Tað er ikki í lagi at verða útvístur, tá man spælir fótbólt á hægsta stigi í Føroyum. Tað mátti tann tá einans 18 ára gamli Filip Djordjevic ásanna, tá hann kom til fyrstu venjing eftir heimadystin móti B68 í juni mánað í fjør. Ein dystur, sum KÍ vann 3-0. Evnaríki miðvallarin hevði fingið tvey gul kort og fekk tí bara fyrstu 57 minuttirnar á vøllinum við Djúpumýru, áðrenn hann varð vístur av vølli.
- Til fyrstu venjing aftaná fekk eg at vita, at tey høvdu eina lítla revsing til mín, sigur Filip Djordjevic frá um hendingina.
Hann greiðir frá, at í fyrstani tók hann tað eitt sindur sum skemt.
- Eg fekk boð um at stilla meg mitt inn í málið. Eg skuldi venda ryggin út móti spælarunum, sum so fingu boð um at skjóta bóltar eftir mær. Eisini fekk eg boð um at koyra buksurnar niður, greiðir Filip Djordjevic frá ídag.
- Eg játtaði. Noyddist jú at gera tað. Men nei, eg koyrdi ikki buksurnar niður. Tað var ov eyðmýkjandi, sigur Filip Djordjevic.
Hann vísir á, at har vóru børn á vøllinum, sum fylgja við venjingini hjá teimum vaksnu, og hartil liggur fótbóltsvøllurin soleiðis fyri, at fólk síggja inn á vøllin, um tey ganga ella koyra framvið. Buksurnar fóru tí ikki niðurum, hóast boð vórðu givin um tað, sambært spælaranum sjálvum.
- Hinir spælararnir skutu so eftir mær, ein fyri og annar eftir. Tað vóru tó ikki nógvir, sum raktu meg, leggur Filip Djordjevic afturat.
Tann tá 18 ára gamli leikarin lýsir støðuna, ta sonevndu ”revsingina”, sum eyðmýkjandi fyri seg.
- Eg minnist, at hinir spælararnir flentu. Eg haldi, at teir tóku tað eitt sindur sum skemt. Haldi eisini, at tað var ikki fyrr enn aftaná, at teir sóu, at tað var rættuliga eyðmýkjandi fyri meg, sigur Filip Djordjevic.
Eyðmýkjandi skemt
Hjalgrím Elttør er ein av berandi kreftunum hjá KÍ, hann er liðskipari í ár, og var eisini liðskipari í fjør.
- Jú, eg minnist hasa hendingina, sigur Hjalgrím Elttør, tá vit spyrja hann.
Liðskiparin var til venjing tað kvøldið, men tók sambært sær sjálvum ikki lut í revsingini.
- Eg var ikki við til hasa episoduna. Eg var á staðnum, ja, men eg luttók ikki.
Hvat merkir tað?
- Eg veit ikki. Eg sigi bara, at eg var har, men eg luttók ikki.
Hvør gav boðini?
- Tað havi eg ikki hug at úttala meg um. Hatta er farið.
Talaði nakar at?
- Eg veit ikki. Onkur helt vist, at hetta var nokk so býtt, sigur Hjalgrím Elttør, uttan at kunna útgreina tað nærri.
Liðskiparin greiðir frá, at tilburðurin fór fram í skemti, mest til stuttleika. Men hann spøkti tó aftur í samband við, at Filip Djordjevic stutt eftir fór úr KÍ.
- Ja, tað var eitt sindur uppi og vendi í samband við skiftið, váttar Hjalgrím Elttør.
Liðskiparin hevur ikki so góðan hug at tosa um tilburðin.
- Hatta var tað, sum hendi tá, men tað er farið, sigur hann.
Spurdur, hvat hann heldur um slíka ”revsing” til venjing, svarar Hjalgrím Elttør:
- Tað er helst ymiskt, hvussu man sær uppá tað. Man hevur sæð venjarar, sum koyra hart á leikararnar og revsa teir fyri ymiskt. Eg veit ikki, hvat er rætt ella skeivt. Eg haldi ikki, at henda episodan fylti so nógv í hópinum hjá okkum, sigur Hjalgrím Elttør.
Filip fer
Tilburðurin til fyrstu venjingina eftir heimadystin móti B68 13. juni í fjør var byrjanin til endan hjá Filip Djordjevic í KÍ.
Sambært spælaranum vóru viðurskiftini millum hann og venjaran, Páll H. Guðlaugsson, vánalig. Í kjalarvørrinum á hesari hendingini komu skuldsetingar um, at Filip hevði verið ávirkaður av rúsdrekka áðrenn dyst, og tað skuldi ungi leikarin biðja um umbering fyri frammanfyri hinum leikarunum.
- Tað vildi eg ikki, tí tað passaði ikki, sigur Filip Djordjevic ídag.
Hann hevur tó ikki tosað við hinar KÍ-leikararnar um tilburðirnar, síðstu tíðina í felagnum.
- Eg havi eisini havt nógvar góðar løtur í KÍ, spældi har í hálvt triðja ár. Nú velji eg at hyggja frameftir, sigur Filip Djordjevic.
Framtíðin hjá evnaríka leikaranum bleiv sum kunnugt í Víkingi.
Í juli í fjør endaði samstarvið millum Filip Djordjevic og Klaksvíkar Ítróttarfelag, hóast leikarin var sáttmálabundin alt kappingarárið. 20. juli boðaði Víkingur frá, at felagið hevði skrivað undir sáttmála við leikaran.










