Dagstovnarnir kring landið hava í nógv ár havt sokallaðar skúlabólkar, har tey seks ára gomlu børnini, ið skulu í skúla, verða savnað fyri seg seinasta árið til eitt slag av undirvísing. Endamálið er sjálvsagt at fyrireika børnini til skúla og at gera tey meiri búgvin.
- Vit arbeiða ikki málrættað við innlæring, men okkara arbeiði á stovninum við skúlabørnum er meiri tí vit vilja fyrireika børnini til eina broyting í lívinum. At tað nú verða onnur krøv sett teimum viðvíkjandi at sita still, at lurta og fremja nakrar uppgávur, ið tey verða sett til innan avmarkaða tíð. Her verður arbeitt við at vitja arbeiðspláss og ymsar stovnar, sum vit tosa um, tá ið vit koma heim. Børnini tekna, skriva bókstavir og rokna eitt sindur, sigur Ása Egholm, leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.
Skúlabørnini, sum hesi verða kallað, eru saman nakrar ferðir um vikuna. Ein fyrrapart um vikuna eru øll skúlabørnini á øllum býlingshúsunum í Havn saman, har skipað verður fyri spæli.
- Hetta er skipað virksemi. Og so er tað sjálvsagt eisini tað meiri óskipaða, har spælt verður skúla á stovuni saman við hinum børnunum.
Til reiðar at ogna sær nýggja vitan
Leiðarin í Býlingshúsinum á Norðasta Horni heldur, at tað er umráðandi, at børn bæði likamliga og sálarliga eru væl fyri, áðrenn tey fara í skúla, tí allar kanningar vísa, at tað eru fortreytir fyri, at børn ogna sær nýggja vitan.
- Vit síggja, hvussu nógv børnini búnast seinasta árið, tey eru í barnagarði. Frá at fría spælið er høvuðsgerðarmálið í gerandisdegnum og til at tey fáa bindini til at sita við meiri málrættaðum arbeiði í longri tíð. Nøkur børn eru búgvin at fara í skúla sum 5-6 ára gomul, men tey flestu eru ikki búgvin.
- Í Føroyum gerast ikki so nógv børn taparar í skúlanum og tað er tí, at tey eru betur fyri sálarliga og likamliga, tá ið tey byrja í skúlanum. Tá ið børn eru búgvin at fara í skúla eru tey eisini spent at sleppa í skúla og til reiðar at ogna sær nýggja vitan. Hyggja vit eftir londum sum Danmark og Onglandi, sum hava havt forskúlar í nógv ár, síggja vit, at tað eru nógv sum gerast taparar í skúlanum og enda sum ólukkudýr longu heilt ung. Tað er tí tey eru ikki búgvin at byrja skúlan so tíðliga.
- Havast skal eisini í huga, at tá ið barnið fer í skúla er umsorganin fyri einstaka barninum og familjuni ikki so stór sum hon er á einum dagstovni. Har eru fleiri um børnini, starvsfólkini hava dagligt samskifti við familjuna og kenna sostatt øll viðurskifti tað einstaka barnið livir undir. Á stovnunum verður hædd tikin fyri heildini barnið livir í. Hetta kemur ikki fyri í skúlunum, har lærarin skal ígjøgnum ávíst pensum og bert sær foreldrini tvær ferðir árliga og ofta ikki hevur vitan um umstøðurnar, barnið livir í. Børn, sum hava tað trupult heima, í skúlagarðinum ella aðra staðni, gerast ofta "problembørn" í skúlanum og verða bara sæð sum so. Stundir eru ikki til at taka sær stórvegis av teimum.
- Somuleiðis haldi eg, at so smá børn hava krav á tryggleika í lívinum. Á dagstovnunum eru vaksin at fara til, sum hava stundir til at lurta, hugna um tey og nøkta teirra tørv fyri umsorgan. Tey koma við foreldrunum um morgunin og verða heintað seinnapartin. Tá ið tey byrja í skúlanum skulu tey klára alt sjálv og tað eru tey ikki før fyri. Tey nýta nógva tíð at hugsa um, hvar og hvør skal vera um tey til foreldrini koma heim úr arbeiði. Fleiri foreldur velja ikki at lata børnini fara í frítíðarskúla, tí hann kostar. Hesi børnini ganga so fyri váð og vind stóran part av degnum. Tað er óforsvarligt, um tey 5-6 ára gomlu fáa ein slíkan gerandisdag.
Samstarv
Ása Egholm heldur, at pedagogar og lærarar eiga at samstarva um forskúlabørnini.
- Lærarin leggur dent á tað, hann skal læra børnini innan avmarkaða tíð, meðan pedagogurin arbeiðir við atliti til heildina í lívinum hjá barninum. Okkara arbeiði er líka so nógv tað at læra børnini ymiskt og at hava umsorgan fyri einstaka barninum. Vit sameina spæl og innlæring.
- Pedagogar duga eisini at arbeiða við atliti til at stimbra sansirnar hjá børnum, tá ið tey skulu læra okkurt. Vit siga ikki bert frá, men vit lata børnini brúka allar sansir, oyra, eyga, smakk, føla, tekna, mála, fortelja og so framvegis. Vit leiða tey ígjøgnum eina prosess, har allir sansir verða stimbraðir, sigur Ása Egholm.