TJÓÐSKAPUR
DAGIN EFTIR kollveltingina vaknaðu bolsjevikkar við, at teir høvdu valdið í einum av heimsins størstu ríkjum. Tann bolsjevikkiska stjórnin byrjaði sítt virki í Pætursborg, men flutti tann 10. mars 1918 til Kreml í Moskva. Tað vóru ikki smá mál, sum teir nýggju kommisserarnir (ráðharrarnir) skuldu loysa. Viðurskiftini við Týskland vórðu fyribils loyst við friðinum í Brest-Litovsk, sum varð undirskrivaður tann 3. mars 1918, og sum hevði við sær, at Russland misti o.u. ein triðing av sínum landaøki.
Avgjørt varð at skapa Russland um til eitt sosialistiskt samfelag við tí sonevndu "krígskommunismuni". Hesin politikkur hevði við sær fyrst borgarakríggj og seinni hungursneyð, sum tilsamans førdu til, at millum 12 og 17 milliónir av russarum lótu lív. Av tí at stór ósemja var um mong mál, og stór mótstøða móti bolsjevikkanna harðrendu framferð, læt Lenin longu í 1917 seta á stovn eina loyniløgreglu, ta sonevndu Tjekuna, sum seinni fekk navnið GPU (seinni heitir eru KGB og NKVD).
Longu stutt eftir at Lenin var komin aftur úr Zürich, høvdu hann og Stalin tikið upp eitt serliga tætt samstarv. Lenin dámdi henda tigandi georgiaran, sum ? gaman í ? kundi tykjast tornæmur og seinur, men samstundis dugdi at broyta hugsan og laga seg eftir meistarans alsamt broytiligu kós og nýggju strategisku hugskotum, sum neyt at hava vald og megnaði at brúka valdið eirindaleyst.
Í tí nýggju kommunistisku stjórnini fekk Stalin starvið sum ráðharri í tjóðskaparligum minnilutum. Hetta komst av, at hann í 1913, eftir áheitan frá Lenin, hevði skrivað eina ritgerð um marxismuna og tjóðskaparspurningin. Sum Stalin sá henda spurning, var hann fyrst og fremst av taktiskum slag. Høvuðsmálið var eftir hansara tykki at grunda tað sosialistiska samfelagið. Tað ráddi um at loysa tann tjóðskaparliga spurningin, ikki tí at hetta mál í sær sjálvum hevði týdning, men so at tað skuldi skapa sum minst av tvørleikum fyri meginstavnhaldið: sosialismuna.
Í stuttum hevði Stalin ta hugsan, at tjóðskaparligir minnilutar skuldu hava mentunarligt ? men ikki politiskt ? frælsi. Áhugavert er, at longu í 1913 var greitt, at Lenin og Stalin vóru ikki heilt samdir um, hvussu tjóðskaparspurningurin skuldi loysast. Lenin var fúsur at lata einstakar tjóðir fáa politiskt sjálvstýri, kanska loysing, Stalin hinvegin var longu í 1913 ein ? lutvís krógvaður ? stórrussiskur nationalistur.
GEORGIA NIÐURBART
TAÐ VAR var sjálvsagt ikki av tilvild, at bæði Lenin og Stalin eftir kollveltingina løgdu dent á at loysa tjóðskaparspurningin. Líkasum Eysturríki-Ungarn og Turkaland var Sovjetsamveldið eitt kloddateppi av ymiskum tjóðum og málum. Sporini ræddu, og tað ráddi um at síggja til, at tað nýggja Russland ikki ? sum tey hini bæði ríkini ? datt sundur, nú bardagin hevði fingið tjóðirnar at rakna við. Við friðin í Brest-Litovsk í 1918 fingu t.d. bæði Finnland og Baltalond loysing frá Russlandi. Men hvussu við øðrum tjóðum ? eitt nú Ukraina ella Armenia?
Av øllum tjóðum í Russlandi var Georgia, heimlandið hjá Stalin, kanska tann, sum mest heilhugað stríddist fyri tjóðskaparligum frælsi. Georgiskir kommunistar (mensjevikkar vóru í meiriluta har) vildu seta á stovn teirra egna ríki og fullveldi. Lenin var fúsur at eftirlíka teimum og skrivaði í mei 1920 undir ein sáttmála, har Sovjetrussland læt frá sær øll rættindi til at ráða yvir Georgia og játtaði landinum "óskert sjálvstýri og fullveldi".
Men Stalin var í hesum máli ósamdur við meistaran, og hesa ferð var tað Lenin, sum boygdi seg. Hann sveik síni lyftir, og í februar 1921 gjørdi Reyði Herurin innrás í Georgia. Øll mótstøða varð niðurbard, og Georgia limað inn í tað kaukasiska samveldið. Framferðin móti Georgia varð ógvuliga harðrend, og útreinsingar vórðu framdar.
VALDIÐ Í FLOKKINUM
STARVIÐ SUM ráðharri í tjóðskaparmálum var ikki einasta uppgáva, sum hesi árini varð latin Stalini upp í hendur. Eftir at borgarakríggið hevði tikið seg upp, virkaði hann í fimm førum sum politiskur kommisserur, sum hevði eftirlit við virkinum hjá teimum vanligu herovastunum. Hann vísti í hesum størvum, at hann var maður, ið megnaði at taka avgerðir og at halda fast um tær, eisini um tær vóru skeivar, at hann ikki aktaði sína yvirleiðslu (í hesum føri Lev Trotskij), og at hann í hernaðarmálum kundi gera stór mistøk.
Men nógv størri týdning fyri Stalinsa politisku framtíð fingu trý týðandi álitisstørv, sum vórðu latin honum, og sum øll høvdu samband við floksins bygnað. Vit eiga her at hava í huga, at tað veruliga valdið í Sovjetsamveldinum nú lá ? hvørki hjá stjórnini, sovjettunum ella herinum ? men hjá flokkinum.
Í mai 1919 varð Stalin valdur inn í floksins politbýro, ta nýggju nevndina, sum hereftir hevði høvuðsvaldið í flokkinum og í landinum. Samstundis varð hann valdur inn í eina aðra floksnevnd, Orgbýroið, sum hevði umsjón við skipanini í flokkinum. Og tann 4. apríl 1922 varð hann, eftir uppskoti frá Lenin, valdur at vera aðalskrivari hjá flokkinum.
Tann sovjetrussiski kommunistaflokkurin ? sum nakað eftir kollveltingina vaks til at telja tilsamans o.u. 300.000 limir ? hevði eina sonevnda Sentralkomite ella Aðalnevnd, og yvir henni tað fámenta, men sterka Politbýroið, sum fyrr er umrøtt. Limirnir valdu Aðalnevndina, og nevndin valdi Politbýroið. Umráðandi var ? um ein legði dent á at fáa vald ? at hava tak á tí stóru limafjøldini og serstakliga á floksumboðum og floksskrivarum runt um í landinum og soleiðis eisini á limunum í Aðalnevndini. Stalin hevði, sum kanska tann einasti millum teir nýggju leiðararnar í Kreml, skilt hetta.
Menn sum Trotskij, Zinovjev ella Bukharin løgdu seg meira eftir at skifta orð um ástøðilig mál, skriva lærdar ritgerðir ella halda floygdar talur. Tað var heldur ikki sørt, at nakrir teirra vanvirdu henda hálvlærda georgiaran, sum ikki hevði orðið í síni makt, og sum átók sær tungar og keðiligar umsitingarligar byrður. At hann tímdi.
Men teir undirmettu Stalin ? og tað dyggiliga. Við sínum trimum álitisstørvum bygdi hann upp eina nýggja, loynda valdsstøðu. Við henni kundi hann ? beinleiðis og óbeinleiðis ? gera av, hvørjir nýggir limir sluppu inn í flokkin, og hvørjir vórðu útkoyrdir. Mangar av grasrótunum kendi hann, hann vísti teimum virðing, hjúklaði um teir og aldi á henda hátt fram ein ávísan trúskap móti sær sjálvum. Millum limirnar vaks fram eitt nýtt, ungt ættarlið, menn við lítlari útbúgving, summir hálvir analfabetar. Teir høvdu illtanka til ta gomlu garduna av lærdum marxistum. Stalin, sum var hálvlærdur sum teir, ikki megnaði ella var fúsur at síggja nakað mál í sínum fulla, fjølstrongda skapi og talaði teirra egna bonska mál, var teirra maður.
LENIN LEGST SJÚKUR
LONGU Í 1921 var greitt, at Lenin var um at hokna undir síni ómetaliga tungu arbeiðsbyrðu. Hann var móður og strongdur, og viðhvørt bilaði hjá honum at tala og minnast.
Tann 25. mai 1922 hevði hann sína fyrstu heilabløðing við tí avleiðing, at hann bleiv lamin í høgru lið og eitt skifti ikki fekk tosað. Og nú komu hendingarnar slag og slag ? á tí politiska pallinum og í flokkinum ? sum var tað lagnan, ið vav sítt døkka plagg, ella onkur gávuríkur høvundur, ið savnaði træðrirnar til eitt minningarríkt mynstur. Sum ein hending kom aðrari á baki, fingu hvør steinur og hvørt klípi í tí valdsgarði, sum Stalin hevði lagað, týdning og vekt.
Stalin hevði higartil víst floksins og ríkisins vegara ta mestu virðing. Men nú meistarin viknaði, varð henda virðing skapt um til vanvirðing og háð. Lenin varnaðist hetta, og samstundis bleiv honum greitt, kanska fyri fyrstu ferð, at tað vald, hansara politiski næmingur hevði fingið, kundi gerast hættisligt.
Nú teir eginleikar hjá Stalini, sum hann fyrr hevði hávirt og havt gagn av ? tann eirindaleysa, freka framferðin ? raktu hann og hansara, varð hansara hugburður vendur við. Hann fór nú at umhugsa at fremja tiltøk, sum kundu minka um Stalins makt, og líkt er til, at hann ætlaði at fáa í lag samstarv við Trotski. Men um náttina tann 15. desember 1922 fekk Lenin sína aðru heilabløðing.
Stalin fór nú til verka á meiri medvitnan hátt. Hann bar so í bandi, at Lenin bleiv avbyrgdur, hevði eftirlit við hansara læknum, sá til, at hann ikki var kunnaður um, hvat fór fram á tí politiska hermótinum, og fekk skrivararnar hjá Lenin at greiða sær frá øllum, sum Lenin segði. Í roynd og veru var meistarin nú næmingsins fangi og undir eftirliti.
Ymsar hugsanir eru um, hvørt Lenin um hetta mundið kann hava gingið í seg sjálvan ella upplivað okkurt slag av ásannan. Dmitri Volkogonov heldur upp á, at hann ongantíð iðraði seg ella veik frá síni vitleyst harðrendu og blóðugu kós. Enski søgufrøðingurin Orlando Figes hevur aðra hugsan. Millum 23. desember 1922 og 4. januar 1923 dikteraði Lenin í loyndum nakrar spjaddar viðmerkingar, sum í dag verða róptar hansara Testamenti. Hetta tilfar, heldur Figes, bendir á, at hann hesa tíðina upplivdi eina ásannan, grunaði, at 40 ára stríð kanska var burturspilt, og at eingin snarvegur førdi til utopia. Figes tekur soleiðis til:
Tann hjartkipti stílurin hjá Lenin, hansara óhógv og júkandi endurtøkur avdúka ein heila, sum ikki bara versnaði av lammilsi, men eisini píndist ? kanska tí hann ásannaði, at tað eina stavnhaldið, tann hevði miðað ímóti tey seinastu fjøruti árini, nú vísti seg at vera eitt andskræmiligt mistak. Av hesi hansara seinastu skriving sæst, at tað nívdi Lenin, at Russland mentunarliga stóð so aftarlaga. Tað tóktist, sum ásannaði hann, kanska bara innantanna, at mensjevikkar høvdu havt rætt, at Russland var ikki búgvið til sosialismu, av tí at fjøldin ikki hevði útbúgving til at seta seg í sessin hjá borgaraskapinum, og at royndin at skunda undir hesa tilgongd, við at ríkið legði uppí, mátti enda í harðræði.
So sjúkur hann var, royndi Lenin, hóast hann var undir strongum eftirliti, at fáa ta veldugu sovjetsku skútuna á rættkjøl við at orða ein nýggjan yvirskipaðan politikk. Hann miðaði ímóti í fyrsta lagi at skapa eitt samveldi við størri frælsi til tær einstøku tjóðirnar, í øðrum lagi at spekja og spjaða ta miðsavning av maktini, sum Stalin hevði skapt, og í triðja lagi ? bart út ? at fáa Stalin av vegnum.
EIN NÝGGJUR GUDUR
Men nú bar ikki betur á, enn at Stalin, í eini telefonsamrøðu við Nadjezdu Krupskaju, konu Lenin, var so grovur og hóttandi, at tann neyðar kona aftan á samrøðuna var heilt fyri ongum og lá og veltist á gólvinum av sálartrega. Tá ið Lenin frætti hetta, var tað sum kollveltarin ? ið sambært Netjajev var "kallaður" og tí eingi følilsir hevði og einki "persónligt tilknýti" ? flusnaði uttan av honum, tann loyndi borgarin vaknaði aftur, tí ? sum hann tók til ? "ein gerð ímóti konu míni er ein gerð ímóti mær sjálvum".
Men hendingin tók honum fast, og tríggjar dagar seinni fekk hann sína triðju heilabløðing. Í tíggju mánaðir fekk hann bara sagt einstøk stavilsir sum vot-vot ("her-her") ella s"ezd-sézd ("ráðstevna-ráðstevna"). Hann doyði tann 21. januar 1924.
Longu meðan Lenin lá undir børu, byrjaðu fyrireikingar til ta sonevndu persónsdyrkanina. Hugskotið kom ikki frá Stalin sjálvum, men hann var skjótur at síggja teir møguleikar, sum tað læt upp fyri. Hann fór nú eitt tiltak, sum til fulnar ber prógv um, at hann ? tvørturímóti, sum hansara kappingarneytar vildu vera við, at vera ein gávulítil, gráur miðlingur ? var bæði taktiskt og politiskt flogvit sum fáur.
Rundan um mannin, hann hevði háðað, og hvørs konu hann hevði eyðmýkt, bygdi Stalin upp eina persónsdyrkan, ein trúarkult, sum 20. øld ikki hevði sæð makan til. Við hesi gerð vísti hann, at hann kendi tað russiska fólkið betur enn hansara mentaðu lagsbrøður. Zarurin, kona og børn hansara vóru myrd, tikin av døgum í Jekaterinburg við skotvápnum og bajonettum. Várharra fór brátt, sum upplýsingin mentist og trúarloysi rein við, at hvørva. Eftir í fólksins sál var ein tómi, ein longsul eftir horvnum myndugleikum.
Tað var hesin longsul, sum eftir deyða Lenins bleiv stillaður. Tað russiska fólkið fekk ein nýggjan gud. Eftir var bara at útvega tjóðini ein nýggjan zar. Var nakar ivi um, hvør tað skuldi vera?
LENIN ? EIN EFTIRMETING
Í MONG ár varð ført fram, serliga av ortodoksum sosialistum ? og einamest áðrenn múrurin fall ? at Lenin umboðaði ta reinu, óspiltu sosialismuna, og at Stalin sum ein annar Judas sveik sín meistara og loypti spillu í ta ediligu læruna. Í dag ber neyvan til at góðtaka hesa útlegging. Søgan ber vitnisburð um nakað annað. Tað besta, ein kann siga um Lenin, er, at hann ? tá hann smakkaði sviðan av sínum egna koyrli ? kanska gekk í seg sjálvan. Men tá var ov seint.
Kanska ber eisini til, til verju fyri Lenin, at føra fram, at hansara politiska lagna í ein vissan mun var eitt úrslit av vitleysum forsagnum. Árini 1904-6 bar Lev Trotskij fram tankan um "ta permanentu kollveltingina". Sambært hesi hugsan fór ein kollvelting í tí tilafturskomna Russlandi at kveikja eina víðfevndari kollvelting, fyrst og fremst í Europa, serliga Týsklandi, har ídnaður hevði skapt fyritreytir fyri eini menning, sum var meira í samsvari við marxistiskt ástøði. Nú vesturheimurin tók seg fram frá kapitalismu til sosialismu, fór hetta lop at hava mennandi árin á ta bráðu og óortodoksu russisku kollveltingina. Tað nýggja sosialistiska Vestureuropa fór at koma tí russisku kollveltingini til hjálpar ella lofta henni.
Um hetta mundið var vanligt at halda, at tað bar til hjá marxistum at gera vísindaligar forsagnir um framtíðina. Menn sum Lenin og Trotskij trúðu veruliga, at teirra kollvelting eins og ein tingakrossur fór at festa í sinnini á fæloysingum vestanfyri, og teir settu tí á stovn Komintern, samskipanina av tí stælda kommunistiska úrvalsliðnum, sum skuldi katalýsera kollveltingina í Europa. Men alt hetta royndist berur heilaspuni. Teir máttu sostatt umsita sína bylting einsamallir. Seinni skapti Stalin eitt nýtt ástøði ? um "sosialismu í einum landi".
DJÚPMÁL OG TERROR
Í 1924 vóru tær berandi fyritreytirnar fyri tí harðræði, sum koma skuldi, longu skaptar. Fólkaræðisleiðin, sum Bernstein og Kerenskij høvdu umboðað, var slept. Tingið, sum skuldi gera grundlóg og stýrisskipan, var forhánisliga sent heim. Valdið var miðsavnað.
Lenin hevði sjálvur, longu á teirri 10. Ráðstevnuni í 1921, borið so í bandi, at tann sonevnda "faktionalisman" ? t.e. at bólkar kundu semjast um at hava øðrvísi hugsan um mál av prinsipiellum týdningi ? bleiv strangliga bannað í flokkinum. Hetta forboð hevði ta víttrøkkanndi avleiðing, at ein meiriluti í floksleiðsluni kundi revsa fólk við øðrvísi hugsan, og tað kundi í evstu syftu ? sum týðiligt bleiv seinni - føra til útlegd og deyðadóm.
Tað er umráðandi, um ein skal skilja Lenins virki og hansara politiska arv til fulnar, at hyggja bæði at hansara gerðum og hansara evnum til, í talu og skrift, at geva almenninginum og fólkinum eina bjarta mynd eisini av svikum og ólíkindum. Lenin er á ein hátt 20. aldar mest modernaði og listilærdi propagandistur.
Ferð eftir ferð skifti hann kós ella sveik givin lyftir. Hann lovaði at virða tjóðfundin og "fólkaviljan" ? og traðkaði hann sundur, tá fólkið ikki gav hansara egna flokki undirtøku. Hann kravdi, at sovjettirnar skuldi fáa alt vald í Russlandi, men gjørdi tær aftan á til lýðin amboð hjá sínum flokki. Men mintur á svik og brotsgerðir var hann ein meistari til ? við at venda orðum og geva hugtøkum nýggja merking - at gera seg sjálvan til umboð fyri sannleika og rættvísi.
Í mongum lutum var Stalin ikki annað enn Lenins dugnaligi næmingur. Hann bygdi, sum vit seinni skulu síggja, á Lenins serliga propagandahátt, fullfíggjaði hann, og læt sínar eftirlíknarar fáa hann í arv. Eyðkent fyri hesa propagandu var eitt serligt málbrúk ? djúpmál ? hetta at orð og serliga meginhugtøk høvdu fleiri merkingar, ella at orð og hugtøk ofta merktu tað øvugta av tí, sum vanlig fólk hildu. Fólkaræði merkti soleiðis, hildu fólk, demokrati. Men fyri tí vígda, esoteriska kommunistinum ella stalinistinum, merkti tað ? og merkir tað enn - einaræði.
Umframt hetta ? djúpmál og dupulthugtøk - var eyðkent fyri Lenin og Stalin, at teir báðir, í staðin fyri at grunda síni sjónarmið á sakligar próvgrundir, høvdu fyri vana at kalla og eyknevna, bæði í talu og skrift. Eyknevni eru so gomul sum mannaættin, men tá tey verða brúkt av álvarsomum politiskum hugsjónarmonnum, er tevurin av blóði ongantíð langt burturi. Úr hesi avlagaðu siðmenning - kallan og eyknevnan, forboð móti øðrvísi hugsan, dupultmáli - kundi alskyns illgresi spretta. Um virksemið hjá loyniløgregluni undir borgarakrígnum skrivar Orlando Figes:
Í Kharkov brúktu teir handskakynstrið ? brendu hendurnar á sínum ofrum í kókandi vatni, til tann bløðrusetta húðin kundi flysast uttanav: soleiðis blivu hendurnar á ofrunum eymar og bløðandi, og pínslumenninir fingu "menniskjahandskar". Tjekan í Tsaritsyn sagaði beinini á ofrunum sundur. Í Voronesj vórðu tey naknu ofrini koyrd inn í tunnur, settar við seymum, sum so vórðu rullaðar ... Í Khiev festu teir eitt búr við rottum til bringuna á teirra ofrum og hitaðu tað, til tær sansaleysu rotturnar ótu seg gjøgnum tarmarnar á ofrunum, so tær kundu sleppa til rýmingar. Í Odessa vórðu ofrini leinkjað føst í plankar, sum síðani spakuliga vórðu koyrdir niður í ein ovn ella ein tanga við kókandi vatni.
Hesar gerðir vórðu framdar, meðan Lenin var á lívi, og av teirri hálovaðu Tjeku, sum hann sjálvur hevði sett á stovn.
Men alt hetta er bara ábending um eina nógv størri vanlukku, borgarakríggj og hungursneyð, sum kostaðu millum 12 og 17 milliónum av russarum lívið. Í seinastu grein bóru vit við tann russiska heimspekingin Nikolaj Berdjajev og hansara hugsan um, at bolsjevikkar skaptu ein politikk og eina mentan, sum bygdu á miðaldarligar grundreglur. Men í roynd og veru var helst ein nýggj tíð skapt, ein nýggj siðvenja og ein moralsk og etisk siðmenning, sum heimurin ongantíð fyrr hevði sæð.