allar stovnarnar, ístaðin fyri at teir hvør í sínum lagi settu ein húsavørð. Taka vit so raksturin av barnaansingini, so eru lønir áleið 80% av rakstrinum, eisini her hevur kommunan ikki tað stóru ávirkanina [...] Fyrst vil eg takka Norðoya Sambandsfelag fyri at seta henda spurning alment fram, tí óivað eru nógv foreldur, ið eru ørkymlað av, at gjøldina hækka, uttan at tey vita hví. Brævið hjá Norðoya Sambandsfelag [...] »Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.« Hetta merkir, at gjaldið hjá kommununi
váttar, at tað við klæðunum sum heild er partur av baksíðuni av medaljuni. - Tað við klæðunum er ræðuligt! Og á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, har ein kann senda heilsan til Guðrun og hinar luttakararnar, [...] leskandi afturvið. Tú kom víðari sum ein av trimum. Veist tú nakað um, hvør tykkara fekk flestar atkvøður? - Nei, eg havi hoyrt okkurt smávegis, men havi einki alment fingið at vita, sigur Guðrun. Klæðini [...] hava sagt, at Guðrun til fyrsta umfar av kappingini ikki var í tí, sum fólkini hjá DR vildu, men beint undan framførsluni fór í aftur egin klæðir. Hesa útlegging av søguni váttar Guðrun tó ikki heilt, tó
hann ? beinleiðis og óbeinleiðis ? gera av, hvørjir nýggir limir sluppu inn í flokkin, og hvørjir vórðu útkoyrdir. Mangar av grasrótunum kendi hann, hann vísti teimum virðing, hjúklaði um teir og aldi á henda [...] k, sum varð undirskrivaður tann 3. mars 1918, og sum hevði við sær, at Russland misti o.u. ein triðing av sínum landaøki. Avgjørt varð at skapa Russland um til eitt sosialistiskt samfelag við tí sonevndu [...] borgarakríggj og seinni hungursneyð, sum tilsamans førdu til, at millum 12 og 17 milliónir av russarum lótu lív. Av tí at stór ósemja var um mong mál, og stór mótstøða móti bolsjevikkanna harðrendu framferð
sum teir settu eld á sínar hoyløður og síni fjós, bálini geisa yvir bygdunum. Fólk vórðu kvald av stinkinum frá rotnandi kjøti, av deyminum av vodka, av roykinum frá teirra uppkolaðu ognum, og av sínum egna [...] hann rikin av landinum. TAÐ STÓRA TAKIÐ STRÍÐIÐ UM maktina var av í 1928. Stalin stóð nú ? at kalla - sum tann veruligi, men óformligi, einaræðisharrin í USSR. Rundan um seg hevði hann eitt lið av flokslimum [...] ímóti hørðum. Bóndastættin var, hildu mangir, sum eitt dýpi av myrkum afturhaldi, ein kleppur um hálsin á bráðum byltingarmonnum. Nú varð gjørt av at royna aftur ? og berja alla mótstøðu niður. Eg skal royna
varð róptur, heim, so jarðarferðin kundi verða hildin í heimbýnum. Heim, var tó so nógv sagt. Hóast abbin átti ein triðing av sitrónmarkunum í Florida og húskið var múgvandi, doyði mamman av drukk og pápin [...] pápin tók seg av døgum, tá Gram var 13. Árið eftir stakk hann av. Fosturpápin, ið bar navnið Parsons, var tað, ið vildi hava kistuna heim. So varð og heimleiðin varð løgd um altjóða flogvøllin í Los Angeles [...] men er av liljuættini, Yucca brevifolia. Sigst, at tá mormonar miðskeiðis í 19. øld fóru um Colorado ánna, góvu teir trænum bíbilska navnið. Fyrimyndin var Jósva, sum við opnum ørmum signar teimum landið
pørtum av báðum av lisensunum. Ella ber til at ímynda sær, at fleiri av feløgunum, sum eru á landgrunninum taka seg saman fyri at spjaða váðan enn meira enn tey hava gjørt, soleiðis, at av teimum fýra brunnunum [...] grunn, sum skal koma fiskimonnum til góðar. Hesi seinastu 30 árini hava tí verið merkt av bæði viðráki og bakkøstum, av nøgdsemi og vónbrotum alt í einum. Men tað, sum hevur eyðkent gongdina, hevur verið [...] oljufeløgini við sínum milliónum av dollarum og ekspertisu føst her. Vit mugu gera tað áhugavert og attraktivt at váða pengar á okkara landgrunni. Vit hava kappingarneytar um allan heim - onnur øki, har tað er
fjøll at atkvøða; men komin niðaná settu tey seg at práta um valið. Hvørt hevði sína støðu, annað valdi samband og hitt sjálvstýri. Tá samdust tey um heldur at fara heim aftur, tí tey hóast alt bara útlíknaðu [...] føroyingar ikki hava onnur sløg av samlívi at kappast við hjúnarlagið um almenna viðurkenning. Hinumegin vilja tey kulturradikalu júst hava samkynda lívsformin alment viðurkendan. Kjakið um skrásetta [...] viðvíkjandi børnum hjá foreldrum, ið ikki eru saman, og øðrum við. Men ongin hevur alment raðfest eina almenna endurskoðan av øllum hesum, heldur ikki journalistarnir. Í staðin velja miðlafólk at tráðspyrja
?????? Annar partur TJÓÐSKAPARLIG FYLKING EFTIR AT at annar heimsbardagi var av, og meðan Mohammad Reza, annar shahurin av Pahlavi-ættini (og til í dag seinasti shahur í Iran) enn var ungur og óroyndur [...] óreiðiligan hátt at fáa valt eitt ting, sum var honum lýðið. Av hesum stóðst harmur og øsing, so at Mohammad Reza at enda mátti lúta og skriva út val av nýggjum. Hesin sigur gav tí demokratisku rørsluni í Iran [...] hjá sínum landi. Mamma hansara var ein fúrstinna av Qajar-fólkinum, og hennara ætt hevði fostrað m.a. landshøvdingar, ráðharrar og sendimenn. Pápin var av tí høgt metta Ashtiani ættarbólkinum og hevði í
fáa serundirvísing. At lesi- og skriviveikir næmingar ikki fáa hjálp kemst ikki av, at skúlar og lærarar ikki vita av teimum ella ikki vita, hvussu teir kunnu hjálpast. Kanningar hava langt síðani víst, [...] lesiveiku verða svikin. Læraraútbúgvingin gevur teimum ikki ein einasta tíma í frálæru til lesiveik, tey arbeiða undir eini skipan, sum ikki loyvir teimum at seta tíð av til slíkt og eftir ein fólkaskúlalóg, har [...] soleiðis at lesnaður verður ein nátúrligur partur av gerandisdegnum. Fyrsta barnið fær varhugan av, at lesnaður er lykilin til ein spennandi og hendinga-ríkan heim, fer tað at vilja læra at lesa, tí tað er stuttligt
mugu ruddast av vegnum beinan vegin, sum tað eisini framgongur av frágreiðingini, har sagt verður: "Mín hægsta vón er tí, at Mentamálaráðið, Vágs kommuna og vit øll fáa ruddað hetta grúsið av vegnum umgangandi" [...] arbeiðsháttur setur avmarkingar í so máta. Handfaringin av teimum málunum sum Fólkaflokkurin hevði við at gera, var munandi betur enn handfaringin av málinum um miðnámsskúlan/meginbókasavnið. Tað er nýggi [...] sum var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri bókasavnslógina og ætlanina við meginbókasavninum, sigur m.a. soleiðis í fundarfrágreiðing aftan á fundin í Stórapakkhúsi: "Ynskir ein kommuna, av onkrari orsøk