til Havnar í kostskúla hjá nonnunum, tí mamma hennara var so ring av sukursjúku, at hon noyddist at leita sær heilsubót millum annað í Danmark. Bergtóra gekk í skúla og búði hjá nonnunum í hálvtriðja ár [...] hjá Føroya Fiskasølu ovast uppi undir takinum í Føroya Banka. Í 1964 giftust Bergtóra uppaftur við Frits Jacobsen, Frits hjá Gøtu-Anthon. Frits búði í Hornabø í Havn. Tey fingu tveir synir saman, Frits og [...] Bergtóra. Summi fólk úti í Grønlandi, har um vegir, sum hon býr, siga Begga. Tað vóru serliga øll tey hjá Mikkjali í Grønlandi, og Begga hongur við enn. Bergtóra er ættað av Kirkju í Fugloy, her hon yvirhøvur
gnum, NSÍ, við Løkin í aðru rundu í kappingini um Løgmanssteypið. Trívist væl í HB Nú hevur Christian Høgni vant við besta HB-liðnum í eina tíð, og hann sigur sær dáma stak væl í nýggja felagnum. - Ja [...] føroysku fótbóltsleikarum her á landi. Hann hevur roynt eydnuna í útlandinum fyrr, og í Føroyum hevur hann m.a. roynt at verið toppskjútti í fleiri umførum. Hann hevur tó bert umboðað eitt felag her á landi [...] við í oddinum. B36 hevur eitt gott lið, og teir eru altíð í oddinum. NSÍ hevur eisini brynjað seg væl út í teirra royndum at røkka heiðursmerkjum, og so er tað EB/Streymur. Teir kláraðu tað væl í fjør
fjórða brunninum á landgrunninum. Samstundis er greitt, at vit fáa eina boring í 2007 og eina í 2008. Eftir steðg í borivirkseminum í nøkur ár eru oljufeløgini aftur fús at fara undir leitivirksemi á okkara [...] markið kann ikki sigast annað enn, at Atlantsmótið er eitt virkið øki í hesum tíðum. Brugdan Statoil fer síðst í juli ella fyrst í august undir at bora teirra leitimið á loyvi 006. Tað, sum er áhugavert [...] heimligu bøgarðarnar. Í dag kunnu vit staðfesta, at fleiri føroyskar fyritøkur arbeiða sum veitarar í altjóða oljuvinnuni. Her kann t.d. nevnast Atlantsflog, sum flytur oljuarbeiðsfólk í stórum tali millum
Í 1958 stovnaði Sámal Tog- og Snørisvirkið á einum neystalofti í Víkunum í Klaksvík. Føroysk skip keyptu alla línu og alt snøri frá umboðsmonnum í Føroyum fyri 8-10 fyritøkur í Noreg, Danmark, Týsklandi [...] hjá Pól Juel í Grótinum Jøkul. Í 1946 giftist Sámal við Kristinu, kallað Killan. Hon er dóttir Ellu og Malvinus Hansen. Malvinus var ættaður úr Vátutoft í Uppsølum. Ella og hann bygdu úti í Lávíkum, og [...] Miðskeiðis í fimmtiárunum var hann inni á einum snørisvirki í Reykjavík, og har fekk hann mangt og mikið at vita um raksturin av slíkum virki. Trý tey komandi árini var hann á hesum virkinum í Reykjavík
Fyri allar kommunur í Føroyum eru útgoldnar omanfyri 7 mió kr í 2002 vegna vantandi barnaansing. Sum borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu undraðist eg yvir, at Hvalvíkar kommuna var við í yvirlitinum yvir forsorg [...] sum eisini er borgarstjóri í Skopunar Kommunu og Alfred Olsen fyri Sambandsflokkin, sum hevur verið skrivari í Nes Kommunu í mong ár, viðmerkingar til tølini, sum vóru uppgivin í skjali, sum fylgdi við málinum [...] Tá tingmál nr 79/2002 um broytingar í forsorgarlógini var til viðgerðar í tinginum, var eg framsøgumaður fyri Fólkaflokkin í hesum málið. Áðrenn eg fekk orðið, gjørdu Gerhard Lognberg fyri Javnaðarflokkin
hava spælt fótbólt í næstan tvey ár uttan hvíld, sum er farin at gera um seg. Summarfrítíðin í fjør var lítil og eingin, tí Zuma var við suðurafrikanska landsliðnum í HM kappingini í Suðurkorea og Japan [...] mál. Peter Foldgast stútaði í málið eftir innlegg. Javnleikurin hevði við sær, at Brøndby misti fet í oddastríðnum. Hóast teir megnaðu framúr javnleik í Brøndby, so eru teir í AGF framvegis niðanfyri ni [...] stríði í vár hevur megnað at vunnið seg so mikið fram, at tað í síðstu viku var ilt at síggja nakran annan møguleika, enn at Todi skuldi verða millum teir fyrstu ellivu, tá ið FCK leygardagin vitjaði í Farum
heilsuøkinum. Tað er í tøkum tíma, tí íløgur í miðnámsskúlar og hægri útbúgving eru ikki gjørdar seinastu 20-25 árini í Føroyum, og viðurskiftini eru út av lagi vánalig hjá flestu miðnámsskúlum. Í tí sambandi havi [...] um: -Miðnámsskúlan í Suðuroy -Fiskivinnuskúlan í Vestmanna -Tekniska Skúla, Studentaskúla og Handilsskúlan í Tórshavn -Ein minni útbygging á Tekniska Skúla í Klaksvík -Og listaskúla í Sandoynni Hetta eru [...] Í fjølmiðlunum seinastu dagarnar hava umboð fyri andstøðuna ført fram, at landsstýrið forðar fyri bygging av tekniskum skúla í Tórshavn, og at landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðir við "skúlapakkum"
búsitandi í Svínoy. Hesin túrurin hjá ungum stjørnuskotum er komin í lag í samráð við Rakul og tey. Teir tríggir dreingirnir hjá Ásmundi og Rakul hava allir sungið í Ung Stjørnuskot, meðan tey búðu í Havn. [...] restin fer í skúlan. Í skúlanum er ein skúlastova og tvey kømur, og tey ætla at gera tað so, at tað verður sovið í kømurnum, og so eta tey í skúlastovuni. Fyrstu ferð til Svínoyar Børnini eru í aldrinum [...] heldur fara at hóska seg til eina tílíka konsert í eini kirkju í eini lítlari bygd í Føroyum. Hon heldur eisini, at tað er týdningarmikið fyri samanhaldið í einum kóri at fara ein tílíkan túr. ? Tað er sunt
formaður í GÍ, og hon er systir Jógvan Gregersen, sum nú er formaður í GÍ. Niklas á Líðarenda er í føroyska fótbóltsheiminum fyrst og fremst kendur fyri at døma. Hann hevur í eina fjórðinsøld dømt í fremstu [...] hann býr í Norðragøtu. Niklas er upprunaliga ættaður av Líðarenda á Nesi. Hann er 47 ára gamal, og hann hevur størra partin av lívinum búð í Gøtu. Niklas er giftur inn í eina stóra fótbóltsfamilju í Gøtu. [...] nógvum øðrum. Dómarar, sum hava hug at døma, sleppa skjótt framat at døma í unglingadeildini og í 3. deild og kanska eisini í 2. deild. Men teir merkja skjótt, at virðingin fyri tí arbeiðnum, sum teir
Tokyo í farnu viku. Fýra ráðharrar, tingmenn, borgarstjórin í býnum Taji og ein hópur av embætismonnum og toppleiðarum í fyritøkum hittu føroysku løgtingsumboðini. Soleiðis skrivar Magni Arge í hesi f [...] frágreiðing, sum hann sum limur í løgtingsins vinnunevnd hevur skrivað um túrin hjá vinnunevndini í Japan í síðstu viku: »Hóast tað kann tykjast heldur reyput at samanbera Japan og Føroyar, hava londini [...] mánakvøldið. Hann stendur uttanríkisráðharranum, Taro Kono, nær, og hesin seinni var í Føroyum sum vanligur tingmaður so seint sum í vár. Hóast uttanríkisráðharrin hevði nógv um at vera, tí Norðurkorea sprongdi