Føroya størsta ferðaskrivstova er ikki at finna á stórum altjóða messum ella í ágangandi lýsingarherferðum, og stjórin í fyritøkuni er ikki dagligur gestur á bonaðu gólvunum í Havn ella á vinnusíðunum í føroysku fjølmiðlunum. Fyritøkan Fonn Flog er í allari stillheit voksin frá einari lítlari kjallarafyritøku til í dag at hava 13 starvsfólk við deildum í bæði Klaksvík og Runavík. Bestu reklamurnar hava verið nøgd viðskiftafólk, og fyritøkan hevur ongantíð søkt eftir starvsfólki. Parið aftanfyri Fonn Flog eru Ásla og Leivur Fonn. Søgan um Fonn Flog er ikki ein ljósareyð søga um lættan vinning og stórt marglæti. Søgan um Áslu og Leivur er um hvussu eitt føroyskt par við sterkum vilja og hørðum arbeiði bardi seg burtur úr kreppuni fyrst í 90’unum. Tann triða august 1992 seldu Ásla og Leivur fyrsta ferðaseðilin. Hetta var mitt í ringastu krepputíð. Leivur hevði havt heilsølu og handil í fleiri ár, men kreppan stegðaði allari sølu. Fyritøkan var um at fara á húsagang, og mistu tey fyritøkuna, mistu tey eisini hús og heim. Tað var næstan av tilvild at ferðaseðlasølan byrjaði. Mamma Áslu, Gigga við Keldu, skuldi saman við vinkonu síni, Mariu Laksafoss, fara ein túr til Danmarkar hetta summarið. Dóttir Mariu visti, at bíligir ferðaseðlar kundu keypast í donsku ferðaskrivstovuni Unitas Rejser. Leivur ger ikki mætari enn at ringja til Unitas Rejser og spyr stjóran, Knud Erik Bjerre, um hann er áhugaður í einum samstarvi. Byrjaðu í blindum - Eg kendi als onki til ferðavinnuna. Eg dugdi at keypa og selja, og óvitandi sum vit vóru, hildu vit, at ferðaseðlar vóru sum aðrar vørur. Men byrjanin var alt annað enn løtt. Vit máttu ringja niður, hvørja ferð ein kundi spurdi um eina ferð. So ringdu vit aftur til kundan, og um hann ikki var heilt nøgdur, máttu vit aftur ringja niður. - Telefonrokningin varð sera høg og vit høvdu ongar pengar, greiðir Ásla frá. – So hvønn mánað mátti eg kempa fyri at skava pengar saman til telefonrokningina. Eg veit ikki, hvussu ofta telefonin varð slitin, men tað eydnaðist altíð at fáa nokk pengar til at fáa sambandið aftur. Tey fyrstu mongu árini helt Ásla Fonn skil á allari søluni við bók og blýanti. Slitnu bøkurnar vitna um Áslusa røkinskap, men eisini um hvussu lítið tey seldu fyrstu tíðina. - Vit seldu ikki nógv og vinningurin var ómetaliga lítil, sigur Ásla. Vit arbeiddu bæði ólønt tey fyrstu árini. Dóttirin gekk á læraraskúla í Havn og livdi av studninginum, meðan sonurin og mamma mín búðu heima hjá okkum. Heilt erligt, so veit eg ikki, um vit høvdu havt mat í munnin, um tað ikki var fyri ellisrentuna hjá mammu. Ongin ferðaðist Í dag ferðast øll. Men soleiðis var ikki mitt í kreppuni. - At ferðast niður á vikuskiftisferð ella til brúdleyp og konfirmatión var púra óhugsandi tá. Eingin hevði ráð at ferðast, minnist Ásla. Hóast vánaligu umstøðurnar fingu tey støðugt fleiri viðskiftafólk. Serliga vóru tað mongu handverkarnir, sum ferðaðust niður at arbeiða, sum gjørdu mun. - Men sjálvt um sølan gekk betri, so var vinningurin so lítil, at vit ikki høvdu ráð til løn, sigur Leivur Fonn. Vit hava havt sama bókhaldara øll árini, Sunnuvá Berg Jacobsen, og hon arbeiddi eisini fyri onga løn tey fyrstu árini. - Vit høvdu prátað um at leiga hølir niðri í býnum, men vit høvdu ikki ráð. Vit hildu tí til í kjallaranum hjá svágrinum, Jógvan við Keldu. So ein dagin koyrdi eg Áslu og mammu hennara til Amaliu at keypa tógv. Eg veit ikki hví, men eg fór inn við. Amalia nevnir so júst tey hølini, sum vit høvdu prátað um, og spyr um vit høvdu hug at samstarva við hana, so hon kundi hava eina tógvdeild í okkara ferðaskrivstovu. Hetta var bønarsvar, og Ásla fekk nú løn í tvey ár. - Tá høvdu vit hvørki fartelefon ella internet. Alt okkara sosiala lív varð sett í bíðistøðu, vit skiftust um at ganga til jarðarferðir, og um vit fóru á møti, máttu vit skunda okkum til arbeiðis aftaná. Supplera hvønn annan Ásla og Leivur eru sera ymisk. Leivur er, sum Ásla útrykkir tað, rundur og behagiligur. Hann er lættur í sinni og hevur eina stilla, blíða medferð. Ásla er meira fýrakantað. Henni dámar, at skil er í, og hon sigur sum oftast sína erligu meining. - Eg hevði aldri trúð, at vit kundu arbeiða saman, sigur Ásla. Men neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Og tá vit stóðu í skuld upp um bæði oyru og vóru líka við at missa húsini, so høvdu vit onki val. - Eg haldi vit arbeiða so væl saman, júst tí vit eru so ymisk, sigur Leivur. Ásla hevur sínar styrkir, og eg mínar. Ásla flennir. – Eg hati at selja. Eg dugi tað ikki. Men Leivur elskar tað. Um tað so er jólaaftan, so ger tað ongan mun. Bara hann kann hjálpa einum viðskiftafólki, so er hann glaður. Og hann sær altíð jaligt uppá tingini. - Ásla hinvegin er sum ein spentur bogi, sigur Leivur smílandi. Hon má gera sítt arbeiði til lýtar, og tað skal vera skil í. Um vit missa eitt sindur av pengum av onkrum kundum, taki eg tað ikki so tungt. Men hon stúrir meir. - Eg vil ikki enda aftur, har vit byrjaðu, svarar Ásla álvarsliga. Eitt stig í senn - Vit komu í roynd og veru ikki upp undan fyrr enn í 1999, sigur Leivur. Nústaðni tá høvdu vit ráð at seta eitt hálvtíðarfólk afturat. - Vit yvirlivdu við lagaligheit frá bankunum, men teir vóru so sanniliga eisini skeptiskir Eg minnist einaferð bankaráðgevin tók roknskapin, slepti pappírið niður í skrellispannina og segði, at hetta kundu vit ikki halda áfram við. Mitt í hálvfemsunum fingu tey fyrstu teldurnar. Men Ásla leit ikki heilt á nýggju tøknina, og handskrivaðu faktureringsbøkurnar ganga heilt framm til 2001. - Eg eri nokk eitt sindur varin, sigur hon. – Og tá vit fluttu í størri hølir í 2004 helt eg tey vera alt ov stór. Í dag eru tey longu næstan ov lítil. Fonn Flog hevur ongantíð søkt eftir fólki. – Vit hava altíð hugsa okkum væl um, áðrenn vit hava sett nakran, og fyrsta kravið er blíðskapur. Tey mugu duga at fara við fólki og vera pligtuppfyllandi. Í so máta hava vit verið ómetaliga heldig, eg haldi vit hava bestu starvsfólk í landinum, sigur Ásla. Spurd um hvat mál tey settu sær, tá tey byrjaðu, svara tey púra samd, at tey vildu yvirliva. Tey høvdu ongar dreymar, um at gerast so stór, sum tey eru í dag. - Eg eri glaður fyri framgongdina, sigur Leivur, sum tó sær ein vanda í at tað gongur út yvir kundatænastun. –Og eg vil gjarna hava at tænastustøði er høgt. Ásla heldur hinvegin, at antin er man við ella er man ikki. Men hon vil eisini gjarna hava meira tíð til ommudóttrina og alt hitt í lívinum. Sjálvt um fyritøkan gongur væl nú, er tað torført at kopla úr. - Vit mugu rýma av landinum, um vit ynskja eina løtu fríð, sigur Leivur. – Eg blívi við at siga við Áslu, at vit skulu fara vikuskiftisferð til Danmarkar skjótt. Síðst vit høvdu fríð eitt heilt vikuskifti var í Januar mánað. - Nei, tað gongur slett ikki, letuigur Ásla avgjørd. -Vit hava alt ov nógv at gera. STUBBAR: Leivur um Áslu Burtursæð frá sinninum er so nógv gott at siga um Áslu. Hon er alt tað, sum eg ikki eri. Hon fylgir við í øllum og veit í høvdinum hvat stendur á hvørjari konto hjá okkum. Eg biði hana ofta slappa eitt sindur av, men tað er eisini deiligt, at hon hevur skil á, tí so sleppi eg frá og kann gera tað, sum mær dámar best. Uttan hana hevði tað ongantíð gingið. Ásla um Leivur Hann er ótrúliga tolin og dámar at hjálpa fólki. Tað hevur ikki so stóran týdning fyri hann, um hann fær nakað afturfyri. Hann elskar at arbeiða. Um tað so er klokkan trý um náttina, so er hann akkurat líka blíður. Eg havi ongantíð hoyrt hann siga eitt øvugt orð um nakað viðskiftafólk. Hann hevur æruna, at tað hevur gingið so væl. Leivur um veðrið Ein skuldi kanska trúð, at vit seldu mest, tá veðri er ringt, og fólk hava hug at sleppa vekk. Men tað er beint øvugt. Tá sólin skínur hava vit nógv meir at gera. Kanska fólk tá uppdaga, hvussu lekkurt tað er og ynskja sær meir. Ásla um at vera heimagangandi Tá vit giftust vildi Leivur hava meg at vera heimagangandi, og tað helt eg eisini verða í fínasta ordan. Eg mótmælti ikki, men eg minnist, at eg hugsaði: Fari eg at halda út bara at ganga inni? Tá Steinvør var fimm ára gomul, spurdi Olivur Joensen, um eg kundi koma at hjálpa honum í Norðlýsinum. Eg bað hann spyrja Leivur, um eg kundi sleppa, sigur Ásla flennandi. Leivur um pápa sín, Jákup Joensen (Jákup á Ternuni) Babba er partur av so at siga allari søguni hjá Lorvíksleiðini. Hann elskaði at vera blíður og gekk ikki altíð so høgt uppí um fólk goldu fyri ferðina. So nógv fólk hava fortalt mær um upplivingar saman við babba. Ein lorvíksingur greiddi mær einaferð frá, hvussu babba plagdi at leggja seg og spæla við smádrongirnir á Lorvíkskei. Hann var líka við øll og elskaði at møta nýggjum fólki. Kanska líkist eg honum. Ásla um at standa á berum Vit fluttu niður í 1967, tí Leivur skuldi læra um nøkur produktir, sum hann skuldi selja. Stjórin var ímóti okkum á flogvøllinum og vildi vera blíður og bjóðaði okkum í Tivoli. Vit høvdu tvey stór kuffert, har alt, sum vit áttu, var í. Tá vit komu úr Tivoli, vóru bæði kuffertini stolin úr bilinum. Vit stóðu á berum, men vit vóru treisk og fingu onkursvegna pengarnar at strekkja til. Henda upplivingin gav okkum kanska styrki í kreppuárunum.