Hava stovnað felag fyri óhjálpin

Nú hava óhjálpin, sum hava brúk fyri heimarøkt, ella sum eru á bústovnum, fingið eitt felag at hjálpa sær.

Tað hendi á fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, tá ið felagið, sum skal røkja áhugamálini hjá teimum óhálpnu, formliga varð stovnað.

At hetta er eitt mál, sum fyllir nógv í hugaheiminum hjá fólkið var skilligt, tí Miðlahúsið var stúgvandi fult av fólki á fundinum í gjárkvøldið.

Rúna Sivertsen, sum er stigtakari til felagið, fegnast um góðu undirtøkuna.

Men hon heldur, at tað er ov vánaligt, at teir politikarar, sum vóru komnir á fund, kundu teljast á aðrari hondini.

- Sum eg sá tað, vóru tað bara kvinnuligir politikarar, eins og 90% av fundarfólkinum vóru kvinnur.

- Tað sigur eitt sindur um, hvør tekur ábyrgdina av hesum økinum.

Hon staðfestir kortini, at tað verða eisini menn, sum fáa brúk fyri felagnum, so teir munnu eisini fara at vísa seg fyrr ella seinni.

Arbeiðsbólkurin hevur ikki havt stundir at gera viðtøkur fyri felagið og tí verður aðalfundur aftur í heyst, har viðtøkurnar skulu samtykkjast.

Í hesum sambandi skal eisini ásetast nágreiniliga, hvørjar bólkar í samfelagnum, felagið skal røkja áhugamálini hjá.

Eitt nú varð víst á, at vit hava eitt landsfelag fyri pensjónistar og at tað er ongin meinin í at stovna eitt nýtt felag, sum røkir somu uppgávur, sum tað.

Tí varð uppskot frammi á fundininum í gjárkvøldið um, at felagið skuldi miðsavna seg um fólk, sum høvdu røkt fyri neyðini, tí tað var harðliga tiltrongt, at tey fingu eina rødd mótvegis myndugleikunum.

Felagið hevur fingið navnið Eldramálið, men eisini tað er ein spurningur, sum verður tikin upp í heyst.

Nevndin fer til verka alt fyri eitt og tað fyrsta, hon ger, verður at skipa seg.

Annars skal nevndin virka fyri at fáa ásett tal fyri, hvussu lutfallið ímillum starvsfólk og búfólk á einum bústovni skal vera.

Somuleiðis skal nevndin virka fyri, at tey, sum vilja búgva heima sum longst, skulu kunna tað og at tilboðini til tey eldru verða lagað eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Myndin er av arbeiðsbólkinum, sum hevur fyrireikað felagið og sum eisini varð valdur í nevndini, og tey eru frá vinstru: Kirstin Simonsen, Mary Antonsdóttir, Tóra Tórgarð, Rúna Sivertsen, Betzy og Anne-Dot Ludvig. Á hinari myndini er tað sjenydi nevndarlimurin, Torkil Skála.