Fiskivinna
Hóast nógv er til av smáum upsa ? ja, so nógv, sum kanska ongantíð áður, er tað ein sannroynd, at tann stóri upsin at kalla er burtur av Føroyaleiðini.
- Eg meti, at støðan er so álvarslig, at verandi gongd, har upsin alsamt gerst smærri og smærri, kemur at ganga útyvir okkara flakavinnu.
Hetta sigur ein royndur skipari, sum í mong ár hevur fiskað upsa undir Føroyum.
Minkar framvegis
Hann vísir á, at upsin seinastu árini bara er vorðin smærri og smærri, og einki bendir á, at gongdin er við at venda.
- Eg haldi, at upsin minkar framvegis. Í bløðunum hevur onkur sagt, at tað eru orsøkir í náttúruni, sum eru atvoldin til gongdina, men her eri eg slett ikki samdur.
Skiparin heldur, at tað einasta rætta, er, at myndugleikarnir seta eygleiðarar umborð á teir stóru svartkjaftatrolararnar fyri at staðfesta ? ella avsanna ? um tann stóri upsin ávísar tíðir av árinum endar í stóru trolunum hjá hesum skipum.
Hann heldur, at neyðugt er í minsta lagi við tveimum ella trimum eygleiðarum umborð á einum tílíkum skipi, um haldgóð prógv skulu fáast fyri, hvussu veruliga støðan er.
- Eru tríggir eygleiðarar umborð, kunnu teir ganga vakt 8 tímar í part hvørt samdøgur, og tá fáa vit eina haldgóða mynd av støðuni. Tá ið nøgdirnar eru so stórar, gongur alt skjótt fyri seg, og tí kann vera torført at síggja, hvussu skilið er, um eftirlit ikki er alt samdøgnið. Tað verður eingin, sum missir nakað, um hesi viðurskifti verða kannaði, men her kann vera nógv hjá okkum at vinna.
Hann heldur, at hugskotið um at krevja rist í hesi stóru svartkjaftatrolini, er gott, tí hetta kemur ikki at taka nakað frá nøkrum.
- Vit lata nógvan svartkjaft undan Føroyum gjøgnum árini, men vit hava einki eftirlit við, hvussu nógvur upsi ? og kanska eisini toskur ? verður tikin av føroysku grunnunum av útlendingum.
Helvtin upsi!
Skiparin, sum í mong ár hevur fiskað upsa undir Føroyum, sigur, at hann hevur mann við sær, sum hevur siglt við einum av teimum stóru føroysku svartkjaftatrolarunum.
- Hesin hevur fortalt mær, at okkurt hálið, sum var upp á eini 70 tons, var helvtin stórur upsi!
Skiparin vísir á, at sjálvandi er hjáveiðan av upsa og toski ikki líka stór alt árið.
- Á Munkagrunninum og millum Munkagrunnin og Føroyabanka er lítil íblanding, men hugsandi er, at íblandingin av stórum upsa er nógv størri eystanfyri og vestanfyri um várið og heystið. Somuleiðis er íblanding av toski, tá ið roynt verður vestur ímóti Íslandsrygginum. Íslendskir myndugleikar hava nevniliga verið noyddir at steingja leiðir, tí íblandingin av toski hevur verið so stór.
Hann sigur, at tann stóri upsin kemur ikki inn á grunnin uttan um heystarnar og várarnar.
- Tað er kent millum fiskimenn, at tann stóri fiskurin ávísar tíðir av árinum - og á ávísum leiðum - gongur uppi í svartkjaftinum og sildini.
Krevja rist
Skiparin heldur, at viðurskiftini við íblanding av stórum upsa og toski eiga at kannast út í æsir, soleiðis at vit vita, hvussu støðan er, tá ið samráðingar aftur verða við eitt nú russar og ES um svartkjaftin.
- Føroyskir myndugleikar eiga ikki at loyva stórum svartkjaftatrolarum inn á føroysku grunnarnar uttan við rist í trolinum. Vit eiga at gera nakað við hetta nú, soleiðis at vit ikki saga greinina av, sum vit sita á. Tí, øll skulu vit liva her, sigur skiparin, sum heldur, at hetta er eitt mál, ið eigur at verða tikið í nógv størri álvara enn higartil.










