gávur og evni, soleiðis at tey kunnu fara uttanlands at nema størri lærdóm. Verða tey stuðlað heimanifrá í at fara uttanlands, føla tey, at tað tey gera hevur týdning og tey fáa hug at koma aftur. Fáa tey [...] - Eg kundi hugsað mær at verðið í Føroyum, um umstøðurnar høvdu verið øðrvísi. Her er so nógv ein kann gera. Eg fari at skriva eitt sindur um tíðina í Føroyum, eg fari at royna at týða bøkur eftir William [...] dygdargóðan film. Men vit skulu minnast til, at tað eru fólk, ið velja tað øvugta og sum einki hava í at velja. Fólk kunnu eisini læra at síggja film. - Eg hevði í hyggju at fáa opera til Føroya, meiri ballett
eg fekk at vita, at eg hevði vunnið kappingina. Eg hevði als ikki væntað tað og gjørdist sera glað. Eg havi altíð vitað, at eg dugi væl at tosa og skriva enskt, og tí er tað sera stuttligt at fáa tað staðfest [...] sendistovuni í Keypmannahavn. - Tað var bara av tilvild, at eg slapp við í kappingina. Lærarin hjá mær hevði hoyrt um kappingina og mældi mær til at royna, og eg so gjørdi, sigur Anja brosandi. Fyrst vóru nøkur [...] gongur í studentaskúla og ger rættiliga vart við seg. - Eg havi altíð havt lætt við at læra mál. Hetta kemst helst av, at tá eg var lítil, hugdi eg nógv eftir teknifilm á donskum og enskum. Somuleiðis havi
fólkaræðið. - Tað er vert at umhugsa at innføra eina líknandi skipan í Føroyum. Vit hava jú eitt fólkaræði, og møguleikin við borgarauppskotum skuldi verið rætta vegin fyri at styrkt um fólkaræðið. Tað [...] Ber væl til í Føroyum Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, er eisini positivur um hugskotið at royna skipanina í Føroyum. - Tað ber væl til í Føroyum, men tað má liva upp til tey krøv, sum uppskot [...] haldi, tað er eitt fínt ískoyti og økir um møguleikan hjá borgarunum at taka beinleiðis lut í demokratinum. Royndirnar úr Danmark siga, at politikarar taka uppskotini í stórum álvara, sigur hann. Meira: Um
arbeiðið, sigur John Mortensen, at tey ivaleyst hava hildið, at bygdinini vantaði nakað av søguligum medviti og vitan um, hvaðani vit koma. - Hetta kann ein so royna at skapa, við at vísa fólki, hvussu staðurin [...] greiðir fegin frá. Nógv bygdasøga er knýtt at húsunum. Umframt at verða millum fyrstu hús á staðnum, so eru tey sera væl lýst, tí staturin hevur átt húsini. Eftir at húsini ikki longur vóru doktarahús, so [...] mynd av, at sera vandamiklir brotsmenn hava hildið til á Tvøroyri, síðani so nógv skuldi til fyri at halda teimum inni. Eitt tremmuvindeygað er goymt í kjallaranum. Savn John Mortensen sigur, at fólk eru
í Føroyum vísir, at tey ungu í Føroyum sleppa at vera seinni úti um kvøldið og um náttina enn tey ungu í Íslandi. Blaðið sigur, at tey ungu í Førouyum tykjast at hava størri frælsi at vera úti saman við [...] -Foreldur eiga at halda eitt vakið eyga við hvar børn teirra eru um kvøldarnar, men samstundis er tað bara gott, at børn og ung sjálvi sleppa at royna seg í samfelagnum frá heilt ungum aldri. Tað heldur [...] trívast væl. Men týdningarmikið er, at foreldur fylgja við í hvar teirra børn gera uttanfyri heimið. Tað heldur Óli Rubeksen Hoyr samrøðuna við Óla Rubeksen við at trýsta á pílin undir myndini.
eru fantastisk at vera í. Eg havi sjálvandi verið í teimum fyrr, men ongantíð í so nógvar dagar. Tey eru behagilig at vera í og tað, at tey eru gjørd úr náttúrunar egna tilfari ger, at tey eru heit og [...] Hann váttar eisini, at hann hevur fingið eina nýggja troyggju at vera í. - Jú, tað vóru nakrar fittar kvinnur, sum lótu meg vita, at hin troyggjan var ið so stór, og tað eydnaðist so at fáa fatur á eini aðrari [...] hevur í morgun vitjað á Skálafjørðinum og tók sær stundir at tosa við fjølmiðlarnar eftir vitjanina í Bylgjuni. - Tað mest spennandi hevur verið at síggja tað stóru menningina, sum hevur verið í Føroyum,
Øll her hava prøva at vera onkra aðrastaðni á jólum, og vita hvat tey ikki eru við til. Tað sigur Martin Kúrberg, dagligur leiðari í Herberginum, ið greiðir frá, at starvsfólkini royna at gera meira burturúr [...] m. - Vit forkela tey við góðum mati og gera tað jólaligt inni. Av tí at hetta kann vera ein so tung tíð hjá summum, so royna vit at vera eyka væl við tey. Um íbúgvarnir ynskja tað, so verður eisini pyntað [...] rísalamang oman. Tá plaga vanliga eini tíggju fólk aftrat koma og eta við okkum. Tá vit so eru liðug at eta fáa øll gávur, ið ymisk hava latið okkum. Tað er vanliga ein heit troyggja, ein húgva ella okkurt
so møguleikarnir eru ikki teir bestu at fara uttanlands at døma fleiri ferðir. Vit royna tó at fara til tær kappingar, sum vit hava tíð og ráð til, staðfestir Erla at enda. [...] sum tær báðar eru til, eru liðir í útbúgvingini at gerast altjóða dómarar. Erla væntar, at tær skulu til fleiri kappingar seinni í ár. - Eg vænti, at har liggja fleiri kappingar fyri framman seinni í [...] vit væntandi við sum dómarar. Erla sigur eisini, at tað krevur nógv at vera dómari á hægsta stigi úti í heimi. - Ja, hetta er ógvuliga krevjandi. Fyri at vera við í toppinum skulu vit døma nógv uttanlands
av absoluttu favorittunum at koma við til Boston í februar at kappast um heimsmeistaraheitið. Hann ætlar sær eisini at luttaka í DM. Torstein vil tó ikki siga nógv um vánirnar at fáa fleiri gullheiðursmerki [...] Men tað krevur nógv at venja einsamallur í maskinunum alt heystið og allan veturin. - Tað kann vera ringt at trýsta seg sjálvan, og onkuntíð hevur hugurin ikki verið tann besti at venja. Men tú kemur ikki [...] ikki langt við at vera dovin - man má venja fyri at vinna, slær Torstein fast. Hann heldur eisini, at stórar kappingar sum NM, HM og DM eru ein sera góð gularót. Og Torstein hevur heldur ikki hugsað leingi
fastlandinum, sum undra seg um at menn yvirhøvur tíma at fáast við útróður. Hesum er Ebbe ikki samdur í. - At vera útróðrarmaður er sera spennandi lív. Tað er altíð spenningur í at vita, hvat ein fær av fiski [...] nni er týdningarmikið at hann altíð væntar sær veiðu, tá hann leggur frá landi. Um ikki, so er bara at lata vera við at fara til útróðrar. Hinvegin so nyttar tað heldur einki at virka sum útróðrarmaður [...] henda týsdagin, og ikki er hugsingur um hjá útróðrarmonnunum í Hesti at leggja frá landi. Hinvegin vita teir, at umstøðurnar hjá bátunum at liggja inni í bátahylinum ein slíkan dag eru av teimum bestu. Ikki