TB lítið sannførandi

Tvørakvinnur, ið hava verið liðið við størstu framgongdini í ár, vóru ikki so sannførandi ímóti KÍF í gjár, sum tær annars hava verið, og mundu mist eina settið

Flogbóltur

Langt hevur verið millum góðu løturnar hjá ungu KÍF-kvinnunum í Eik-liguni í vetur, men í gjár høvdu tær ein av sínum betru døgum, tá finalukandidatarnir úr TB vóru á vitjan. Leygardagin vóru KÍF-kvinnurnar við í kappingini hjá Drátti, har tær í unglingadeildini vunnu nakrar dystir, og kanska tað hevði givið sjálvsálit, ið tær fingu tikið við sær inn á vøllin ímóti TB.
Í fyrsta settinum lá tó einki fyri hjá heimaliðnum, sum TB bókstaviliga sópaði av vøllinum. Men í øðrum setti, tá hvørki Gudrid Nolsøe ella Katrin Petersen vóru inni, tí yngri og óroyndari spælarar sluppu at royna seg, var KÍF sera væl við. Heilt upp til 15-15 fylgdust liðini, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, eftir at bæði Gudrid og Katrin vóru komnar innaftur, at TB fekk avgjørt settið.
Tá farið var undir triðja sett, var Katrin við frá byrjan, men Gudrid kom ikki inn fyrr enn ímóti endanum, tá tað byrjaði at standa eitt sindur á. Her byrjaði TB annars betur, men KÍF hálaði væl innaftur og hevði hug at hótta. Ímóti endanum eydnaðist kortini TB at fáa settið og sigurin undir land, hóast tað ikki var so lætt, sum støðan á stigatalvuni annars kundi bent á.
Samanumtikið var hetta ein dystur, har TB langt frá var so sannførandi, sum væntast kundi, men kortini endaði tað við einum 0-3 sigri, ið tó ikki fekst til høldar uttan sveitta og kanska eitt sindur av nervum tær spentastu løturnar.
Og sjálvt um KÍF bara var nær við og heldur ikki hesa ferð fekk vunnið so mikið sum eitt sett, so eiga ungu KÍF-kvinnurnar rós fyri, at tær megnaðu at leggja trýst á eitt av fremstu liðunum, sum enntá er ein av heitastu finalukandidatunum.