TB heldur í vónini

Tað stóð nógv á hjá TB, sum um vikuskiftið vendi hóttandi tapið til tepran sigur

Flogbóltur

TB var favorittur, tá tær á heimavølli tóku móti Drátti um vikuskiftið. Fyri tað mesta hevur tað verið fatanin millum manna, at TB og Mjølnir eru favorittarnir í bestu kvinnudeildini í ár. Og tó at TB tapti greitt fyri júst Mjølni, so varð ikki roknað við, at tær skuldu fáa nakrar serligar trupulleikar av Drátti.
Men tær fingu tó skjótt annað at síggja. Dráttur legði bragdliga fyri, og tó at talan var um sera jøvn sett, so megnaðu tær at taka sær av teimum báðum fyrstu settunum. Og við 0-2 á talvuni var so eisini lagt upp til eitt óvæntað tap á heimavølli hjá TB.
Triðja settið gekk eisini javnt fyri seg. Dráttur royndi alt tað, sum tær vóru mentar, at avgera dystin við triðja settinum. Til tíðir tóktist tað eisini, sum skuldi hetta eydnast, men TB megnaði tó at ta taka settið. Og so kom av álvara vend í. TB tók sær sannførandi av fjórða settinum, og hóast seinasta settið ofta kann geva liðum nervar, so megnaði heimaliðið at halda høvdinum púra kalt, og soleiðis senda Drátt heim uttan stig. Uttan iva eitt vónbrot fyri gestirnar, tá tær nú vóru so nær sigrinum.
Í hinum dystinum í bestu kvinnudeildini hetta umfarið, vitjaði ÍF í Sørvági. Her hevur heimaliðið enn ikki fingið nakað stig, og tað gjørdu tær so heldur ikki hesaferð.
ÍF vann nevnliga ein tryggan 3-0 sigur, og enn tykist tað soleiðis, sum skulu tær hjá SÍ venja seg við spælið í bestu deildini.

Øvuta søgan
Hjá monnunum var søgan hin øvuta, tá ÍF somuleiðis vitjaði í Sørvági. Her er tað ÍF, sum enn ikki hevur fingið nakað stig, og tað fingu teir so heldur ikki hesaferð.
Gestirnir vóru tó væl við í fleiri av settunum, men tá avgerandi bóltarnir vóru á skránni, so vóru tað kortini sørvingarnir, sum vóru hvassari, og hóast settúrslitini kanska ikki er so sannførandi, so var sigurin hjá teimum kortini ikki í vanda.

Meistaradeild kvinnur
TB-Dráttur 3-2 (27-29, 21-25, 25-23, 25-16, 15-6
SÍ-ÍF 0-3 (11-25, 19-25, 20-25)

Meistaradeild menn
SÍ-ÍF 3-0 (25-15, 25-23, 25-21)