Suðuroyingar fáa neyvan fleiri túrar við nýggja Smyrli

 Eg síggi svart uppá at fáa størri játtan til Strandferðsluna, so at nýggi Smyril kann økja um túratalið, sigur Jógvan við Keldu

Suðuroyarsiglingin

Suðuroyingar skulu ikki rokna við at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina enn Smyril ger nú.
Tað sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Sostatt fáa suðuroyingar neyvan ynski sítt uppfylt um, at nýggi Smyril skal sigla fleiri túrar ímillum Havninaog Suðuroynna enn hesin Smyril ger.
Samferðslubólkurin í Suðuroy hevur annars heitt á Strandferðsluna og landsstýrið um at lata nýggja Smyril sigla tríggjar ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina.
Bólkurin vísir á, at fer nýggi Smyril ikki at sigla oftari enn hesin Smyril ger, er talan ikki um nakað veruligt framstig fyri Suðuroyingar.
Tí heldur bólkurin at skal tað eydnast at lyfta Suðuroy, verður neyðugt, at nýggi Smyril fer at sigla tríggjar ferðir ímillum Um dagin, hvønn dag í vikuni.

Meiri sigling kostar meiri pening
Men meiri sigling kostar meiri pening.
Í Sosialinum í gjár segði stjórin á Strandferðsluni, at við oljuprísunum nú, kemur nýggi Smyril at brúka fyri 20 milliónir um árið í olju við teirri ferðaætlan, sum er nú.
Skal hann sigla ein túr afturat um dagin, fer tað at kosta átta milliónir afturat um árið, bara í olju.
Harafturat koma sáttmálarnir við manningarfeløgini, sum áseta, hvussu nógvar tímar, manningin kann sigla um vikuna.
Stjórin segði, at við teirri ferðaætlan, sum er nú, er manningin tætt uppi undir markinum fyri, hvussu nógv hon hevur loyvi at sigla og tí kann siglingin ikki økjast nakað serligt uttan at tað eisini kostar eykamanning.
Meiri sigling er sostatt ein fíggjarligur spurningur og tað er nakað, sum politikarar mugu taka støðu til.

Ikki meiri pening
Men Jógvan við Keldu, sigur, at hann sær svart upp á møguleikan fyri at fáa hægri játtan til Strandferðsluna, so at nýggi Smyril kann sigla fleiri túrar.
 Soleiðis sum búskaparligu útlitini eru, dugi eg ikki at síggja, at vit fáa hægri játtan til Strandferðsluna.
 Skal túratalið økjast, skal tað tí gerast innanfyri teir fíggjarligu karmar, sum eru, leggur hann afturat.
Hann sigur sostatt, at skal túratalið hjá nýggja Smyrli økjast skal tað tí verða eitt úrslit av einum ferðslulopið, sum fer at geva skipinum størri inntøkur.
 Hendir tað, at fleiri ferðafólk fara at sigla við nýggja Smyrli og hann fær meiri farm at føra, økjast inntøkurnar og so kann spurningurin um túratalið takast uppaftur.
 Fyribils fer hann tí at sigla sama túratal sum nú, men vit fara at fylgja gongdini neyvt fyri at vita, hvat kann gerast á hesum øki, sum tíðin líður, sigur landsstýrismaðurin.
Men at nýggi Smyril ikki er nakað framstig, uttan at túratalið verður økt, soleiðis sum Samferðslubólkurin heldur, er landsstýrismaðurin ikki samdur í.
 Farleiðin ímillum Suðuroynna og Havnina og opið hav og eg haldi ikki, at týdningurin av einum stórum og góðum skipi, sum siglur skjótt, skal undirmetast to at hann ikki fer at sigla fleiri túrar enn vit hava nú, sigur hann.