Suðuroyingar fyri áhuga fyri filmi kunnu nú gleða seg.
Tí skjótt letur nýggjur biografur upp á Tvøroyri - tann fjórði í Føroyum.
Biografurin endurreistur
Jú, biografurin í Føroyum er rættiliga endurreistur, eftir eitt tíðaskeið har tað var fullkomiliga øskukalt á tí økinum.
Tað eru annars ikki so nógv ár síðani, at nógvir biografar vóru í Føroyum.
Men so kom video- og sjónvarpsbylgjan og tók alt av fótum. Videohandlar skutu upp sum hundalond á hvørjum horni seinast í sjeytiárunum og upp ígjøgnum áttatiárini. Samstundis fóru privat sjónvarpsfeløg kring landið at senda, og mitt í øllum kom so sjónvarp Føroya fyrst í áttatiárunum. Hendan sjónvarpsbylgjan skolaði alt omanav alt av fótum og biografarnir megnaðu yvirhøvur ikki at kappast ímóti hesum nýggja miðlinum.
Ein orsøk mundi vera, at filmirnir, sum biografarnir vístu, vóru yvirhøvur so gamlir, at sum oftast vóru teir komnir á video, ella høvdu verið vístir á parabolini, áðrenn teir komu í føroysku biografarnir.
Men onkur vildi sagt, at biografarnir yvirhøvur ikki hættaðu sær undir kappingina við sjónvarpi.Avleiðingin var í øllum førum, at biografarnir lótu aftur, ein fyri og annar eftir., og eitt skifti uppá útvið 10 ár var ikki ein tann einasti biografur í øllum landinum.
Men eisini videobylgjan fjarðaði aftur, so hvørt sum parabolin bleiv hvørsmansogn sum áttatiárini liðu og nítiárini tóku við, og teir allarflestu videohandlarnir fóru líka skjótt sum teir komu.
Í hesum tíðum var tað at feðgarnir Louis og Jákup Eli Jacobsen í Havn brutu upp úr nýggjum og endurreisti Havnar Bio í somu hølum hjá Havnar Klubba, sum biografurin hevði verið í frammanundan.
Og 7. juni 1993 var so tann stóri dagur, tá ið føroyingar aftur sluppu í biograf á fyrsta sinni í næstan 10 ár.
Og við allarnýggjastu filmunum á skránni vann Havnar Bio sær skjótt so stóra undirtøku millum fólk, at onnur sóu, at bara filmirnir vóru teir røttu, bar væl saktans til at draga føroyingin í biograf.
Eftir at Havnar Bio hevði gingið eina tíð, lótu strandingar eisini biograf upp, og teimum á baki varð biografur eisini gjørdur í Klaksvík.
Og um tveir mánaðir verður so tann fjórði biografurin latin upp í Suðuroynni.
Arbeitt í eitt ár
Tað er Tvøroyrar Klubbi, sum hevur tikið stig til at stovna nýggjan biograf í Suðuroynni og biografurin fer at halda til í Klubbanum, í tí, sum verður nevnt Stórasali.
Tað eru eini trý ár síðani, at hugskotið varð nevnt at stovna biograf í klubbanum, men tað er hetta síðsta árið, at arbeitt hevur verið við málinum av álvara.
Tað er nevndin í Klubbanum, Jean Dimon, Bjarti Mortensen og Rene Christensen, sum stendur fyri arbeiðnum at fyrieika nýggja biografin.
Og teir eru komnir so langt ávegis, at miðað verður eftir at hava fyrstu framsýningina 12. mars.
Heldur hendan tíðarætlænin, verður fyrsti filmurin í nýggja biografinum tann heilt stóra áskoðaramagnetin, seinastu tíðina ?Rush Hour?, sum er ein ógvuliga hendingaríkur filmur, ið hevur spælt næstan eina milliard í kassan.
60 stólar
Mánadagin verða tilboðini uppá at innrætta Stóra Sal til biograf, so tað skal arbeiðast skjótt, skal tíðarætlanin haldast, men teir halda framvegis, at tað fer at bera til.
Teir tríggir nevndarlimirnir í klubbanum siga, at tað verða 60 stólar í nýggja biografinum. Tað halda teir skuldi verið nóg mikið til at nøkta tørvin í Suðuroynni.
Ætlanin er at hava 10 sýningar um vikuna, Ætlanin er at vísa film hvørt kvøld í vikuni uttan mikukvøld og hóskvøld.
Tvær sýningar verða hvørt kvøldið.
Atgongumerkini fara at kosta 55 krónur.
Við teimum útreiðslum sum vera, ber biografurin seg sostatt um 15.000 atgongumerki verða seld um árið.
Hetta ljóðar nógv. Men tað merkir, at tað skulu verða 27 fólk í miðal til hvørja sýning, tvs, at salurin skal verða næstan hálvfullur í miðal og tað halda teir avgjørt skuldi borið til.
Lørifti verður 2,5 x 6 metrar.
Upptøkutólið hava teir keypt brúkt, men útgerðin til ljóðið er spildurnýggj og lýkur øll krøv til nýmótans biografljóð.
Men ongin biografur uttan popkorn, so sjálvandi verður eisini kiosk, har popkorn, sodavatn og annað gott verður at fáa.
Tað er Suðuroyar Sparikassi, sum fíggjar hetta tiltakið hjá Tvøroyrar Klubba.
Eisini sjónleikir og konsertir
Nú biografurin verður gjørdur er ikki ætlanin at taka pallin niður, tí løriftið verður aftast á pallinum.
Sostatt fer hølið eisini at verða vælegnað eil sjónleik og konsertir og onnur mentanartiltøk annars.
Sostatt kann sigaast, at tær stoltu traditiónirnar hjá tí søguríki Tvøroyrar Klubba verða førdar víðari við hesum tiltakinum.
Tí Tvøroyrar Klubbi hevur altíð verið so nógv meiri enn bara ein ølklubbi.
Hann hevur næstan øll árini, líka síðani hann varð stovnaður í 1895, verið ein mentanarmiðdepil á Tvøroyri.
Hann var leingi einasta størra høli á Tvøroyri og varð tí brúktur til alt møguligt.
Har hevur verið dansur av øllum møguligum slag, bæði við jazztónleiki, harmonikutónleiki,horntónleiki og rokktónleiki, og tvørafólk hava havt fleiri orkestur í flestøllum tónleikasløgum. m.a varð nakað so sjáldsamt sum eitt kvinnuorkestur á Tvøroyri í fimtiárunum.
Har hevur eisini verið undirvíst í dansi, eitt nú fólkadansi, men har hevur eisini føroyskur dansur við børnum.
Klubbin hevur somuleiðis verið brúktur til sjónleik og kabarettir og í nógv ár hevði skúlin eisiin fimleikarhøll í klubbanum, umframt at tey vaksnu eisini gjørdu fimleik har.
Fyrr vóru eisini valfundir í klubbanum, bæði til løgtingsval og fólkatingsval.
Undir krígnum høvdu enskir hermenn sjúkrasstovu - og biograf í klubbanum.
Men harumframt hevur hann eisini verið brúktur til kortspæl og billiard og onkrar hendingafyrilestrar.
Við góðum treysti
Og tað er við góðum treysti, at tvøramenn nú aftur fara undir biograf í klubbanum.
? Vit hava oftari og oftari merkt at saknur hevur verið í einum biografi her suðuri, siga teir tríggir nevndarlimirnir í klubbanum.
Hesin saknurin kom eisini til sjóndar í eini kanning, sum Miðnámsskúlin í Suðuroynni gjørdi nakað síðani, tá ið tey m.a. spurdi 600 næmingar í framhaldsskúlanum m.a. um, hvat tey saknaðu mest í Suðuroynni.
? Eini 97% a teimum høvdu biografin á listanum yvir tað, sum størsti saknur var í - uttan at biografurin var nevndur í spurningunum.
Vísa nýggjar filmar
Men teir eru eisini greiðir yvir, at skal biografinum verða lív lagað, er, neyðugt, at filmarnir, sum verða vístir, verða teir nýggjastu nýggju.
Og tað hevur biografurin á Tvøroyri tryggjað sær við at koma uppí raðskipanina, sum hinir biografarnir eru í.
Tvs, at Havnar Bio útvegar filmarnar og vísir teir fyrst. Síðani fara filmarnar til hinar biografarnar og koma so suður á Tvøroyri.
Roknast skal tí við, at ein filmur er vanliga ikki meiri enn ein-tveir mánaðir gamal, tá ið suðuroyingar fáa høvi at síggja hann.
? Tann tíðin er langt síðani farin tá ið føroyski biografgangarin var nøgdur, bara hann slapp at síggja ein 10 ára gamlan B-film.
? Nú er útboðið so stórt, og fólk av tí sama meiri krevjandi, at skal biografinum veða lív lagað, er tað neyðugt, at vit hava teir nýggjastu filmarnar at vísa fyri fólki.
? Og tað hava vit tryggja okkum við hesum samstarvinum við Havnar Bio, har tey annars hava verið ógvuliga beinasom við vegleiðingum og góðum ráðum, fyri hjálpt okkum ígongd, siga teir stríggir nevndarlimirnir í Tvøroyrar Klubba.