Kekkiskur venjari: Ótespiligt at ferðast til Føroya í januar

Hjálparvenjari hjá kekkiska hondbóltslandsliðnum er glaður fyri at fáa tveir kappingarførar dystir móti Føroyum, men ikki glaður um ferðina til Føroya

Fyrst í hesari øldini áðrenn flogvøllurin vesturi í Vágum var longdur hevði franska fótbóltslandsliðið ein harða lending á flogvøllinum.

Eurosport vísti upptøkur frá tilburðinum og hevði eina samrøðu við franska stórleikaran, Thierry Henry, ið tá tyktist skelkaður. 

Onkursvegna hevur hesin tilburðurin sett seg hjá rættiliga nógvum kring Evropa, ið ikki hava fingið við, at umstøðurnar vesturi í Vágum eru nógv bøttar seinastu árini.

Ein av teimum sum ikki tykist at hava fingið tað við er hjálparvenjarin hjá kekkiska manslandsliðnum, Daniel Kubes. Kekkia skal spæla EM-undankappingardyst móti Føroyum í høllini á Hálsi í Havn mikukvøldið 6. januar klokkan 20.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Kekkia.

Í samrøðu við heimasíðuna hjá kekkiska hondbóltssambandinum sigur Daniel Kubes um tað, at Kekkia skal spæla tveir EM-undankappingardystir heima og úti móti Føroyum 6. og 9. januar: - Á aðrari síðuni er tað sera ótespiligt at ferðast til Føroya. Á hinari síðuni er tað sera gott at fáa tveir kappingarførar dystir undan HM-endaspælinum í Egyptalandi. Vit fara at fáa nógvar lutir staðfestar í okkara spæli í dystunum móti Føroyum, sigur Daniel Kubes.

Føroyar spæla útidystin móti Kekkia leygarkvøldið 9. januar klokkan 19.15.