Hæddarpunktið á sumrinum

? Fyrr plagdi eg at gleða meg til tiltøkini á kvøldi og náttarlívið á norðoyastevnu og øðrum stevnum, men í dag eru tað meira tiltøkini um dagin, sum eg fari til saman við konu og børnum, sigur Sigmundur Brestisson

Inni í køkinum situr tvey ára gamla Sólvá og etur fransbreyð. Hóast hon er prikkut um alt andlitið og allan kroppin av skaldkoppum, so er lagið gott, og hon tykist ikki at ørkymlast av, at ókunnugt fólk er komið á gátt. Fimm ára gamla Turið og trý ára gamla Tóra spæla í gongini, meðan Tórálvur, sum einans er knappan mánaða gamal liggur á sofuni og ger vart við, at tað nú aftur er tíð at fáa at eta.
Sigmundur er blíður og býður sess, meðan hann tekur lítla Tórálv upp og setur seg við honum.
Sigmundur er ein maður, sum í sínum ungu døgum var kendur millum síni vinfólk og onnur at altíð vera við uppá býtúrar. Hann plagdi at gleða seg til norðoyastevnu og ólavssøku fyri møguleikan at sleppa at hugna sær um kvøldið og ballast saman við vinum. Men tað broyttist alt næstan yvir eina nátt, tá Sigmundur bleiv frelstur sum 22 ára gamal. Tað broytti alt hansara lív, og harvið eisini gleðina við summarstevnunum herheima.
? Tað er ongin ivi um, at norðoyastevna er hæddarpunktið á sumrinum her, og tað er eitt gott høvi til at hitta vinir og kenningar. Men tað er sjálvandi ymiskt sum fólk velja at halda stevnuna, heldur Sigmundur.
Hann og konan, Elisabeth, plaga at fara trillitúr við børnunum í tivoli. At hyggja eftir kappróðri og at ganga til onkur onnur tiltøk. Sjálvur heldur hann, at tað meira eru tey dagligu tiltøkini, sum hann fer til í dag í mun til, tá hann var yngri.
? Tað eru so nógv ymiskt tiltøk á norðoyastevnu, at ein kann ikki fara til øll, tí so verður tað alt ov nógv hjá børnunum. Tey skulu sjálvandi merkja, at tað er nakað serligt á skránni, men tað má ikki blíva ov stressandi, sigur hann.

Tosar við fólk
Sigmundur heldur somuleiðis, at stevnur, tá nógv fólk savnast, er eitt gott høvi til at práta við fólk. Hann hevur ofta upplivað, at tað koma sokallað neyðardýr til hansara og av sínum eintingum byrja at práta um eitt betri lív.
Tað er ikki soleiðis, at hann steðgar fólki á gøtuni fyri at prædika fyri teimum. Hann kennir mong fólk, sum serliga kenna hann aftur av navni og hansara fortíð, og tá er tað ofta, at hann hittir gamlar kenningar, sum fegnir vilja práta við hann.
? Tá tey so fáa eyga á, hvussu gott mítt lív er í dag, so er tað ofta, at tey sjálvi tosa um, hvussu nógv betur teirra lív kundi verðið, greiðir Sigmundur frá. Hann samanber tað við barnið í móðurlívinum. Um ein hevði kunnað samskift við tað og greitt tí frá, hvussu heimurin og lívið uttanfyri móðurlívið er, so hevði tað valla skilt tað. Tí tað má upplivast.
? Soleiðis er tað eisini við at verða frelstur og liva í kristinlívinum. Meðan man er í hinum og bara ferðast í tí ringrásini, so ber ikki til at fáa eyga á tað góða. Tað má eisini upplivast.
Men Sigmundur leggur samstundis dent á, at hann í dag hevur samband við sínar vinir frá fyrr av.
Tað var líka í fyrstuni, at hann helt seg langt burtur frá øllum tí, sum hann hevði ferðast í, men vinarbondini vórðu knýtt á ungum árum og vóru sostatt nóg sterk til at halda, hóast áhugamálini blivu so ymisk. Men tað er eisini long tíð gingin, og teir eru eisini broyttir.
? Teir eru jú teir flestu blivnir familjumenn í dag og hava eisin onnur áhugamál í dag, so vit hava sambandi enn.
Sigmundur sigur, at hann var ikki alkolholikari tá, men hann samanber tað kortini. Hann sigur, at líka sum ein alkoholikari má skifta umhvørvi fyri at koma víðari í sínum nýggja og edrúuliga lívi, soleiðis mátti hann eisini síggja í eyguni, at ein ikki kann hava eitt bein í hvørjari legu og tískil velja. Men tað var ikki so torført, tí hann sigur, at tá áhugamálini gjørdust so ymiskt, so fóru teir í hvør sína ætt mest sum av sær sjálvum.

Onnur læra
Sigmundur roynir at greiða frá sínum lívi og tí, honum hevur verið fyri í vón um, at tað kanska kann hjálpa onkrum øðrum. Hann spyr, hví ein unglingi skal fara ígjøgnum tílíkt, um tað kann fyribyrgjast, tí sjálvur hevur hann mong minni um eina tíð, hann ikki er so errin av.
? Sárini lekjast, men eftir stendur eitt arr, sum eg havi fyri lívið. Sjálvandi skal ein ikki ganga runt og hótta fólk við Satan og Helviti, men ein kann vísa teimum á eina rættari leið, tí tá alt kemur til alt, so hava øll menniskju brúk fyri Jesusi. Bara gjøgnum hann sleppa vit inn í Himmalin, sigur Sigmundur Brestisson, sum kennir nógv onnur, sum eru og hava verið í líknandi støðu sum hann.
Hetta hevur verið ein sera hugnalig og áhugaverd samrøða, og hon kundi helst hildið fram eina góða løtu afturat, men nú er tíðin við at ganga undan, og Sigmundur skal sjálvur til arbeiðis. Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur timburmaður. Hann er skipari, men hevur valt at vera heima - í øllum førum - meðan børnini eru so smá.