Á, ikki meira enn 30% til Sambandið...

Nýggja veljarakanningin eigur ikki at gera nakran bilsnan. Heldur eiga vit at venda úrslitinum við og staðfesta, at bert 30% stuðla sambandsflokkinum, hóast ein so miðvísan politikk at fáa fólk at missa alt álit á okkum sjálv

Nu skulu veljarakanningar altíð skolast niður við sunnum ivasemi. Og ongin orsøk er at yvirtulka veljarakanningar við djúptøknum greiningum.
Men nýggjasta kanningin hjá Gallup vísir uttan iva eitt rák, sum – tá smærru flokkarnir eru undantiknir – helst er rættiliga rættvísandi.
Vit hava eina samgongu, sum ikki er ein samgonga, men sum hevur átt allan politiskan pallin í fjølmiðlunum í meira enn hálvtannað ár, har hon hevur verið í andstøðu til síns sjálvs og alt annað. Teir tríggir ABC-flokkarnir hava upp á skift átt alla viðgerð av politiskum málum í almenna rúminum. Ikki eitt einasta kjak millum andstøðuflokkar og samgonguflokkar hevur verið í elektroniksu fjølmiðlunum alla hesa tíðina – og heldur ikki undir fyrru ABC-samgonguni. Og nærum ongi andstøðuuppskot verða viðgjørd í fjølmiðlunum – hóast tey eru enntá fleiri í tali enn tey frá samgonguni. Ei dáni í, at fólk bara kunnu siga: Júmen, her finst jú onki alternativ.

Hvør vinnur kappingina um at sleppa undan ábyrgd?
Hóast onkrar royndir hava verið gjørdar, so hevur ongin í almenninginum sett landsstýrisflokkarnar til ábyrgdar fyri tað, teir hava framt. Ella fyri tað, teir ikki fremja. (Ímyndið tykkum tildømis fjølmiðlaviðgerðina og andstøðuplássið, um nú ein fullveldissamgonga ella CHE-samgonga sat. Ikki ein forsíða ella ein yvirskrivt hevði verið turr við atfininningum, krøvum um atgerðir og ábyrgdarplasering).
Ístaðin hava vit nú havt eina støðu, har sitandi flokkar, ið hava stýrt landinum í knapt 7 ár, verða mettir eftir – ikki hvør tekur ábyrgd ella kann orða og fremja ein politikk – men eftir, hvør dugir at leggja mest av ábyrgd frá sær. Var tað nú ikki fullveldissamgongan, ið hevur skyldina fyri, at sitandi flokkar ikki megnaðu at stýra búskapinum í 7 ár? Ella var tað altjóða fíggjarkreppan? Og skeldast nú løgmaður ikki minni enn hinir báðir floksformenninir í samgonguni – fyri ikki at tala um hasa andstøðuna sum bara finst at?
Vit eiga at staðfesta, at føroyskur politikkur ikki verður vigaður eftir, hvør hevur politiskar ætlanir og kann taka ábyrgd, men í stóran mun eftir, hvør kann selja hjálp og trygd og útsagnir frá eini aðrari politiskari skipan, sum vit ikki velja – altso, hvussu ábyrgdin kann leggjast á aðrar herðar.
Jú størri ruðuleiki og atgerðarloysi og misálit, ið verður skapt á føroyskan politikk og okkara egnu førleikar at stýra, tess størri undirtøka verður fyri tí flokki, ið bjóðar seg sum millumlið til eina aðra skipan.

At skapa ótta og liva av tí
Og hóast táð kann ljóða bersøgið, so haldi eg tað skal sigast: Ein flokkur, ið hevur sum grundarlag, at skapa ótta og misálit á, at vit megna at stýra okkum sjálvum og skapa tryggar umstøður við egnum avgerðum og ábyrgd, hann kann vinna sær undirtøku við at fara í stjórn, og so skapa tann neyðuga óttan og misálitið – og harvið prógva, at vit megna onki sjálv.
Haldi ikki, at vit kunnu lasta Sambandsflokkin fyri hendan politikk, tí hann fjalir hann jú ikki. Heldur kunnu vit lasta teir flokkar, sum stuðla hesi gongd og eru parlamentariska grundarlagið undir henni – serliga flokkar, ið annars siga seg arbeiða fyri einum sjálvstøðugum Føroyum og sjálvberandi búskapi. Teir halda hendan »anti-politikkin« við valdið og kundu gjørt nakað annað, um teir vildu.

Ein eggjan at halda fram við arbeiðnum
Eg eri errin av, at Tjóðveldi sambært veljarakanningum kortini heldur stand og gongur fram. Við tí massiva misáliti, ið hvønn dag verður skapt frá landsins leiðandi flokkum á okkara førleikar og møguleikar at skapa eitt sjálvstøðugt, rættartrygt og samhaldsfast samfelag á egnum grundarlagi – og har alternativini ikki fáa rúmd fyri hartrópandi andstøðuni í samgonguni – er úrslitið av seinastu kanningini ein tileggjan at stríðast nógv meiri. Skjótt man kvotan fyri at koyra øll í sama pott, bara tí at landsstýrisflokkarnir sleppa at kalla seg einasta alternativ, verða uppi.
Annars er tað áhugavert, at hóast hesi – eftir yvirskrivtunum at døma – ógvusligu lop í veljarafjøldini – so hava teir flokkar, ið siga seg vilja broytingar og einar sjálvstøðugar Føroyar framvegis væl omanfyri helvtina av atkvøðunum í kanningini. Og Javnaðarflokkurin liggur jú mitt ímillum í hesum spurningi.
So í hesum ljósi ber eisini til at siga: Sjálvt í hesum fulkomna ruðuleika, har so miðvíst verður máað burturav álitinum á okkum sjálv, so hevur sambandið altso bert 30% í veljarakanningunum.