Fyrst vil eg takka Norðoya Sambandsfelag fyri at seta henda spurning alment fram, tí óivað eru nógv foreldur, ið eru ørkymlað av, at gjøldina hækka, uttan at tey vita hví. Brævið hjá Norðoya Sambandsfelag vísir eisini, at fleiri misskiljingar eru, og tí skal eg royna eftir førimuni at greiða frá, hvussu skipanin hongur saman.
Lógin um barnaansing.
Vit hava eina løgtingslóg, ið ásetur hesi viðurskifti, grein 6 í lógini um barnaansing ásetur:
»Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.«
Hetta merkir, at gjaldið hjá kommununi er 100%, tá ið tað kemur til húsaútreiðslur og til raksturin av stovnunum er gjaldið hjá kommununi 70%. Hesi viðurskifti fær kommunan ikki broytt, tá ið tað er ásett við lóg. Eisini ásetir lógin at 2/3 av starvsfólkunum á dagstovnum skulu vera námsfrøðingar, men hesa áseting koma vit ikki í nánd av at liva upp til.
Tað, ið kommunan kann gera, tað er at hava ein so bíligan rakstur sum gjørligt av barnaansingini, og tað royna vit alla tíðina. Tó hava vit sett okkum sjálvum tað krav, at tann ansing, ið børnini fáa bjóðað, skal vera góð og innihaldsrík, tað vil siga ikki so bílig, at tað gongur út nyvir børnini. Eitt dømi um bíligan rakstur er, at vit hava sett ein felags húsavørð fyri allar stovnarnar, ístaðin fyri at teir hvør í sínum lagi settu ein húsavørð.
Taka vit so raksturin av barnaansingini, so eru lønir áleið 80% av rakstrinum, eisini her hevur kommunan ikki tað stóru ávirkanina. Lønarsamráðingar fara fram millum fakfeløgini á økinum og Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, men lønar-vøksturin hjá hesum bólki fylgir sjálvandi lønarvøkstrinum í samfelagnum annars. Seinasti sáttmáli hjá bæði pedagogum og dagrøktarum hevði við sær lønarhækking 1. mars 2002 og 1. mars 2003, eins og hjá øllum øðrum bólkum í samfelagnum. Eg trúgvi ikki, at nakar ikki unnir teimum, ið ansa okkara børnum eina rímuliga løn.
Rokningin send barnafamiljunum
Hetta er ikki rætt. Tað er sum nevnt 30% av rakstrarútreiðslunum, ið foreldrini gjalda, hvussu stór henda rokning er, veldst einamest um lønarútreiðslurnar á tí einstaka stovninum. Tann stóri parturin av rokningini, tey 70% vera send kommununi.
Fyri Klaksvíkar Kommunu merkir hetta í krónum, at okkara »rokning« vaks frá 2001 til 2002 við 4,2 milliónum frá 12,1 mió til 16,4 mió. Henda øking er sjálvsagt eisini grundað á fleiri nýggj pláss í 2002. Men taka vit økingina frá 2002 til 2003 so er hon (uttan nýggj pláss) áleið 2,3 milliónir.
Ein kundi sjálvandi sagt, at kommunan skuldi goldið meira og foreldrini minni, men tað dugi eg illa at síggja ber til, við teimum inntøkum og útreiðslum okkara kommuna hevur í dag. Eg kenni onki land, har foreldur gjalda minni enn 30%, og í Íslandi gjalda foreldur 50%.
Tað er ikki rætt nú kommunan útbyggir stovn-ar og umsiting, at foreldragjaldið hækkar samsvarandi.
Nei tað er so avgjørt ikki rætt, men hetta er heldur ikki veruleikin. Ein útbygging av ansingarskipanini við fleiri plássum viðførir ikki hægri foreldragjald. Tey einstøku foreldrini gjalda bert fyri tað pláss, ið teirra barn hevur, verða fleiri pláss vera tey goldin av kommununi og teimum foreldrum, ið tá fáa barnaansingarpláss. Viðvíkjandi umsitingini so er eitt starv sett aftrat í dagrøktarskipanini so nú eru tað tvey størv. Hetta er tann minsta umsitingin í Føroyum av eini skipan, ið hýsir 120 børnum og 26 dagrøktarmammum. Samanbera vit við aðrastaðni í landinum, so er hetta talið ikki høgt. Umsitingin skal taka børn upp, skal fyriskipa øllum tí praktiska í samband við at børn koma og fara úr skipanini. Eisini skal umsitingin hava eftirlit við skipanini og javnan vitja øll tey heim, har børn verða ansað og geva ráð og vegleiðing. Hetta er ein stór uppgáva, og hon skal tryggja at skipanin er góð og trygg.
»Steðgið útbyggingini av ansingarskipanini til býtið er greitt.«
Hetta hvørki kunna ella vilja vit gera. Sum eg havi víst á, so er býtið millum foreldragjald og kommunugjald púra greitt og ásett við lóg.
Henda samgongan setti sær fyri at veita øllum børnum í kommununi ansingartrygd í hesum valskeiðnum, og tað lyfti fara vit at halda!! Ein varislig meting av verandi skipan vísir, at tað er stórur møguleiki fyri at vit hava fingið øll børn inn í ansingina í heyst, og tað fara vit at gera alt sum vit kunnu, fyri at fáa til veruleika.
Vónandi er hetta eitt nøktandi svar.










