jólasøluni og teir vísa alt handaligt fram, bundnar og vovnar lutir, klipp, lutir úr viði, silvuri, horni og mangt, mangt annað. Kaffistova verður eisini við einum heitum munni av kaffi og te umframt breyð [...] Føroya Heimavirkisfelag er felag fyri fólk um alt landið, ið virka lutir og tiltakið upp undir jól á hvørjum ári er høvuðsinntøkukeldan hjá felagnum. - Limirnir gjalda ein ávísan part av vøruni tey selja [...] taka ikki meir enn fyri tilfarið. Tað sum er umráðandi fyri tey er at tað er hugnaligt at koma saman á eini jólasølu og hitta fólk. Og so fáa vit øll íblástur. Nógv eru ótrúliga dugnalig og kreativ og fleiri
»Dúgvuna« tí eingin tók telefonina á brúnni á »Dúgvuni«. Vit sum sótu í bussinum sóu at »Dúgvan« var við at leggja frá bryggju, beint sum bussurin kom koyrandi oman á ferjuleguna. Bussførarin blunkaði við [...] Hetta er ikki fyrstuferð eg havi sett meg í samband við stjóran á strandferðsluni og greitt honum frá hesi støðu. Hetta er 3 ferð innan 1 1/2 mánaða at »Dúgvan« er farin undan bussrutuni úr Tórshavn. Gongdin [...] »Dúgvan« var farin og kom ikki aftur. Fólk í bussinum vóru ikki blíð. Onkur skuldi í skúla, annar á skeið og triði til arbeiði í Klaksvík. Vit fingu bussførarin at koyra ferðafólkið til Leirvíkar at bíða
var so stórt, at tað fekst ikki niður í lastina á Fuglafjarðarsluppini ?Fame?, men mátti standa á dekkinum. Um ikki annað kundu skipsmenninir halda andakt á dekkinum við orgultónum. Tað má hava verið onkur [...] fara langt í grind og eftir grind. Grind á tí høgliga Funningsfirði mundi vera so sjáldan. Gjáarmenn fírdu ikki fyri at fara í grind, sum var rikin á Fuglafjørð, á Gøtu, inn í Vág, til Hvannasunds ella út [...] gestir. Tað segðist, at hermenn vóru Uppi á Barmi og kannaðu møguleikan fyri at gera krígsflogvøll har. Rekin Gjógv er gott rekapláss á høgætt og serliga á landnyrðingi. At leita eftir reka er helst ein
Republique í Paris og til Lítlu oyggj á Áarvegnum í Havn. Jólatræið á Áarvegnum á Lítlu oyggj gav ungdóminum stjørnur í eyguni, og tá ið Frelsunnarherurin við Óla í Horni á stórutrummu fór oman Áarvegin og [...] spældu sær á borðinum. Onkur hekk í eini teknistift á vegginum. Summar líktust Jóa, onkur bar á Kjartan Mohr, og ikki at tala um eina, sum var meinlík Thomas Nygaard. Hon sat so hvørskvisin á einum borði [...] vóru nú brasaðar. Inn komu tær á tveimum føtum. Stórar upp á fót, stórar í vav og drignar í raspi og eyggjablommum. Tá ið tær lógu á borðiskinum, líktust summar Írlandi á heimskortinum og onkur Australia
nýggjur biografur upp á Tvøroyri - tann fjórði í Føroyum. Biografurin endurreistur Jú, biografurin í Føroyum er rættiliga endurreistur, eftir eitt tíðaskeið har tað var fullkomiliga øskukalt á tí økinum. Tað [...] so kom video- og sjónvarpsbylgjan og tók alt av fótum. Videohandlar skutu upp sum hundalond á hvørjum horni seinast í sjeytiárunum og upp ígjøgnum áttatiárini. Samstundis fóru privat sjónvarpsfeløg kring [...] filmirnir, sum biografarnir vístu, vóru yvirhøvur so gamlir, at sum oftast vóru teir komnir á video, ella høvdu verið vístir á parabolini, áðrenn teir komu í føroysku biografarnir. Men onkur vildi sagt, at biografarnir
millum ungfólk í øllum heiminum. Á eini vanligari PC-Cafè finnast fleiri teldur við atgongd til internetið og spøl, sum ein so kann leiga sær í ein tíma ella fleiri. Á henda hátt er tað møguligt hjá ungfólki [...] lata dyrnar upp í Havn. Cafèin, sum fer at hava navnið OrBits, fer at halda til á aðru hædd á Tinghúsvegi 40, har Rokkjallarin heldur til í veghæddini. Tað eru bæði privatpersónar og vinnulív, sum standa [...] hvat fyri spøl, ið møguleiki verður fyri at spæla á spæliteldunum hjá OrBits. Til hetta er at siga, at øll tey best umtóktu og nýggjastu spølini verða á teldunum. Teir, sum standa aftan fyri OrBits, hava
Fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 á Vaskarínum, Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla [...] til Havnar um Reynsmúlalág. Farið verður av Norðasta Horni kl. 14. Havið matpakka og góð, heit gonguklæði við. Gingið verður uml. 3 tímar. Tilmelding á Kunningarstovuni. Losjan í Havn Í dag kl. 15 hittast [...] fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgurið á tlf. 317200 Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17
Norðasta Horni kl. 14. Havið matpakka og góð, heit gonguklæði við. Gingið verður uml. 3 tímar. Tilmelding á Kunningarstovuni. Gongufelagið Eysturoy Limir í Gongufelagnum Eysturoy hittast til kaffifund á Restaurant [...] men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 [...] Presturin er at hitta á tlf. 38796146. Sjómansheimið »Ørkin« Brautarholt 29, 105 Reykjavík Sunnudag møti kl. 17. Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777
eigur at vera. Varhugin ella tað tú kennir á tær skalt tú ikki skúgva til viks, tí mínar royndir eru, at jú meiri tú arbeiðir í samsvari við tí, tú kennir á tær, jú betri fært tú tað. Tú skalt í veruleikanum [...] bæði heima og á arbeiðsplássinum. Eg havi ikki altíð dugað nóg væl at seta mørk. Arbeiðið í landsstýrinum tók ofta alt ov nógv av mínum gerandisdegi og frítíð. Eg havi havt lyndi til at taka á meg ov stóra [...] Durhuus fekk sær útbúgving sum NLP-ráðgevi hevur hon havt viðtalu í hugnaligum viðgerðarhølum á Norðasta Horni í Havn. Umframt viðtalu hevur Gunnleyg Durhuus skeið fyri arbeiðsplássum og bólkum í eitt nú
Egholm, leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Skúlabørnini, sum hesi verða kallað, eru saman nakrar ferðir um vikuna. Ein fyrrapart um vikuna eru øll skúlabørnini á øllum býlingshúsunum í Havn saman [...] tað meiri óskipaða, har spælt verður skúla á stovuni saman við hinum børnunum. Til reiðar at ogna sær nýggja vitan Leiðarin í Býlingshúsinum á Norðasta Horni heldur, at tað er umráðandi, at børn bæði likamliga [...] so stór sum hon er á einum dagstovni. Har eru fleiri um børnini, starvsfólkini hava dagligt samskifti við familjuna og kenna sostatt øll viðurskifti tað einstaka barnið livir undir. Á stovnunum verður hædd