Flogbóltur Enn er TB besta boðið upp á tað liðið, ið væntandi skal møta SÍ í FM-finalunum í Eik-liguni hjá kvinnum. Men tað var ikki alla tíðina, at tað sást so væl, tá TB í gjár var á Kambsdali, har ÍF [...] settinum var um reppið, at ÍF fekk tikið TB aftur. Tá støðan var 23-24, hevði TB ein av sínum servufeilum, so ÍF kom upp á javnt 24-24, men tá alt so skuldi avgerast, var TB drúgvari og vann settið. Sum tað so [...] Serliga tey bæði fyrru settini í 3-0 sigrinum hevði TB ilt við at fáa spælið at koyra, og í øðrum setti stóð á ímóti endanum. Frá byrjan vóru móttøkurnar hjá TB ikki í tí klassanum, ið væntast kann av einum
Flogbóltur, kvinnur Oddaliðið TB vann sum væntað móti ÍF, eins og tær hava vunnið sannførandi móti øllum hinum liðunum í deildini, men munurin var, at hesaferð mistu TB-kvinnurnar eitt sett. TB-kvinnurnar [...] at sópa alla mótstøðu í kappingini til viks. Men so líðandi kom TB fyri seg og fekk yvirvág. Við støðuni 12-10 til ÍF vendi gongdin, og TB vann fyrsta settið 25-17. Tað fekk tó ikki ÍF at falla í fátt, [...] so brast ballónin. TB vann triðja sett 25-19 og vann eisini fjórða sett 25-15. Bæði liðini manglaðu leikarar, sum vanliga eru við, og dysturin vísti, at útlendsku leikararnir hjá TB gera stóran mun - ikki
Flogbóltur Langt hevur verið millum góðu løturnar hjá ungu KÍF-kvinnunum í Eik-liguni í vetur, men í gjár høvdu tær ein av sínum betru døgum, tá finalukandidatarnir úr TB vóru á vitjan. Leygardagin vóru [...] hevði givið sjálvsálit, ið tær fingu tikið við sær inn á vøllin ímóti TB. Í fyrsta settinum lá tó einki fyri hjá heimaliðnum, sum TB bókstaviliga sópaði av vøllinum. Men í øðrum setti, tá hvørki Gudrid [...] innaftur, at TB fekk avgjørt settið. Tá farið var undir triðja sett, var Katrin við frá byrjan, men Gudrid kom ikki inn fyrr enn ímóti endanum, tá tað byrjaði at standa eitt sindur á. Her byrjaði TB annars betur
kappingina har frammi, men mugu royna at bjarga sær undan niðurflyting. Fleyr-TB 0-3 (19-25, 19-25, 16-25) Spakuliga, men trygt, hevur TB otað seg longur og longur fram, og størsta sigurin higartil vunnu tvørákvinnur [...] sigur, tí TB vann dystin 3-0! Óivað var hetta ein óvæntað greiður sigur, men so mikið meira var hann uppiborin. Talan var um eitt gott liðavrik, ið legði botnin, og tað tóktist, sum høvdu TB-kvinnurnar [...] móttøkur myndaðu spælið hjá TB, ið fekk eitt sindur av mótstøðu tey bæði fyrru settini, men síðani koyrdi tað heim í triðja settinum. Hetta er onnur støða enn í fjør, tá TB var aftast í bestu kvinnudeildini
dystir í 1. deild. Vit frætta, at spælið hevur verið heilt gott, og at TB hevur eitt gott lið, sum higartil hevur settúrtøkuna 9-2. TB kappast í 1. deild við næstbestu manningarnar hjá ÍF, Fleyr, Mjølnir [...] Flogbóltur At bara fýra lið eru í Eikliguni hjá monnum, ger sítt til, at kappingin hvørki verður so spennandi og undirhaldandi, sum hon kundi verið. Tey fýra liðini spæla seks dystir ímóti hvørjum øðrum [...] annað alt ov væl! Men útlit eru nú fyri, at eitt fimta lið kanska verður við í kappingini næsta ár. TB, sum eftir tólvta tíma fekk sítt besta manslið við í kappingina í næstbestu deildini, hevur higartil
FLOGBÓLTUR Síðsta vikuskiftið tapti TB toppdystin á Giljanesið ímóti Drátti. Tí skuldu tær nú royna at koma aftur á rætta kós, og hetta skuldi henda sunnudagin, tá tær vitjaðu í Klaksvík hjá Mjølni. Mjølnir [...] Sjálvt um munurin ikki var tann størsti í fyrsta settið, so megnaði TB at vinna hetta 20-25. Í øðrum setti var eingin slingur í valsinum. TB snøgt sagt hølvaði Mjølnir av. Úrslitið av hesum settinum var 10-25 [...] stríddust eisini fyri møguleikanum, men enn einaferð gjørdist TB drúgvari. Kvinnurnar av Tvøroyri vunnu triðja sett 23-25. Við sigrinum er TB komið aftur á rætta kós, og tær hava lagt seg undir liðuna á
Flogbóltur TB var favorittur, tá tær á heimavølli tóku móti Drátti um vikuskiftið. Fyri tað mesta hevur tað verið fatanin millum manna, at TB og Mjølnir eru favorittarnir í bestu kvinnudeildini í ár. Og [...] hjá TB. Triðja settið gekk eisini javnt fyri seg. Dráttur royndi alt tað, sum tær vóru mentar, at avgera dystin við triðja settinum. Til tíðir tóktist tað eisini, sum skuldi hetta eydnast, men TB megnaði [...] Og tó at TB tapti greitt fyri júst Mjølni, so varð ikki roknað við, at tær skuldu fáa nakrar serligar trupulleikar av Drátti. Men tær fingu tó skjótt annað at síggja. Dráttur legði bragdliga fyri, og tó
FLOGBÓLTUR TB lá á øðrum plássi undan dystinum í Kollafirði, og tí máttu tær vinna fyri at halda trýstið á oddaliðið, Drátt. Hjá KÍF var kravið eisini ein sigur fyri at sleppa úr botninum, og tí var lagt [...] betru byrjanina, og tær løgdu seg eisini á odda 5-1 beinanvegin. So kom TB tó betri við, og løtu seinna var aftur javnvág í, tá TB javnaði til 6-6. So fygdust liðini í eina løtu, og mitt í settinum førdi [...] nú sá út til, at KÍF kundi fara at vina settið, men so bleiv ikki. TB vann síðstu fimm bóltarnar, og so var fyrsta settið avgjørt. TB vann trygt Spælið var sera javnt í fyrsta setti, og munurin var at
avstað. Virgar Djurhuus heldur, at um TB-liðið kann halda dagliga støði í endaspælinum eisini, so fer gullið til Suðuroyar hesaferð, líkamikið hvat hini liðini finna uppá. TB fær ikki nýggjan venjara hetta [...] Flogbóltur Tað vísir seg ofta, at jú betri úrslit ein fær, jú størri krøv setir ein sær sjálvum. Hetta er náttúrligt og rættiliga sunt, tí tá tað gongur væl og ein er nøgdur, sjálvt um avrikini kanska [...] at tað gongur hinvegin aftur. Við øðrum orðum loysir tað seg sjáldan at »hvíla á lavrberjunum«. Hjá TB hava úrslitini higartil verið framúr, men tað sær ikki út til, at tey á Tvøroyri fella í gomlu grøvina
framvegis oddalið, hóast tapið, men TB er bara tvey stig aftanfyri. TB hevur eitt stig niður til Mjølnir, tvey niður til Fleyr og fýra niður til Drátt, so nú skjøtil verður settur á síðsta triðingin av kappingini [...] partar vístu seg frá síni bestu síðu við góðum spæli, men har TB vildi meira og fekk maksimalt burtur úr motivatiónini, ið ikki tóktist tróta. TB streyk avstað Tvørakvinnur komu á odda 2-0, áðrenn tær úr Sørvági [...] ein fingur við í spælinum, tá hon beinanvegin servaði TB framum 8-1. SÍ fekk svarað eitt sindur aftur og minkaði munin niður í fýra stig, men so fór TB avstað. Nú traðkaðu eisini Marina Popovic og Katrin