Fara at gera gøtu í Skálafirði

Nú verður farið undir at gera eina gongugøtu á oyruni í Skálafirði

Tað hevur leingi verið í umbúna at gera eina gongugøtu á oyruni í Skálafirði fyri at gera tað lættari hjá fólki at koma til og frá stóra sandinum í bygdini. Peningur er settur av í ár og næsta ár á fíggjarætlanini hjá Runavíkar Kommunu.

Spf. Voyt í Saltangará átti lægsta tilboðið, og fer undir arbeiði alt fyri eitt. Eyðstein Skipanes, stjóri í Sp/f Voyt og borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen, skrivaðu undir sáttmála um hetta á kommunuskrivstovuni í Runavík beint fyri jól.

 

Kelda: www.runavik.fo