Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, var sjálv møtt upp til framløguna av verkætlanini. Hon gjørdi longu tíðliga sum umhvørvismálaráðharri greitt, at hon raðfestir økið høgt.
- Hendan ætlanin gongur út upp á, at vit skulu hava fleiri grøn økir kring landið, og hetta er so eitt kærkomið høvi at fáa uttan iva størsta frílendisøki í Føroyum, sum umfatar niðaru Hoydalar og Boðanes, sigur Annika Olsen.
Ætlanin er, at fáa eitt øki, har borgarar kunnu fáa eina uppliving úti í náttúruni. Tað er eisini neyðugt, at landið leggur upp til fleiri grønar blettar runt um í landinum.
- Ikki tí. Tú kanst siga, at allar Føroyar eru ein frítíðarpark yvirhøvur við dølum og fjøllum og fjøru, men tað er neyðugt í framtíðar býarskipan at leggja grøn øki av til okkara borgarar, har teir kunnu røra seg og taka sær av løttum og hugna sær saman við familjuni, sigur Annika Olsen.
Hon fegnast eisini um tað, sum hon kallar eitt sera spennandi samstarv, sum nú er fingið í lag millum land og kommunu.
- Tað er settur ein arbeiðsbólkur, sum skal gera eina frílendisætlan fyri økið, og tann ætlanin verður so liðug í 2010. Ætlanin er eisini, at borgararnir skulu sleppa til orðanna og koma við sínum hugskotum, ætlanum og ynskjum um, hvussu økið skal nýtast. So tað verður spennandi at vita, hvat spyrst burtur úr, sigur Annika Olsen.
Hon vísir á, at tað finnast jú ein hópur av møguleikum, og tað er fyri so vítt bara hugflogið, sum setur mark fyri, hvat úrslitið kann verða.
Gamal dreymur
Tað er nakað óvanligt og heilt nýtt, at land og kommuna ganga saman um eitt slíkt umhvørvissamstarv. Tað gamla hevur jú verið, at landið dikterar og kommunurnar fylgja eftir.
Men her er so talan um ein gamlan tanka, ið stavar heilt afturi frá byrjanini av 90-unum.
- Tá var tað soleiðis, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var fastur limur í Skógarfriðingarnevndini. Og um hetta mundi var tað Poul Michelsen. Hann hevði stóran áhuga í at grønka um býin, og tað var tá, tankin um eitt frílendi í Hoydølum og Boðanesi spratt, sigur Tróndur Leivsson, leiðari av Skógrøkt Landsins.
- Ein av uppruna trupulleikunum var jú, at kommunumarkið fram til 1980 stórt sæð bert gekk niðan á Háls. Ein annar trupulleiki var, at ein partur var landsjørð, meðan kommunan átti ein part, sigur Heðin Mortensen.
Men nú er so funnið fram til eitt samstarv millum land og kommunu, sum fyribils hevur sett hol á ein dreym um eina stórpark, sum kann røkka heilt frá Skansanum, niðan í Hoydalar, niðan í Villingardal og oman móti Gundadali.
Tað er sjálvandi í teoriini, men skøtil er so settur á við hesum samstarvinum um Boðanes og Hoydalar (so sum víst á kortinum).
Grøn øki neyðug
Tað eru sostatt gingin útvið 20 ár síðani hugskotið spratt, til eitt samstarv nú er fingið í lag millum land og kommunu um frílendið.
- Tað er ein gomul ætlan, men eg vóni veruliga, at nakað gott kann spyrjast burtur úr, ikki minst tá hugsað verður um ferðavinnuna, sum kann fáa eina veruliga uppliving á hesum økinum. Økið rúmar jú nógva siðsøgu við gamla Sanatoriinum og trøðni, har stórur dentur varð lagdur á frísku luftina og ta sálarbót, ið fekst gjøgnum hana, sigur Annika Olsen.
Hon vónar, at hetta fyrsta stigið við einum frílendi gjøgnum samstarv millum land og kommunu kan føra til aðrar líknandi verkætlanir við aðrar kommunur kring landið.
- Tað vóni eg í hvussu er. Tað verður neyðugt hjá okkum at raðfesta grøn øki og umhvørvi ovarliga og tað hevur týdning, at vit gera hetta í góðari tíð, sigur Annika Olsen.
Hon tekur Plantaguna í Havn sum dømi.
- Har vóru tað framskygdi politikarar og fólk innan økið annars, sum tá í tíðini høvdu hugflog til tað neyðuga í at leggja grøn øki í býnum soleiðis, at sjálvt um talan var um ein bý í vøkstri, funnust grøn øki, har borgarar kunnu taka sær av løttum, sigur Annika Olsen.
Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við sítt arbeiði komandi ár, og tá roknar landsstýriskvinnan við, at eitt skap av økinum so líðandi kann síggjast.