nakrar fráboðanir um, at børn kastaðu kavabløk eftir bilum, sum komu koyrandi framvið Løgreglan sigur, at hetta er vandamikið spæl, tí tað kann fáa bilførarar at hvøkka við og at snara brádliga undan, [...] kann skaði standast av. Løgreglan sigur, at tey hava tosað við nakrar ungar dreingir í Klaksvík og í Havn um trupulleikan. Tey siga, at dreingirnir vóru skilagóðir at tosa við, og skiltu álvaran í tí, tá ið [...] løgreglan sigur, at ein bilur fór út av á landsvegnum í Kambsdali í gjár. Tað varð boðað frá tí einar fýra tímar eftir at tað var hent og løgreglan hevur tikið blóðroynd av bilføraranum fyri at vita, um rúsdrekka
H71 liggur nú væl fyri at vinna seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum aftaná 29-25 sigur á KÍF í Hoyvíkshøllini. Leingi sá tó út til, at kollfirðingar fóru at fáa okkurt burturúr dystinum [...] avgerandi, at KÍF fekk tvær útvísingar og eitt reytt kort til Ása Dam innan eina stutta løtu. Kollfirðingar hava tó H71 2 eftir á heimavølli um 10 dagar, og so kunnu teir seta sína lít til, at H71 ikki tapir
Tað er einki at taka seg aftur í, at vit seinnu tíðina hava hoyrt rættiliga nógv um lutfalsliga stór rúsevnamál, har nøgdirnar hava verið væl størri, enn vit hava verið von við at hoyra um í Føroyum, og [...] Michael Boolsen, fúti. Hann vísir eisini á, at eitt annað dømi um broytta kriminella mynstrið her á landi er, at vit í seinastuni hava upplivað tvey dømir um, at løgreglufólk eru álopin heima við hús. - Tað [...] hvussu kriminaliteturin í Føroyum broytir seg. Eg veit væl, at tað er ógvuliga óføroyskt, men eg haldi, at spurningurin er, um vit ikki skulu umhugsa at stongja úthurðina heima við hús um næturnar her í Føroyum
– Eg eri ógvuliga glað fyri, at eg havnaði lisitatiónini í fjør, tí tað vísir seg, at tað ber til at gera nakrar broytingar, og fáa prísin niður, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis [...] spent uppá at fáa bygt heimið til børn og ung við autismu, tí tørvurin á heiminum er ovurhondsstórur, og hetta er fyrstu ferð, at vit byggja til hendan málbólkin í Føroyum. Í næstum fari eg at leggja br [...] broytingaruppskot fyri Løgtingið, har eg biðið um at hækka fíggjarligu heimildina í verklagslógini, soleiðis at vit kunnu fara undir at byggja beinanvegin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
sum fáast við vinnulív, vita, at tað er eingin møguleiki at hava eitt skipað viðlíkahald, tá ið peningur bara verður játtaður eitt ár ísenn, staðfesti hann. Hann sigur, at Strandferðslan má kunna leggja [...] eitt alment partafelag, tí tað fer at loysa hasar trupulleikarnar við játtanini. Og Erhard Joensen heldur, at alt er betri enn støðan er í dag og tí kann ein loysn verða at gera Strandferðsluna til eitt alment [...] minst tveir mánaðir longri at umvæla Ternuna, enn ætlanin var, og síðani mátti nýggja skipið, Erla Kongsdóttir, takast úr sigling og avloysaraskipini hava eisini havt sítt at dragast við. Men sambært Erhardi
tað, at Kekkia skal spæla tveir EM-undankappingardystir heima og úti móti Føroyum 6. og 9. januar: - Á aðrari síðuni er tað sera ótespiligt at ferðast til Føroya. Á hinari síðuni er tað sera gott at fáa [...] rættiliga nógvum kring Evropa, ið ikki hava fingið við, at umstøðurnar vesturi í Vágum eru nógv bøttar seinastu árini. Ein av teimum sum ikki tykist at hava fingið tað við er hjálparvenjarin hjá kekkiska [...] fáa tveir kappingarførar dystir undan HM-endaspælinum í Egyptalandi. Vit fara at fáa nógvar lutir staðfestar í okkara spæli í dystunum móti Føroyum, sigur Daniel Kubes. Føroyar spæla útidystin móti Kekkia
landið – og í roynd og veru eru fólk longu so smátt farin at skjóta fyri tí nýggja árinum. Líka vakur og stórfingið, fýrverk kann vera at hyggja at, líka vandamikið kann tað verða tá ið tað ikki verður brúkt [...] eru 18 góð frá frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um, hvussu fýrverk verður brúkt rætt. Vandin fyri at fáa skaða av fýrverki er nógv minni, fylgjur tú hesum 18 ráðunum: - Tá ið tú keypur fýrverk, skalt [...] trygdina annars. - Les brúkaravegleiðingina gjølla. - Skjót bara fýrverk, sum er góðkent. - Ansa eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða. Fýrverk, sum hevur fingið skaða, skal burturbeinast. – Ver altíð
grundini fór av bakkastokki í dag, vóru nøkur lond, ið byrjaðu at koppseta í gjár av teirr orsøk, at tey søgdu seg ikki vera før fyri at bíða við koppsetingini. – #ESkoppsetingardagarnir er ein rørandi [...] ES hevur samskipað koppsetingarætlanina fyri øll 27 limalondini, og farið varð í dag undir at koppseta fyrstu ES borgararnar. ES hevur tryggjað sær tvær milliardir skamtar av koronukoppseting til tey 448
Tað hevur leingi verið í umbúna at gera eina gongugøtu á oyruni í Skálafirði fyri at gera tað lættari hjá fólki at koma til og frá stóra sandinum í bygdini. Peningur er settur av í ár og næsta ár á fí
við spølum Børn halda sum heild, at øll kunnu spæla telduspøl, at øll hava atgongd til tað, og at tað virkar ímóti einsemi og útihýsing. Tað er ein týdningarmikil máti at vera saman við øðrum og hava samband [...] inn í spøl. Kortini halda børn, at tað er ringt at hava yvirlit yvir upplýsingarnar, tey fáa, meðan tey spæla. – Telduspøl seta støðugt størri krøv til, at børn duga at verða brúkarar, sigur hann. Brú [...] – Børn lýsa tað at spæla telduspøl sum at vera sosialt saman við vinum bara talgilt. Umframt at brúka meiri tíð til spøl í koronatíðini, hava børn eisini brúkt meiri pengar til spøl, sigur Henry Mainsah