaale vitsti eitt, at “bara tey býttu verða eftir”!

Hetta kvøldið kann roknast við, at ikki so fáir føroyingar hugsaðu um menningina frá 1908 til 2008, har grundfíggingin er komin frá fiskivinnuni og eini útbygging av samferðslu- og samskiftisviðurskiftum. – Umráðandi ikki at leypa um veruleikar!

Síðani varð farið meiri nágreiniliga til verka frá gestunum og bólturin fór á rull: “Fáa vit jarðlagt Sandoyartunnilin, og heldur byggja útbúgvingarstovnar. Um vit fáa flutt fólkið úr útjaðaranum inn í høvuðsstaðin, ja, so hava vit eitt “Silicon Valley”. Fáast økini uttanfyri høvuðsstaðin at skilja, at nú er nóg mikið við ískøldum og hørðum samferðsluútbyggingum! Nú skulu bleytu virðini í høvuðsstaðnum prioriterast”!

 

Gykl og fyrigykl

Her gykla og fyrigykla sentralistarnir okkara landsmonnum nakað, sum er óveruligt, hetta er suggesjóns-geyl, uttan nakra próvførslu.

Ísland kennir á sær, at ov mangir eru, sum ikki koma aftur, hóast 2/3 av íslendingum nú búgva á Reykjavíkarleiðini. Danir kenna á sær brain drain.

Hvussu hava t.d. yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum ikki ferð eftir ferð brúkt fjølmiðlar til at fáa sín boðskap út, at “fáa vit niðurlagt Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús, so hava vit eitt framúr gott Landssjúkrahús”. – Hvør trýr hesum? Jú onkur droymari, men annars eingin, sum hevur fylgt søguni og sær nakað fram!

Granskari fær orðið í fjølmiðlunum, sigur einfalt: “Fáa vit tikið livrina, so hava vit 2 mia. krónur í útflutningi av lýsikapslum”. Eingin útgreining, eingi prógv! Til hetta vísir stjórin á Faroe Marine Biotech á, fyrst við sínum eygnabrá og síðani við orðum, at hetta er ikki so einfalt, her er bæði talan um heilt nógvar íløgur og gjøgnumførda vitan, ivasamt er, um hetta í heilatikið kann gerast í Føroyum, samstundis sum ein fiskimaður og skipari við dyggum og drúgvum royndum avdúkaði, at hesi 8000 tonsini av livur ikki eru til, men helst einans 2000 tons. – Hvar eru vit?

Sjálvandi er umráðandi at fáa vælútbúnar føroyingar heim aftur og vælútbúnar útlendingar við bæði førleika við teoretiskari útbúgving og royndum, men umráðandi er sanniliga, at føroyska samfelagið er fyri tey, ið nú búgva her, og fyri tey, sum skulu koma aftur, at hesi ikki bara gerast uppáhang hjá almenna sektorinum, men økja um okkara vinnu og útflutning, tí heimamarknaðurin er avmarkaður!

Lat teir føroyingar koma aftur, sum hava nakað at tilføra okkum, og ynskja at koma. Lat teir útlendingar koma higar, sum kunnu geva okkum nakað!