Nýggjársaftan er hósdagin og tá verður eitt ótal av fýrverki skotið kring landið – og í roynd og veru eru fólk longu so smátt farin at skjóta fyri tí nýggja árinum.
Líka vakur og stórfingið, fýrverk kann vera at hyggja at, líka vandamikið kann tað verða tá ið tað ikki verður brúkt eftir forskriftunum.
Her eru 18 góð frá frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um, hvussu fýrverk verður brúkt rætt. Vandin fyri at fáa skaða av fýrverki er nógv minni, fylgjur tú hesum 18 ráðunum:
- Tá ið tú keypur fýrverk, skalt tú samstundis biða handilin um vegleiðing um verndarbrillur, raketthaldarar og trygdina annars.
- Les brúkaravegleiðingina gjølla.
- Skjót bara fýrverk, sum er góðkent.
- Ansa eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða. Fýrverk, sum hevur fingið skaða, skal burturbeinast.
– Ver altíð í verndarbrillum, og hetta er bæði galdandi fyri vaksin og børn.
- Fýrverk skal bara brúkast uttandura, og burturi frá fólki.
- Hav ikki fýrverk í lummanum, men í plastposa.
- Set rakettir í ein tryggan haldara, ið er gjørdur til endamálið, og sum ikki koppar.
- Ansa eftir, at rakettir fara beint uppeftir.
- Fest ikki í fýrverk, har eldfimt tilfar er í nánd.
- Fest í fjúsið við strektum armi og bend teg ikki inn yvir fýrverk.
- Renn burtur frá rakettini, tá ið tú hevur fest í fjúsið.
- Far ikki aftur til fýrverk ella rakett, sum ikki vildi ganga av.
- Fest bara í eina rakett í senn.
- Tey, sum skjóta fýrverk, skulu vera passaliga langt frá hvørjum øðrum
- Blaka ongantíð fýrverk eftir fólki ella djórum.
- Ansa eftir smábørnunum.
- Fólk, sum eru ávirkað, skulu ikki fáast við fýrverk.