tær standa í ljósglæmuni í einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi. Livandi og tryggar fortelja tær um nakað, sum eingin fyrr í Føroyum hevur lagt bæði andlit og navn til alment. Bára býr í Gøtu við manni [...] inn til mín, var hann fullur í vøkrum orðum um, hvussu lekkur og vøkur eg var, og hetta gav mær eitt avskepla forhold til mín egna kropp, tí hví skuldi eg hava ein kropp, sum gjørdi, at eg endaði í slíkum [...] av mær, hann sum átti at verið góður við meg og verið pápi mín, hann misbrúkti meg. Og tað er ikki mín skyld, sigur Rósalind avgjørd. Skal tosast í hel Tá minnini komu, vóru bæði Bára og Rósalind við at
havi ongantíð gjørt meg til konsertspælara. Eg spæli bæði í Kvívík, í Vesturkirkjuni onkuntíð og á Lágargarði. Fyltur 67 ár Ein dag í juli mánaði í ár fekk Ívar bræv frá landsstýrinum, sum seði hann úr starvi [...] taldir. Røddin hjá Ívari hevur verið at hoyrt í útvarpinum síðan 1960. Ívar lærdi til telegrafist í Keypmannahan, og sigldi fyrst við einum donskum farmaskipi. Í 1955 kom Fiskanes, sum var flaggskip Føroya [...] tekniskt fyribrigdi, ið kundi peila kavbátar og flogfør. Kalda kríggið var tá í hæddini. Tá eitt ára sáttmáli mín gekk út, fekk eg í boði at halda fram, men tað hevi eg ikki hug til, tí arbeiðið var so óspennadi
tóku lut í stóru sorgini. Minningargudstænasta var í Sandvíkar kirkju 1. mars í 1959 fyri Richardi Jacobsen. Almenna syrgihátíðarhaldið, sum var eitt slag av eini jarðarferð uttan kistur, var í Holmens [...] Guðsjónsson, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Grønlandi. Hann var føddur í 1943. Hin var Richard Jacobsen úr Sandvík, sum var annar stýrmaður. Richard var føddur 7. februar í 1928. Var giftur við Emmy, eisini ættað [...] gomul, tá ið hon misti mannin og í 1963 varð hon gift upp aftur við Harry Johansen í Havn. Hans Hedtoft, sum var 87 metrar til longdar, var útgjørt serliga til sigling í grønlendskum farvatni og var á tremur
tí_ini, tá vit í barnaárunum plagdu at fara upp á gólvi_ í okkara húsum su_uri í Skúgvi. Vit vóru (og eru) f_ra beiggjar, og vit dansa_u vi_hvørt okkurt vetrarkvøld í køkinum, me_an mamma og pápi hugdu at og [...] kanska tann fyrsti sanni europearin, ein ? gaman í eirindaleys ? men samstundis politiskt savnandi og mentunarliga byggjandi persónsmenska. Vit tosa og skriva í dag nógv um at byggja Europa og gloyma tá kanska [...] er gamalt. Og mong gloyma kanska eisini, at ikki bara tær stóru tjó_irnar í mi_juni, men eisini tær mongu, smáu nær mi_juni ella í útja_aranum - eitt nú Kekkia, Estland, Ísland og Slovenia - spegla aftur
Eyðgunn gjørdist virkin í Javnaðarflokkinum í 1987. Hon stillaði upp til býráðsvalið í Klaksvík fyrstu ferð í 1988 og fekk nakrar og tjúgu atkvøður. 10 ár seini var hon vald í Klaksvíkar býráð og hevur [...] eina av teimum heilt stóru avbjóðingunum í lívinum hjá sær. Fáar dagar eftir at hon fyrstu ferð kom í løgtingið, er hon vald til forkvinnu í fíggjarnevndini í løgtinginum, og fyrsta uppgávan verður at [...] grundast á búskaparligu støðuna í landinum, vit skulu arbeiða langsiktað, og vit fara einki at gera í óðum verkum, lovar nýggja forkvinna í fíggjarnevndini. Akademikarar í Klaksvík 49 ára gamal Eyðgunn Samuelsen
Tað hvein í træhongslunum, tá ið hon hvarv gjøgnum hurðina innar í kovan. Eitt lítið bil gekk, kom so út aftur viðhálvpottakrússi í aðrari hondini og pulvurmjólk í hinari. Gjørdi tummulin vátan í munninum [...] vísti mær innar í fínustovu, sum var í vestara enda. Eg helt at tapetið mundi vera tað vakrasta í heiminum, hvítt viðreyðum blomstrum og grønum bløðum. Rúmið var umleið 5 alin í fýrkant, men í míni barnaverð [...] var. Sum lítil óviti var eg sloppin oman í fjøruna í skýmingini at hyggja at, meðan pápi og aðrir bygdarmenn kastaðu nót. Náttarkuldin gjørdi vart við seg, og pápi leiddi meg inn til hennara. Spurdi hana
Tað hvein í træhongslunum, tá ið hon hvarv gjøgnum hurðina innar í kovan. Eitt lítið bil gekk, kom so út aftur viðhálvpottakrússi í aðrari hondini og pulvurmjólk í hinari. Gjørdi tummulin vátan í munninum [...] vísti mær innar í fínustovu, sum var í vestara enda. Eg helt at tapetið mundi vera tað vakrasta í heiminum, hvítt viðreyðum blomstrum og grønum bløðum. Rúmið var umleið 5 alin í fýrkant, men í míni barnaverð [...] var. Sum lítil óviti var eg sloppin oman í fjøruna í skýmingini at hyggja at, meðan pápi og aðrir bygdarmenn kastaðu nót. Náttarkuldin gjørdi vart við seg, og pápi leiddi meg inn til hennara. Spurdi hana
søgan! Spell, at tann góða søgan ikki fekk meira rúmd í Degi & Viku í gjárkvøldið, skrivar Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í viðmerking til Kringvarp Føroya. [...] Eitt ósakligt brot sást í Degi & Viku í gjárkvøldið viðvíkjandi ætlanini um, at makrelurin verður virkaður av føroyskum hondum, bæði á sjógvi og landi, sum soleiðis økir um virksemi í Føroyum og minkar um [...] hetta brotið í Degi & Viku seg meira um mín persón. Tá eitt slíkt brot bæði er villleiðandi og manupulerandi, geri eg hesar viðmerkingar. Soleiðis byrjar Jákup Mikkelsen, fiskimálaráðharri, grein í Norðlýsinum
altjóða messum ella í ágangandi lýsingarherferðum, og stjórin í fyritøkuni er ikki dagligur gestur á bonaðu gólvunum í Havn ella á vinnusíðunum í føroysku fjølmiðlunum. Fyritøkan Fonn Flog er í allari stillheit [...] burtur úr kreppuni fyrst í 90’unum. Tann triða august 1992 seldu Ásla og Leivur fyrsta ferðaseðilin. Hetta var mitt í ringastu krepputíð. Leivur hevði havt heilsølu og handil í fleiri ár, men kreppan stegðaði [...] kundu keypast í donsku ferðaskrivstovuni Unitas Rejser. Leivur ger ikki mætari enn at ringja til Unitas Rejser og spyr stjóran, Knud Erik Bjerre, um hann er áhugaður í einum samstarvi. Byrjaðu í blindum -
ein nólsoyingur beinleiðis farin í slagsmál fyri at verja vin sín móti verbalum ágangi í Havn, og eina aðru ferð var onkur komin á gátt í heiminum í Nólsoy og verið ljótur í munninum. Men tað er so tað einasta [...] búð í Føroyum, sigur Snorri. Og tá hann tosar um skatt, so er tað nakað, øll kunnu skilja. - Vit gjalda 7,5 prosent í skatti í Sveits. Og eg ætli mær aldrin at gjalda so nógv í skatti aftur, sum í Føroyum [...] har hevur eitt nú verið loyvt hjá sakyntum at gifta seg í 10-15 ár. - Mín familja royndi at halda tað goymt, at eg eri samkyntur, tí serliga pápi mín hugsaði so nógv um umdømi. So at koma her, og øll bara