Einsemi í koronatíðini fær børn og ung at spæla meiri telduspøl

– Børn lýsa tað at spæla telduspøl sum at vera sosialt saman við vinum bara talgilt. Umframt at brúka meiri tíð til spøl í koronatíðini, hava børn eisini brúkt meiri pengar til spøl, sigur Henry Mainsah, granskari við nýtsluinstituttið SIFO í Oslo.

Hetta skrivar Skúlablaðið á skulabladid.fo.

Saman við starvsfelaganum, Kamilla Knutsen Steinnes, hevur hann kannað, hvussu børn og ung skilja og spæla telduspøl í telduspælheiminum, sum fer fram á netinum og er handilsligur.

Nógv gott við spølum

Børn halda sum heild, at øll kunnu spæla telduspøl, at øll hava atgongd til tað, og at tað virkar ímóti einsemi og útihýsing. Tað er ein týdningarmikil máti at vera saman við øðrum og hava samband við onnur, umframt eisini ein háttur at fáa nýggjar vinir. At spæla telduspøl hevur enntá fingið størri leiklut í sosiala lívinum hjá børnum, meðan korana hevur leikað í.

– Sum heild siga børn frá nógvum, sum er gott við telduspølum, men vit hava í kanningini eisini funnið ymiskt negativt, sum er bundið at kommersiellu og persónligu nýtsluni av spølunum, sigur Mainsah.

Sum partur av verkætlanini hava tey havt samrøðu við børn og ung í aldrinum 11-17 ár. Granskararnir hava eisini eygleitt børn, meðan tey spæla, og tey hava fingið børn at tekna, hvat og hvussu tey spæla.

Verja ímóti handilsligum áhugamálum

Granskingarverkætlanin hevur havt til endamáls at kanna, um børn menna kritiskar talgiltar miðlaførleikar, soleiðis at tey duga betur at standa ímóti handilsligu áhugamálunum, sum eru í heiminum við telduspølum.

– At førleikamenna børn at gerast góðir miðlabrúkarar og verja tey er ein stór uppgáva í samfelagnum í dag, sigur Mainsah.

Hann sigur, at børn sum heild duga væl at hugsa seg um og eru tilvitað um ymiskan marknaðarlogikk og handilslig viðurskifti í spølum. Tey duga á at skyna, tá ið talan er um tilboð, sum einki hald er í ella er snýt, og tá ið upplýsingar og lýsingar verða flættað inn í spøl. Kortini halda børn, at tað er ringt at hava yvirlit yvir upplýsingarnar, tey fáa, meðan tey spæla.

– Telduspøl seta støðugt størri krøv til, at børn duga at verða brúkarar, sigur hann.

Brúkaraførleikar er eitt nú eginleikar, vitan og hugburður, sum øll hava tørv á fyri at kunna vera kritisk og tilvitað á marknaðinum.

Hetta skrivar Skúlablaðið millum annað. Greinin sæst í fullari longd á skulabladid.fo.