Tá tingmál nr 79/2002 um broytingar í forsorgarlógini var til viðgerðar í tinginum, var eg framsøgumaður fyri Fólkaflokkin í hesum málið. Áðrenn eg fekk orðið, gjørdu Gerhard Lognberg fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er borgarstjóri í Skopunar Kommunu og Alfred Olsen fyri Sambandsflokkin, sum hevur verið skrivari í Nes Kommunu í mong ár, viðmerkingar til tølini, sum vóru uppgivin í skjali, sum fylgdi við málinum. Teir, eins og eg sjálvur, vildu vera við, at teirra kommuna hevur nøktandi barnaansingarpláss. Men í skjalinum var upplýst, at Almannastovan hevði útgoldið 193.785,00 kr. vegna vantandi barnaansing í Skopunar kommunu, fyri Nes, Toftir og Saltnes var útgoldið 83.752,00 kr og fyri Hvalvíkar kommunu 25.903,00 kr. Fyri allar kommunur í Føroyum eru útgoldnar omanfyri 7 mió kr í 2002 vegna vantandi barnaansing.
Sum borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu undraðist eg yvir, at Hvalvíkar kommuna var við í yvirlitinum yvir forsorg útgoldna í samband við tørvandi barnaansing í kommununi. Tí tað samsvarar ikki við, at Hvalvíkar Bygdaráð fyri fleiri árum síðan gjørdi av, at tað ikki skuldi verða manglandi barnaansingarpláss í kommununi. Og sum borgarstjóri hevði eg ikki undirskrivað nakað skjal, sum gav grønt ljós til nakað útgjald í okkara kommunu. Tí valdi eg í samband við 1. viðgerð av tingmálinum, at spyrja landsstýrismannin um hesi tøl veruliga vóru røtt. Eftirfylgjandi havi eg eisini kannað hetta nærri hjá okkum sjálvum og eri komin fram til, sum eisini upplýst í samrøðu við Útvarp Føroya, at í eitt stutt tíðarskeið í 2002 hava vit ikki kunna nøktað nevnda økið, tí vit manglaðu dagrøktarar. Leiðarin fyri dagrøktina hevur váttað, at so er.
Hetta er fult í trá við galdandi lóg, og tað er sjálvsagt heldur ikki neyðugt, at borgarstjórin avgreiðir tílík mál, tí tað er jú dagrøktarleiðarin, sum hevur dagligu ábyrgdina av hesum økinum. Bygdaráðið samtykkir fíggjarætlanina fyri dagrøktina fyri eitt ár í senn, sum leiðarin so umsitir. Og sambært hesum ávirkar ein tílík váttan hvørki fíggjarætlanina fyri dagrøktina ella fíggjarætlanina hjá kommununi. Hetta er ein váttan útskrivað eftir umbøn og er send Almannastovuni, sum umsitir og hevur ábyrgdina av almennu forsorgini. So her er rætt farið fram.
Eg vil gjarna undirstrikað, at eg í tinginum ikki legði nakran undir nakað óregluligt, men spurdi um upplýstu tølini vóru røtt, út frá tí, sum eg havi greitt frá her. At hetta saman við viðmerkingunum frá Gerhardi Lognberg og Alfred Olsen er blivið til eitt mál, er ein onnur søga.
Eitt, sum ikki er komið greitt fram í viðgerðini er spurningurin, hvussi leingi ein váttan fyri vantandi barnaansing, er galdandi. Tí, sum eg dugi at síggja, so váttar dagrøktarleiðarin, at einki pláss er tøkt í løtuni, men at væntast kann at pláss verða tøk, tá ið barnagarðurin letur upp. Men eg síggi einki skriv ella áheitan, har Almannastovan fylgir málinum upp. Í samband við broytingarnar í forsorgarlógini sigur Almannastovan í hoyringarsvarinum, at broytingarnar helst fara at føra við sær, at kommunurnar verða meira nærlagdar at upplýsa Almannastovuni, tá ið viðskiftafólk fáa tilboð um barnaansing. Hvørjar treytir setir Almannastovan kommununum í samband við eina tílíka váttan. Er tað kommunan ella Almannastovan, sum skal fylgja málinum upp? Møguliga eru fastar mannagongdir hjá Almannastovuni í hesum málið, sum Almannastovan ella landsstýrismaðurin kann greiða frá.
Eftir galdandi lóg er tað Almannastovan og ikki kommunurnar, sum umsitur og hevur ábyrgdina av almennaøkinum og tí ansar eftir, at forsorg ikki verður útgoldin, tá ið barnaansing er útvegað. Í brævi dagfest 7. mars 2003, heitir Almannastovan á kommunurnar um at boða teimum frá, tá ið barnaansing er útvegað. Sjálvt um kommunurnar skulu koma við neyðugu upplýsingunum, so kann Almannastovan ikki við hesum skrivi leggja ábyrgdina á hesum økinum frá sær yvir á kommunurnar. Almannaøkið er framvegis undir landinum.
Hetta málið er eitt talandi dømi um, at tað er betri, tá ið umsitingin verður nærri borgaranum. Men sum eg førdi fram undir viðgerðini, at tá fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing verður løgt út til kommununar at gjalda, so er neyðugt at báðir endar eru við - ábyrd og skyldur. Og tí er ongantíð ov skjótt, at hetta økið verður lagt út til kommurnar at umsita, so at avgerð og ábyrgd fylgjast, so at hann sum játtar, eisini er hann, sum skal gjalda.