skrivað, er myndin av Danmark neyvan so vøkur úti í heimi longur. Nú eru tað ikki longur bara føroyingar sum halda, at danir ikki eru so fittir, sum teir sjálvir halda. Komandi forsætisráðharrin hevur [...] Folkeparti við Piu Kjærsgård á odda gera restina av skitna arbeiðinum. Og tað er vert at leggja til merkis, at síðani yvirgangsatsóknina 11. september hava einans tveir persónar, sum vit vita um, bjóðað av til [...] inum í Fólkatinginum boðað frá, at Islam skal niðurberjast. Greitt brot á átrúnaðarfrælsi í donsku grundlógini, men tað tosa vit ikki hart um. Tað sum ger valstríðið í Danmark áhugavert eisini í altjóða
ókunnugt fólk er komið á gátt. Fimm ára gamla Turið og trý ára gamla Tóra spæla í gongini, meðan Tórálvur, sum einans er knappan mánaða gamal liggur á sofuni og ger vart við, at tað nú aftur er tíð at fáa [...] onnur tiltøk. Sjálvur heldur hann, at tað meira eru tey dagligu tiltøkini, sum hann fer til í dag í mun til, tá hann var yngri. ? Tað eru so nógv ymiskt tiltøk á norðoyastevnu, at ein kann ikki fara til øll [...] vinarbondini vórðu knýtt á ungum árum og vóru sostatt nóg sterk til at halda, hóast áhugamálini blivu so ymisk. Men tað er eisini long tíð gingin, og teir eru eisini broyttir. ? Teir eru jú teir flestu blivnir
ár, men KR eigur ikki gott lið. Tá ið vit vunnu meistaraskapin í 1999 og 2000 áttu vit framúr gott lið. Teir spælararnir eru nú ymsa staðni kring Europa. Tá ið vit vunnu meistaraheitið í 2002 og í 2003 [...] síðani teir í 2. umfari á heimavølli vunnu á Fram. Rógvi Jacobsen átti stóran leiklut í stórsigrinum. Eftir at hann fleiri tær seinastu ferðirnar orsaka av skaðum hevur verið á verjukendum miðvallarplássi [...] Hjartason, átti síðsta fótin á, og Rógvi átti næstsíðsta fótin á. Fýra minuttir eftir steðgin skoraði Rógvi til 2-0. KR heimasíðan vil vera við, at málið var meinlíkt tí, sum Rógvi á sama vølli í 2003 skoraði
slag, so eru tað nú mest fólk, sum tjena væl, ið bíleggja sær bil. Ofta eru tað yngri sjómenn. Týskarar fara væl um Jens Pauli Dahl hevur eina greiða meining um, hví brúktir týskir bilar eru so nógv e [...] men har hava bilarnir koyrt á verri vegum og eru eftir mínum tykki ofta ikki eins væl hildnir sum teir týsku bilarir. Jens Pauli Dahl hevur ta fatan, at viðskiftafólk hansara eru glað fyri sínar innfluttu [...] innfluttu bilar, og fleiri hava longu bílagt sær bil frá JB-Bilum á øðrum sinni. Men á summum av landsins bilasølum eru tey ikki so fegin um stóra innflutningin av brúktum bilum til landið, tí hetta minkar sjálvsagt
alla Suðuroy, at virksemið aftur er á flakavirkinum á Tvøroyri. Men tað kann á ongan hátt verða rætt, at løgtingið nú skal lóggeva til fyrimuns fyri einum ávísum virki, sum tó ikki sjálvt er [...] sum Kári á Rógvi eisini vísti á, so kann tað, at fólk ikki sleppa at kæra, føra til at tey í staðin fara at stevna, og tá er líka vítt sum sítt, tí tá kann málið draga nógv longur út. Øll eru vit samd um [...] at landsins myndugleikar nú mugu leggja seg skerflatar fyri kapitalinum. Men tað er ikki rætt, at eitt ting skal gera serlógir fyri einstaklingar – og, sum Kári á Rógvi segði í Kringvarpinum
Nú hava óhjálpin, sum hava brúk fyri heimarøkt, ella sum eru á bústovnum, fingið eitt felag at hjálpa sær. Tað hendi á fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, tá ið felagið, sum skal røkja áhugamálini hjá [...] i hjá. Eitt nú varð víst á, at vit hava eitt landsfelag fyri pensjónistar og at tað er ongin meinin í at stovna eitt nýtt felag, sum røkir somu uppgávur, sum tað. Tí varð uppskot frammi á fundininum í [...] fult av fólki á fundinum í gjárkvøldið. Rúna Sivertsen, sum er stigtakari til felagið, fegnast um góðu undirtøkuna. Men hon heldur, at tað er ov vánaligt, at teir politikarar, sum vóru komnir á fund, kundu
Hansen er formaður, frá Býarsavninum og Tinglýsingini. - Harumframt kenna vit søguna um umhvørvið har á leið, vísir landantikvarurin á. Men higartil hava fornfrøðisligu myndugleikarnir ikki verið og kannað [...] Tinghúsvegin í Havn dregur út. Nú hevur Steffen Stumman Hansen, landsantikvarur, gjørt av at taka málið upp sum eitt friðingarmál. Tað merkir, at byggideildin hjá Fornminnissavninum nú skal kanna húsini fyri at [...] Spurdur, hvat avgerðin um at taka málið upp sum eitt friðingarmál byggir á, sigur Steffen Stumman Hansen, at avgerðin byggir á upplýsingar um sjálvt húsið, og søguliga umhvørvið, tað stendur í. Upplýsingarnar
leggur stóran dent á, at føroyingar vera við til at manna størvini í tí virksemi, sum verður í sambandi við oljuleiting á føroyskum øki. Hann sigur annars, at spírin til at føroyingar nú eru inni í skipanini [...] verið á skeiði á nýggja og einasta skúla av sínum slag í New Orleans í statinum Virginia í USA. Talan er um fyrsta part av eini røð av skeiðum, sum skulu geva einum atgongd til at arbeiða umborð á boripallum [...] arbeiði eitt nú á boripallum. Hann nevnir í hesum sambandi, at hann er eitt sindur vónsvikin av ALS, sum ikki var ført fyri at hjálpa honum. Annars vónar hann at kunna fáa framtíðar starv á einum oljupalli
í august mánaða. Nú eru eingir tíggjubeintir kamelar, ongar grønar meyrur, eiheldur aðrar verur í rúminum. Pristavkin, ið er sagdur at vera ov náðigur, fer frá; strangari tíðir eru í komu. Í juli, tá [...] komu upp á veggirnar, men teir brúnu ráðisligu møblarnir, lampan og telefonirnar eru øll frá døgum Pugos. Pristavkin fór undir arbeiði her fyri tíggju árum síðani, meðan byrsumúlin peikaði á pannuna - [...] tjetjenaburturflytingina í 1944. Á perestroika døgunum spjaddist bókin úr einum máli í annað, og tað einasta Pristavkin vildi, var at halda á sum rithøvundur. Men á heysti í 1991 fór Sergei Kovaljov, ein ið
eisini gjørt skaða á fornminni og elvt til skriðulop har. - Í Avstralia eru tær nú heilt bannaðar, og har verður mett, at tær gera skaðar fyri milliardir á hvørjum ári. Kaninur eru fitt kelidjór, men tá [...] lundalandi í Mykinesi. Á Náttúrugripasavninum eru tey sera ørkymlað av at hoyra um kaninir í føroysku náttúruni. - Tær hoyra ikki heima her, og fara tær at nørast, kann roknast við skaða á okkara djóra og plantulív [...] somu myrku blettir á hala og oyru. Men tær kaninir, ið vit kunnu vænta at síggja her, líkjast ikki heilt teimum villu kaninunum. Støddin er misjøvn og tær hava ofta hangandi oyru og eru øðrvísi littar. Tey