Takkarrøða
Eitt ta_ fyrsta minni_, eg havi um skaldskap og bókmentir, er frá tí_ini, tá vit í barnaárunum plagdu at fara upp á gólvi_ í okkara húsum su_uri í Skúgvi. Vit vóru (og eru) f_ra beiggjar, og vit dansa_u vi_hvørt okkurt vetrarkvøld í køkinum, me_an mamma og pápi hugdu at og lurta_u. Ta_ fyrsta kvæ_i_, eg minnist meg hava lært, var Ámunds ríma, eitt av kvæ_unum um Karl hin Mikla, tann franska keisaran, sum føringar róptu Karlamagnus. Í kvæ_inum ver_ur Ámund, sonur hin mauriska Angulund kong, dripin av Rólanti, sum er systursonur Karlamagnusar. Til at bera Angulund kongi høvdi_ á soninum ver_ur valdur tann franski G__in jallur, sum seinni vísir seg at vera svíkjari. Um hetta sigur kvæ_i_ solei_is frá:
Ta_ var Angulund kongurin
alla gle_i misti,
tríggjar reisur á einum sinni
bló_ugt høvur kysti.
Í Føroyum hava vit mong kvæ_ir um Karlamagnus. Men teir lærdu siga okkum, at bara nøkur teirra - umframt hesa Àmunds rímu m.a. Geipa táttur og Runsivalsstrí_ - eru tey upprunaligu kvæ_ini. Hvussu er og ikki, so kunnu vit sta_festa, at Karl hin Mikli - Charlemagne - rúgva_i nógv upp í huganum á føringum frá mi_øld og upp at okkara døgum. Um vit fara ví_ari eftir hesum trá_i, so minnast vit, at Karlamagnus var mikil europeari, kanska tann fyrsti sanni europearin, ein ? gaman í eirindaleys ? men samstundis politiskt savnandi og mentunarliga byggjandi persónsmenska.
Vit tosa og skriva í dag nógv um at byggja Europa og gloyma tá kanska, at Europa sum mentunarligt hugtak er gamalt. Og mong gloyma kanska eisini, at ikki bara tær stóru tjó_irnar í mi_juni, men eisini tær mongu, smáu nær mi_juni ella í útja_aranum - eitt nú Kekkia, Estland, Ísland og Slovenia - spegla aftur hetta sama hugtak. Eisini á okkara oyggjum skyggir henda spegilsmynd. Kári P. speglar aftur europearan, ella tann europeiska amerikanaran, Bob Dylan, Regin Dahl tolkar vi_ sínum løgum Karlfeldt, Laxness, Burns, Grundtvig og Goethe, í Janusar skaldskapi sæst farvegur av Platon, Poe og Fröding, og kvæ_ina spegla aftur søgu Nor_urlanda, søguna hjá gotum og húnum, Karlamagnusar europeiska ríki.
Ta_ serliga vi_ hesum skaldskaparhugtaki er, at ta_ er alra manna og alra kvenna ogn. Anna_hvørt vit nema skaldskapin sum tekst, vi_ lesna_i ella vi_ at lurta - ella vi_, sum føringar gjørdu og gera, at taka hendur saman og sláa ring - so ver_ur her ikki spurt eftir kyni, trúgv, politikki ella ognum. So ólík vit annars á mangan hátt eru, so eru vit øll her javnlíkar.
Og fara vit longur eftir hesi sló_, so síggja vit, at allur sannur skaldskapur vísir veg úr tronga - tjó_skaparligum, trúarligum og mentunarligum - fram ímóti margfeldi, opinleika og tolsemi. Í á_urnevnda ørindi vísti tann muslimski Angulund kongur seg at vera eitt menniskja, vi_ somu fa_irkenslum sum tann kristni Karlamagnus. Í sínum sjónleiki um Nathan hin Vísa javnsetir tann t_ski rithøvundurin Gotthold Ephraim Lessing jødadóm, kristindóm og islam og sko_ar fram at eini tí_, tá hesir og a_rir átrúnar síggja vir_i_ hvør í ø_rum og fáa gott grannalag. Men ta_ merkisverda er, at eisini eitt gamalt føroyskt kvæ_i megnar at pallseta avbjó_ingar, sum leika á eisini í dag og kanska serliga aftan á tann 11. september 2001. Um hesa somu avbjó_ing syngur kanadiska skaldi_ Leonard Cohen, vi_ or_um eftir Frank Scott, í síni seinastu fløgu:
The lesser loyalties depart,
And neither race nor creed remain.
Reshaping narrow law and art
Whose symbols are the millions slain,
From bitter searching of the heart
We rise to play a greater part.
Hesi fáu og fátæku or_ eru ein roynd at gera vart vi_ tr_ vir_ir: ta_ dion_siska sum ney_ugan tátt í einihvørji mentan, skaldskap sum ogn hjá okkum øllum og tolsemi sum ney_syn, um okkara heimur skal hava nakra framtí_. Vit teimum fari eg at siga Jógvani á Lækjuni mentamálará_harra og nevndini fyri Mentanarvir_isløn Landsins eina hjartans takk fyri hesa vir_isløn. Eg skal ikki dylja fyri, at ta_ kenst sum ein stórur hei_ur at fáa hesa vir_isløn. Og ta_ er mín vón, at ta_ fer at eydnast at lata okkurt munagott aftrat aftur fyri henda stu_ul. Takk fyri.









