samfelagið í. Hann tók saman við øðrum upp á seg at byggja fyrsta havgangandi far føroyinga í øldir burtur úr rovunum av einum skipi, sum var farið á land í Hvalba. Smíðað varð á Fløtuni fríðu suðuri í Vági [...] nólsoyingar uppií. Í 1810 bygdu nólsoyingar og suðringar 14 tons stóru ”Nøvendigheden” suðuri í Hvalba. Síðani fóru nólsoyingar at byggja skip her úti á Malarenda. Í 1813 kom skonnartin” Færø”. Í 1818 bygdu teir [...] og tí eiga vit enn dagin í dag undangonguskip sum ”Westward Ho” og ”Jóhonnu”, sum komu í flotan stutt eftir, at Trappubrøðurnir í Havn høvdu fingið gongd á sluppfiskiskapin í 1872. Hesi bæði skipini hava
annars, at skip skulu vaskast bæði uppi og niðri í minsta lagi einaferð um árið. - Sum oftast vita fiskimenninir frammanundan, at vit koma umborð at vaska, tá ið skipið kemur í havn. Tí plaga teir at rudda nakað [...] umvælingar á Skála. Talið av skipum, sum reingeringsfelagið í Eysturoy hevur vaskað hesi árini, er nú farið væl og virðiliga yvir 100. - Virksemið byrjaði í smáum, men hevur við tíðini vundið uppá seg. Higartil [...] sigur Petur Gaardlykke, sum hevur Eysturoyar Reingering. Í seinastuni er felagið eisini biðið um at vaska ymiskar bygningar, eitt nú nýggja apotekið í Runavík. Fasti "staburin" av konufólki, sum vaskar fyri
og øðrum í fleiri dagar norðanfyri. Og tá ið leitað varð í 1971 eftir ”Dortheu” við røsku útróðrarmonnunum Esmari og Louisi í Útistovu í Klakksvík, ið sjólótust, og serliga væl stendur í mínum huga [...] parteigari í “Sundenni”, sum hann førdi í eini tvey ár, og sum royndi við gørnum um várið og línu um summarið og veturin, seinni á laksaveiðu norðanfyri. Alt sá ljóst út, og Sylvan læt í 1988 í Fraklandi [...] á heysti 1941 við “Morning Star”. Sylvan eigur 2 systrar í Klakksvík, Jabjørt og Herfríð, og 2 systrar í Onglandi, Margaret í London og Kate í Troon. Pápi Sylvans var bretskur hermaður úr Hebridunum
stýrimansskúla í Havnini í 1956, og tá hann í 1959 hevði fingið skipsføraraprógv í Keypmannahavn, var hann eisini vorðin giftur við gentuni, sum hann varð trúlovaður við, meðan hann gekk upp á skúla í Havnini [...] Geilini og Elsebeth Malenu, sum var ættað frá uppi á Húsi. Olivur, sum var nummar tvey í røðini, býr í Klaksvík. Esbern var næstyngstur. Hann búði í barndómsheiminum í Svínoy, men nú eru longu nógv ár síðani [...] føddir tíðliga í seinnapartinum av fyrru øldini, og hvat teir tosaðu um, t. d. í sambandi við fjall og útróður. Mammubeiggi mín, Heini Justinussen ella Heini uppi í Húsi, hevði sera gott innlit í nógv viðurskifti
aldurspresidentur í familjuni. Hon fór niður sum heilt ung í 1938, áðrenn Hitler legði heimin í oyði, búsettist í Esbjerg, og har hon seinni giftist við Sand Kirk og teirra familja hevur tí røturnar í Esbjerg. [...] fastur á ein ella annan hátt kemur inn í myndina. Hon tók hjartaliga í móti mær, tá íð eg kom niður á fyrsta sinni í 1974 á skúla og hon setir enn hjartaliga á borðið í Peder Gydesvej nr. 57 og hevur júst [...] flótandi fjósi í tropiskum hita, plagdi hann at siga frá. Har varð sópað fleiri ferðir um dagin. Tað reiðaríið kallaðist Clausen. Áðrenn hann legðist uppi á landi sigldi hann í strandfarasigling í Danmark. Sverri
at sigla tríggjar ferðir ímillum Um dagin, hvønn dag í vikuni. Meiri sigling kostar meiri pening Men meiri sigling kostar meiri pening. Í Sosialinum í gjár segði stjórin á Strandferðsluni, at við oljuprísunum [...] smaður í samferðslumálum. Sostatt fáa suðuroyingar neyvan ynski sítt uppfylt um, at nýggi Smyril skal sigla fleiri túrar ímillum Havninaog Suðuroynna enn hesin Smyril ger. Samferðslubólkurin í Suðuroy [...] brúka fyri 20 milliónir um árið í olju við teirri ferðaætlan, sum er nú. Skal hann sigla ein túr afturat um dagin, fer tað at kosta átta milliónir afturat um árið, bara í olju. Harafturat koma sáttmálarnir
Men í klæðsekkinum var ein knívur í ongum slíðra og í fallinum fekk drongurin knívin upp í búkin og meiddi seg so illa, at hann slapp ongan veg, og hetta bjargaði lívi hansara. Eg skal skoyta upp í, at [...] Allar einkjurnar her í bygdini og teirra menn hoyrdu til (brøðra)samkomuna í Elim. Flestu teirra vóru eisini í ætt. Teir tríggir brøðurnir í Niðaragerði vóru systkinabørn við Sámal í Klova og Tummas á Lygnesi [...] tvíburðin. Í 1932 missir hon tríggjar synir, og í 1933 doyði maðurin knappliga av blóðeitran. At síggja ommuna so veika, setir seg í minnið á einum barni sum hjá Leu. Tað var ikki nóg mikið við tí. Í 1939 doyði
upsin ávísar tíðir av árinum endar í stóru trolunum hjá hesum skipum. Hann heldur, at neyðugt er í minsta lagi við tveimum ella trimum eygleiðarum umborð á einum tílíkum skipi, um haldgóð prógv skulu fáast [...] árinum - og á ávísum leiðum - gongur uppi í svartkjaftinum og sildini. Krevja rist Skiparin heldur, at viðurskiftini við íblanding av stórum upsa og toski eiga at kannast út í æsir, soleiðis at vit vita, hvussu [...] bendir á, at gongdin er við at venda. - Eg haldi, at upsin minkar framvegis. Í bløðunum hevur onkur sagt, at tað eru orsøkir í náttúruni, sum eru atvoldin til gongdina, men her eri eg slett ikki samdur.
og annað. Eisini eru nakrir gongutúrar lagdir til rættis, eitt nú út á Borðuna, suður í Dalar við vitjan Uppi í Skipi á vegnum og túr eystur á Flaggstongina. Framman undan eru drunnhvítatúrarnir hjá Jens [...] Á fundinum í Nólsoy í gjárkvøldið legði Randi Frederiksberg fyri við at greiða frá arbeiðinum at skapa karmar fyri einari blómandi ferðavinnu í oynni. Randi metti, at eini 50-60 fólk tilsamans høvdu tikið [...] Talan verður í fyrsta lagi um eina kunningarstovu, sum verður gjørd í einum gomlum pakkhúsi, sum er umvælt. Har verður dagligur leiðari settur at taka sær av øllum tí vanliga kunningararbeiðinum. Í Kjallaranum
at leggja sg út í, hvussu flotin skal vera samansettur....... -Hesi orðini í seinastufrágreiðingini, sum Búskaparráðið almannakunngjørdi í farnu viku, hevur loypt misnøgd i formannin í vinnunevnd løgtingsins [...] fer at minka so at meiri verður í part til hvørt skipi, so at flotin fer at kasta so mikið av sær, at hann fær ráð til nýíløgur. Men hesum ivast hann stórliga í. -Eg ivist í, sum fiskiskapurin undir Føroyum [...] Tí tað er hann grundleggjandi ósamdur í. ?Ein høvuðsorsøk til trupulleikarnar í fiskivinnuni eru nettupp tann, at politikarar hava blandað seg alt ov lítið upp í, hvussu fiskiflotin skal siggja út, sigur