TB heldur fast

Fleyr-TB 0-3 (20-25, 24-26, 10-25):

Fleyr beit væl frá sær móti favorittunum úr TB, men til síðst bleiv yvirmaktin ov stór. Hóast 3-0 sigurin var TB-venjarin ikki heilt nøgdur við avrikið hjá sínum liði


 

Flogbóltur


Tað vísir seg ofta, at jú betri úrslit ein fær, jú størri krøv setir ein sær sjálvum. Hetta er náttúrligt og rættiliga sunt, tí tá tað gongur væl og ein er nøgdur, sjálvt um avrikini kanska ikki eru so góð, so kann tað lættliga enda við, at menningin steðgar, og onkuntíð fer tað enntá so langt, at tað gongur hinvegin aftur. Við øðrum orðum loysir tað seg sjáldan at »hvíla á lavrberjunum«.

Hjá TB hava úrslitini higartil verið framúr, men tað sær ikki út til, at tey á Tvøroyri fella í gomlu grøvina og halda alt standa væl til. Í øllum førum var venjarin Virgar Djurhuus ikki heilt nøgdur, sjálvt um TB leygardagin vann 3-0 móti Fleyr í Havn.

- Úrslitið kunnu vit sjálvandi ikki seta ein fingur á, men satt at siga, so spældu vit illa, serliga í øðrum setti. Leikararnir tordu ikki veruliga at taka ábyrgd, tá tað stóð á, og onkur bóltur slapp at detta niður í gólvið millum fleiri leikarar, sum ikki fóru eftir honum. Tað er nakað, sum hendir av og á, og vit kunnu ikki gera so nógv við tað, men móti einum sterkari liði enn Fleyr hevði tað kostað, sigur ein bersøgin venjari.

TB vann settini 25-20, 26-24 og 25-10. Serliga annað sett kundi farið báðar vegir, meðan tað í triðja ongantíð var nakar ivi.

Tær í Fleyr høvdu neyvan gjørt sær tær stóru vónirnar um at vinna á TB, sjálvt um tú í prinsippinum altíð skal fara út á vøllin fyri at vinna. Liðini hava alt árið ligið í hvør sínum enda av kappingini, og hesaferð hendi heldur einki óvæntað.


Gudrid Nolsøe møguliga heim aftur

Virgar Djurhuus sigur annars, at tey í TB sum vera man eru sera væl nøgd við gongdina higartil.

- Vit byrjaðu við at vinna Fleyr-kappingina, og longu tá haldi eg, at tað bar til at síggja gongdina. Í so máta eru vit ikki so bilsin av, at tað hevur gingið so væl hjá okkum, sigur hann.

Miðskeiðis í grundspælinum hendi so tað, at útlendski venjarin hjá TB fór av landinum aftur og tók ein leikara við sær, men tað er merkisvert, hvussu lítið hetta hevur ávirkað avrikini á vøllinum. Í summum førum er tað enntá blivið betri, eftir at italski venjarin og rumenski leikarin fóru avstað.

Virgar Djurhuus heldur, at um TB-liðið kann halda dagliga støði í endaspælinum eisini, so fer gullið til Suðuroyar hesaferð, líkamikið hvat hini liðini finna uppá.

TB fær ikki nýggjan venjara hetta kappingarárið. Hinvegin er onkur nýggjur leikari møguliga á veg, men »nýggjur« er kanska ov nógv sagt. Talan er um Gudrid Nolsøe, sum seinastu árini hevur spælt í Danmark, men sum møguliga kemur heim til nakrar dystir seinni í kappingini. Hon var við til at vinna oyggjaleikagull bæði í ár og á Gotlandi fyri tveimum árum síðani og fer uttan iva at styrkja TB-liðið enn meira.