vit fara at gera eina roynd. Tað sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoy, nú tað aftur verður loyvt at drepa grind. Í kjalarvørrinum á korona, settu myndugleikarnir mark fyri, hvussu [...] Føroyar hava verið koronafríar í rættiliga langa tíð, hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á økinum, verið sannførdur um, at vit aftur skulu fara at drepa grind, og í gjár kunngjørdu sýslumenninir [...] - men biðja áskoðarar halda seg burtur – Landsstýrismaðurin vil at vit aftur skulu drepa grind í Føroyum, og vit sýslumenn eru sinnaðir at gera eina roynd, sigur Karl Johansen. Men hann dylur heldur ikki
og vindmyllurnar framleiða yvirskotsstreym, skal streymurin nýtast í einari pumpuskipan í verkinum í Vestmanna, sum pumpar vatnið upp í goymslurnar, so tær eru fullar. Hetta gevur síðani møguleika at nýta [...] Hákun Djurhuus, og vísir á, at í løtuni eru tríggjar vindmyllulundir í ger, og ein teirra verður bygd av Magn. – Tá Magn er liðugt við Flatnahaga, og vit hava gjørt lundirnar í Porkerishaga og á Eiði, eru [...] okkum mest um summarið, tí tá hava vit sólina í Føroyum, meðan vindframleiðsan og vatnframleiðslan eru svikalig. Nógv tann størsta oljupartin brúka vit í summarmánaðunum, sigur Hákun Djurhuus. Eftir ætlan
sum tóku lut í kanningini. Meðan nøkur av úrslitunum ikki koma óvart á tey flestu, er sum, ið vert er at nema við. Opin fyri eygleiðing So at siga alt ber til í tí elektroniska heiminum, og í dag ber eisini [...] fyri eygleiðing, kemur eisini til sjóndar í spurninginum, um tað er í lagi at arbeiðsgevari kannar hvørjar heimasíður starvsfólk fara inn á. Hóast meirilutin er í móti, 63 prosent, eru heili 31 prosent fyri [...] 90 prosent taka undir við at vakmyndatól eru í handlum. Seinnu árini hevur Dáturáðið havt ein restriktivan politikk fyri vakmyndatólum í dansistøðum, men í nýggju kanningini svaraði helmingurin av teimum
rin í Tórshavnar kommunu var fastur limur í Skógarfriðingarnevndini. Og um hetta mundi var tað Poul Michelsen. Hann hevði stóran áhuga í at grønka um býin, og tað var tá, tankin um eitt frílendi í Hoydølum [...] politikarar og fólk innan økið annars, sum tá í tíðini høvdu hugflog til tað neyðuga í at leggja grøn øki í býnum soleiðis, at sjálvt um talan var um ein bý í vøkstri, funnust grøn øki, har borgarar kunnu [...] uttan iva størsta frílendisøki í Føroyum, sum umfatar niðaru Hoydalar og Boðanes, sigur Annika Olsen. Ætlanin er, at fáa eitt øki, har borgarar kunnu fáa eina uppliving úti í náttúruni. Tað er eisini neyðugt
vaksin tóku lut í arbeiðnum ið hoyrdi til húsið. Eitt nú hoygging, seyðahald og annað. Sum tíðin gekk funnu tú og babba saman og bygdu tykkum hús í Runavík. Tit fluttu inn í húsini í 1970 og hava tit [...] fiskavirkið í Runavík, var hennara starvsstað í 30 ár. Hon røkti starv sítt á fiskavirkinum heilt fram til mánaðin áðrenn hon doyði. Eisini hevði mamma í nógv ár vaskiarbeiði á Stíggjanum í Saltangará [...] Fyrireikingarnar vóru farnar í gongd. Fyrireikingar, sum tey seinstu nógvu árini vóru vorin ein fastur táttur, nevniliga summarútferðin hjá allari familjuni til onkra bygd í Føroyum. Tað var altíð mamma sum
pallin í fjølmiðlunum í meira enn hálvtannað ár, har hon hevur verið í andstøðu til síns sjálvs og alt annað. Teir tríggir ABC-flokkarnir hava upp á skift átt alla viðgerð av politiskum málum í almenna [...] ímillum í hesum spurningi. So í hesum ljósi ber eisini til at siga: Sjálvt í hesum fulkomna ruðuleika, har so miðvíst verður máað burturav álitinum á okkum sjálv, so hevur sambandið altso bert 30% í velj [...] hevur verið í elektroniksu fjølmiðlunum alla hesa tíðina – og heldur ikki undir fyrru ABC-samgonguni. Og nærum ongi andstøðuuppskot verða viðgjørd í fjølmiðlunum – hóast tey eru enntá fleiri í tali enn tey
ræðuliga nógv um hondbólt. Men aftaná vit vunnu dystin í Vestmanna í sætta umfari í farna kappingarári, so hevur verið tosað um hondbólt hvørt vikuskiftið í Kollafirði. Men tað er bara stuttligt, at bygdarfólkið [...] Mors minnir nógv um Kollafjørð í stødd, so í stødd minnir Thy nógv um Føroyar, greiðir Jan Ottosen frá. Hann hevur lagt tað soleiðis til rættis, at hann kemur at halda jól í Thy, tí sum hann sigur. - Eg [...] um, hvussu hann kom í samband við Føroyar og føroyskan hondbólt, greiðir Jan soleiðis frá. - Tað er ein rættiliga stuttlig søga. Eg kenni væl René, sum var hondbóltsvenjari í Føroyum um aldarskiftið. Vit
spæla í móti, gera tað á høvuðsleikvøllinum. Í Slovenia fingu vit nýggja og snotiliga vøllin í Ljubljana, heldur enn at spæla í Maribor, har teir spæla flestu heimadystirnar. Í Frankaríki spældi vit í Guingamp [...] føroyskt orðafelli. Í samrøðu, írskir fjølmiðlar hava gjørt við landsliðsvenjaran í fótbólti, Brian Kerr, verða fleiri áhugaverd evni viðgjørd, sum annars ikki eru tikin upp í Føroyum. Í drúgvari samrøðu [...] Guingamp, har tey ongantíð hava spælt altjóða dystir fyrr. Tá vit vóru í Eysturríki, var tað í Graz, vit spældu og í Italia var tað Florence. Hetta er mannagongdin, at londini leggja okkara dystir á óvanlig
Fimm átøk skulu setast í verk í samband við innflytingarpolitikk. Tað sigur ein arbeiðsbólkur, sum í tvey ár hevur viðgjørt ein komandi integratiónspolitikk. Fyrst og fremst skal ein samskipari setast [...] arbeiðsbólkurin mælir til, verða sett í verk, stuðla upp undir hvørt annað og verða ment so hvørt, sigur arbeiðsbólkurin í álitinum. Bólkurin hevur hugt nógv at skipanini í Íslandi, har tey hava ein stovn, [...] við føroyskum sum annað mál í boði 20 eyka undirvísingartímar, men arbeiðsbólkurin mælir til, at nýggj føst skipan verður gjørd um eyka undirvísing í føroyskum til næmingar í fólkaskúlanum, sum hava føroyskt
Tað er ikki í lagi at verða útvístur, tá man spælir fótbólt á hægsta stigi í Føroyum. Tað mátti tann tá einans 18 ára gamli Filip Djordjevic ásanna, tá hann kom til fyrstu venjing eftir heimadystin móti [...] at tilburðurin fór fram í skemti, mest til stuttleika. Men hann spøkti tó aftur í samband við, at Filip Djordjevic stutt eftir fór úr KÍ. - Ja, tað var eitt sindur uppi og vendi í samband við skiftið, váttar [...] fylti so nógv í hópinum hjá okkum, sigur Hjalgrím Elttør. Filip fer Tilburðurin til fyrstu venjingina eftir heimadystin móti B68 13. juni í fjør var byrjanin til endan hjá Filip Djordjevic í KÍ. Sambært